mikudagur 12. mai 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 12. mai 2004
21
Danin Frank Skytte,
ið hevur vant bæði
TB, B68 og HB her á
landi, sigur seg
mangan hava undrast
á, hvat ið verður nýtt
sum grundarlag í
sambandi við úttøku
av føroyska
landsliðnum í fótbólti
LANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Hann er bersøgin, tá ið
spurt verður um føroyska
landsliðið, danin Frank
Skytte, sum í fleiri ár hevur
virkað sum venjari í Føroy-
um. Frank Skytte sigur, at
fyri honum virkar tað sum
um, at landsliðsvenjararnir
hava ein ranglista við nøvn-
um. Við hesum sipar hann
til, at er ein av teimum
ovastu 18 ikki tøkur, so
verður nummar 19 úttikin,
óansæð um tað er ein
áleypari, ið kemur fyri ein
verjuleikara.
Somuleiðis
heldur Frank Skytte, at tað
als ikki verður hugt eftir,
hvussu dagsformurin hjá
teimum einkultu spælarun-
um er.
Skipanin kring
venjaraparið
ónøktandi
Tá ið tosið kemur inn á
skipanina við venjaraparin-
um á føroyska a-landsliðn-
um, sigur Frank Skytte, at
her er neyðugt við kollvelt-
andi broytingum, um før-
oyska landsliðið skal koma
eitt fet víðari. Danin heldur
tað verða eitt sjálvsagt krav,
at ein føroyskur landsliðs-
venjari býr í Føroyum, um
ikki alt árið, so í hvussu so
er meðan føroyska kapp-
ingin er í gongd.
At
hjálparvenjarin
á
landsliðnum samstundis er
høvuðsvenjari hjá einum
føroyskum 1. deildarliðið,
heldur Frank Skytte verða
blóðskeivt. Hann sigur, at
skal Jógvan Martin Olsen
virka sum venjari hjá ein-
um føroyskum felag, so
skal tað verða í næstbestu
deildini, tí annars hevur
hann ikki umstøður til at
fara runt til dystir og
hyggja at landsliðsevnum.
Henrik Larsen er so sjáldan
í Føroyum, at hann kann
ikki hava fingurin á pulsin-
um viðvíkjandi spælarun-
um í føroysku kappingini,
sigur Frank Skytte og legg-
ur afturat, at tað eisini má
verða trupult hjá hjálpar-
venjaranum, Jógvan Mart-
ini Olsen, at fylgja við í
gongdini hjá teimum ein-
støku spælarunum.
Um Jógvan Martin kann
úttaka landsliðið út frá tí,
sum hann sær, tá ið NSÍ
spælir móti teimum ymisku
liðunum, so ger hann ikki
sítt arbeiði sum NSÍ-venjari
til lítar, heldur Frank
Skytte. Men í prinsippinum
er tað Jógvan Martin, ið
setur landsliðið, tí Henrik
Larsen hevur næstan onki
grundarlag at úttaka liðið
uppá, sigur danski venjarin.
Frank Skytte sigur eisini, at
tað tíð hann hevur virkaði
sum venjari í Føroyum,
ringdi Henrik Larsen eina
ferð til hansara fyri at
frætta, nær ein dystur
skuldi leikast, meðan Jógv-
an Martin hevur ringt nak-
rar ferðir, tá ið landsliðið
hevur verið úttikið.
Altíð teir somu á
landsliðnum
Sum
áðurnevnt
heldur
Frank Skytte, at úttøkan av
landsliðnum er fullkomi-
liga burturvið. Hann sigur,
at tað altíð eru teir somu, ið
verða úttiknir, meðan aðrir
leikarar, ið vikuskifti eftir
vikuskifti imponera í lands-
kappingini als ikki koma
upp á tal, sigur hann.
Í Danmark er tað í hvussu
so er so, at Morten Olsen
tekur teir bestu menninar
út, meðan tað tykist sum
um, at Jógvan Martin hugs-
ar, at føroysku ungdóms-
landsliðini, sum hann mill-
um annað sjálvur venur,
skulu lata einar tveir leik-
arar til a-landsliðið um
árið, óansæð um teir eru
nóg góðir til tað, sigur
Frank Skytte. Til dømis
heldur Frank Skytte tað
verða ótrúligt, at menn sum
Hans á Lag, Ove Nysted,
Bartal Eliasen og Símun
Eliasen als ikki eru í lands-
liðshitanum, tí eftir hansara
tykki eru teir betri enn
nógvir av teimum, sum eru
fastir í landsliðshópinum.
Tað tykist sum um, at før-
oyska landsliðið er eitt
lukkað land. Hetta er ótrú-
liga spell, sigur Frank
Skytte, tí hetta minkar um
hugin hjá spælarum, sum
áttu at verið sjálvsagdir í
landsliðshópinum.
Hóast Bartal Eliasen
hevur verið ein av
okkara allarfremstu
verjuleikarum í nógv
ár, so hevur hann
ongantíð av álvara
fingið møguleikan á
landsliðnum
LANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Millum fótbóltsáhugaðar
føroyingar
hevur
tað
mangan vakt ans, at Bartal
Eliasen so sjáldan hevur
verið úttikin til føroyska
landsliðið. Hóast Bartal í
mong ár hevur verið mill-
um mest sjónligu leik-ar-
arnar í føroysku kapp-ing-
ini, so er hann bert skrásett-
ur fyri fýra landsdystir.
Eg havi uppgivið
landsliðið
Bartal Eliasen sigur, at
hann mangan hevur undrast
á landsliðsúttøkuna. Sum
dømi um hetta nevnir hann,
at hann fyri nøkrum árum
síðani var við landsliðnum
á venjingarlegu á Kypern,
har teir leiktu tveir dystir
móti ávíkavist Pólandi og
Andorra.
Í
báðum
dystunum leikti Bartal allar
90 minuttir, og aftaná fekk
hann at vita frá Jógvan
Martini Olsen, sum tá
hevði ábyrgdina av liðnum,
at hann var komin ógvuliga
væl frá dystunum báðum.
Tí hevði hann væntað at
frætt aftur frá landsliðnum,
men enn hevur hann einki
hoyrt. Av somu orsøk sigur
Bartal Eliasen, at fyri hans-
ara viðkomandi er landslið-
ið ein farin tíð, hóast hann
einans er 27 ára gamal. Eg
havi fleiri ferðir mett meg
nóg góðan til landsliðshóp-
in, men eri als ikki komin
upp á tal, og tað virkar eitt
sindur løgið í mínum eyg-
um, sigur Bartal Eliasen.
Eisini sigur Bartal, at
hann ofta hevur undrast á,
at tað so mangan eru
leikarar úr NSÍ, ið verða
úttiknir, tá ið onkur meldar
avboð til landsliðið. Sein-
asta dømi um hetta var í
vetur, tá ið landsliðið fór á
venjingarlegu í Spania.
Stutt undan venjingarleguni
var ein hópur savnaður á
Svangaskarði til venjingar,
og tá ið hópurin so fór
avstað til Spania, vóru fleiri
broytingar
í
hópinum.
Millum annað var Óli
Hansen úr NSÍ úttikin
heldur enn Símun Eliasen
úr HB, sum kanska var
besti verjuleikarin í Føroy-
um í fjør, heldur Bartal.
Somuleiðis heldur Bartal
tað verða eitt náttúrligt
krav, at ein føroyskur lands-
liðsvenjari býr í Føroyum,
meðan
kappingin
her
heima er í gongd, so at hann
kann fylgja við teimum
einkultu spælarunum, og
hvussu tað gongur hjá
teimum.
Frank Skytte
- Landsliðsúttøkurnar eru heilt burturvið
Bartal Eliasen, landsliðsevni
– tað tykist mangan løgið
Danski venjarin, Frank Skytte,Ið hevur drúgvar royndir í føroyskum fótbólti, sigur seg mangan
hava undrast á landsliðsúttøkuna í Føroyum
Mynd: Álvur Haraldsen
Fuglfirðingurin, Bartal Eliasen, Ið leingi hevur verið millum
mest eyðsýndu leikararnar í heimligu kappingini, sigur seg
langt síðani hava avskrivað landsliðI
Savnsmynd
21
20
Nr. 89 - 12. mai 2004
Eisini
heldur
Allan
Mørkøre tað verða undrun-
arvert, at orka verður løgd í
at leita eftir hálvum føroy-
ingum,
sum
møguliga
kunnu spæla á føroyska
landsliðnum. Hetta er ikki
serliga motiverandi fyri
teir ungu spælararnar her
heima, heldur hann og
sigur víðari, at tað tykist
sum um at lítil og eingi
krøv verða sett til hesar
leikarar. Spæla teir á
rímuligum støði, sum t.d.
donsku 2. deild, so verða
teir mettir nóg góðir til
landsliðið, og tað er skeivt,
sigur Allan.
Skippa venjaraparið
Sambært Allan Mørkøre er
Fótbóltssamband Føroya
alt ov lítið kritiskt, tá ið tað
kemur til venjaraspurning-
in. Hann heldur, at tað er
eitt sjálvsagt krav, at venj-
arin býr í Føroyum, og at
venjaraparið hvørt viku-
skiftið ferðast runt og
hyggur eftir dystum í bestu
føroysku deildini. Sjálv-
sagt skulu teir eisini halda
eyga við útisetunum, men
nógv tann størsti parturin
av landsliðsevnum er at
finna her heima á klettun-
um, sigur Allan. Sum nú er,
virkar tað næstan sum um,
at venjarastarvið bert er
eitt frítíðarítriv hjá Henrik
Larsen og Jógvan Martin
Olsen, sigur klaksvíking-
urin.
Allan Mørkøre ivast ikki
í, at peningurin fyri at hava
teir báðar Henrik Larsen
og Jógvan Martin Olsen
sum venjarar røkkur langt,
og hansara ráð eru tí, at
farið verður undir at finna
ein minni kendan venjara
við góðum pappírum, sum
er sinnaður at búgva her á
landi og fylgja við í
føroysku kappingini.
Ofta hevur man hoyrt, at
FSF hevur eygleiðarar,
sum fylgja við í, hvussu
tað gongur úti í feløgunum,
men
hetta
trýr Allan
Mørkøre als ikki uppá.
Hann sigur seg ivast í, um
tað yvirhøvur er nakað
samskifti millum lands-
liðsvenjararnar og venjar-
arnar í feløgunum, og tað
ber ikki til, tí eftir hansara
tykki er tað alneyðugt, at
Henrik Larsen og Jógvan
Martin Olsen fylgja við í
gongdini hjá teimum ein-
støku spælarunum. Allan
Mørkøre viðgongur tó, at
landsliðið hevur fingið
nøkur heilt góð úrslit undir
Henrik Larsen, men hann
heldur, at tað er fyrst og
fremst leikarunum fyri at
takka.
Hjálparvenjarin á
føroyska lands-
liðnum, Jógvan
Martin Olsen, sigur
seg væl duga at skilja,
at fólk halda tað
verða ein trupulleika
við einum høvuðs-
venjara, sum býr í
Danmark, og hjálpar-
venjara, sum sam-
stundis er 1. deildar-
venjari í Føroyum
LANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Aðrastaðnis her á síðunum
verður langað harðliga út
eftir skipanini við venjar-
um kring føroyska lands-
liðnum í fótbólti. Tann, ið
fær flestu ákoyringarnar, er
kanska
hjálparvenjarin
Jógvan Martin Olsen, sum
fyrrverandi landsliðsleik-
arin, Allan Mørkøre, stýrir
øllum á føroyska landsliðn-
um.
Fylgja væl við
Sjálvur sigur Jógvan Mart-
in, at hann fylgir sera væl
við í føroysku kappingini.
Hann sær 18 landskapping-
ardystir um árið í 1. deild,
har NSÍ er annað liðið, og
tá síggi eg sjálvsagt eisini
leikarar á mótstøðuliðnum,
sigur hann. Tað noyðist eg
til tess at finna út av,
hvussu eg leggi tann besta
taktikkin,
sigur
hann.
Jógvan Martin sigur eisini,
at er onkur dystur forskot-
in, so fer hann sjálvsagt til
hesar, og harafturat sær
hann eisini allar europeisku
dystirnar, sum tey føroysku
feløgini leika á heimavølli.
Tilsamans heldur Jógvan
Martin, at hann man síggja
einar 50 dystir um árið, har
landsliðsevnir taka lut úti á
vøllinum.
Harafturat hevur hjálpar-
venjarin á føroyska lands-
liðnum regluligt samband
við venjararnar í føroysku
feløgunum, sambært hon-
um sjálvum okkurt um eina
ferð um vikuna, hóast tað
sjálvsagt eru nakrar, sum
tosað verður oftari við enn
aðrir. Hetta verður gjørt,
soleiðis at vit kunnu fylgja
við í, hvussu menn eru fyri,
sigur Jógvan Martin Olsen.
Harafturat er Henrik Lar-
sen javnan í Føroyum og
hyggur eftir dystum, sigur
Jógvan Martin, og tí hava
vit grundarlag fyri at úttaka
landsliðið, sigur hann. Eis-
ini tosa vit saman umvegis
telefon hvørja einastu viku
fyri at tosa um teir einkultu
spælararnar, og um hvussu
tað gongur hjá teimum.
FSF góðtók støðuna
At summi halda tað verða
ein trupulleika, at Jógvan
Martin umframt at verða
hjálparvenjari á landsliðn-
um eisini er 1. deildarvenj-
ari, skilur hann sjálvur væl.
Hann greiður frá, at hann í
mong ár hevði starast innan
FSF, men hevði fingið hug
til at royna seg í markini,
sum hann málber seg. Eg
saknaði dagligu venjing-
arnar, sigur Jógvan Martin.
Tí vendi hann sær til leiðsl-
una í FSF og segði, at hann
hevði hug til at venja eitt 1.
deildarlið, og FSF góðtók,
at hann bæði virkaði sum
hjálparvenjari á landsliðn-
um og 1. deildarvenjari hjá
NSÍ.
Jógvan Martin Olsen sig-
ur, at soleiðis eru treytirnar,
sum hann og Henrik Larsen
eru settir undir, og tað kann
FSF liva við, men hann
skilur tó atfinningarnar.
At tað er Jógvan Martin,
ið stýrir øllum, soleiðis
sum Allan Mørkøre ber
fram, hevur hjálparvenjarin
sjálvur ikki hug til at gera
viðmerkingar til, men vísir
til høvuðsvenjaran.
Gott við kritikki
At fólk innan føroyska fót-
bóltsheimin nú eru frammi
við peikifingrinum, fegnast
Jógvan Martin um, tí tað
vísir bara, at tað er áhuga
fyri føroyska landsliðnum.
Hann avvísir heldur ikki, at
onkrar úttøkur hava verið
skeivar, og somuleiðis sigur
Jógvan Martin, at viðgerðin
av landsliðnum í fjølmiðl-
unum kann eisini gera venj-
araparið varnar við okkurt
ella onkran, sum teir ikki
hava givið sær gætur um
áður.
Jógvan Martin dugir ikki
at skilja, at onkur heldur
landsliðið verða eitt lukkað
land, tí sera nógvir spælarar
hava fingið møguleikan
seinasta árið. Sum dømir
um hetta nevnir hann Jón
Róa Jacobsen, Atla Daniel-
sen, Hjalgrím Elttør, Jann
Inga Petersen og Símun
Samuelsen. Hetta eru alt
ungir leikarar, og Jógvan
Martin ásannar, at venjar-
arnir mangan hava valt at
tikið ungar og óroyndar
leikarar fram um rutinerað-
ar kreftir, og tað hevur
skapt øsing viðhvørt. Vit
arbeiða við einum brutto-
hópi upp á gott og væl 30
leikarar, men tað merkir
ikki, at aðrir ikki sleppa
framat, sigur hann at enda.
At onkur leikari kanska
hevur fingið eitt sindur
langan snór kann væl
verða, men tað er, sum
eygað sær, heldur hjálpar-
venjarin á føroyska lands-
liðnum.
– vit hava fult álit á
venjaraparinum.
Nývaldi formaðurin í
FSF, Óli Holm, sigur,
at fótbóltssambandið
hevur fult álit á, at
landsliðsvenjararnir
gera sítt arbeiði til
lítar
LANDSLIÐIÐ
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Formaðurin í FSF sigur, at
fótbóltssambandið hevur
valt at seta ein útlendskan
landsliðsvenjara, og treyt-
irnar eru, sum tær nú eina-
ferð eru.
Avmarkar
møguleikarnar
Óli Holm ásannar tó, at tað
setur nakrar avmarkingar,
tá ið høvuðsvenjarin býr
uttanlands og hjálparvenj-
arin sjálvur venur eitt 1.
deildarlið, men hetta eru
tær spælireglur, sum FSF
hevur valt, og so kann man
halda tað man vil, sigur
formaðurin í FSF. Tó sigur
Óli Holm, at kanska eigur
man at umhugsa, um tað
skal verða eitt setanarkrav,
at venjarin skal búgva í
Føroyum, meðan føroyska
kappingin er í gongd.
Leiðslan í fótbóltssam-
bandinum hevur fult álit á
teir báðar Henrik Larsen og
Jógvan Martin Olsen, og
vit eru sannførdir um, at
teir altíð taka teir bestu
leikararnar út, tá ið land-
sliðið verður úttikið, sigur
Óli Holm. Eisini heldur
FSF-formaðurin, at hóast
hjálparvenjarin ikki hevur
møguleika fyri at ferðast
runt og hyggja eftir dystum
í bestu deildini, so kennir
Jógvan Martin Olsen før-
oyskan fótbólt kanska betur
enn nakar annar, og tí haldi
eg ikki, at nøkur forðing er
fyri, at hann er hjálparvenj-
ari á landsliðnum, sigur Óli
Holm.
framhald av síðu 19
Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari
– skilji væl atfinningarnar
Hjálparvenjarin á landsliðnum, Jógvan Martin Olsen, skilur væl atfinningarnar, men hann
heldur tó, at Henrik Larsen og hann sjálvur hava nóg gott grundarlag til úttøku av landsliðnum
Savnsmynd
Óli Holm, FSF-formaður
- vit hava fult álit
á venjaraparinum
Formaðurin í
FSF, Óli Holm,
sigur seg hava
fult álit á
venjaraparinum
hjá føroyska
landsliðnum
Mynd:
Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
20