mikudagur 12. mai 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 26 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 89 - 12. mai 2004
23
23
22
Nr. 89 - 12. mai 2004
Eftir miðvísa venjing í
hálvt ár fæst at síggja,
um fyrrverandi KÍ
liðformaðurin aftur
verður førur fyri at
spæla fótbólt
SKADDUR
KÍ SPÆLARI
Jóannes Hansen
Nú er greitt, at Allan Joen-
sen í KÍ fer ikki aftur at
spæla fótbólt í hesum árin-
um. Eftir vitjan hjá serfrøð-
ingum í Århus í síðstu viku
er staðfest, at talan ikki
verður sum skurðviðgerð í
hælsinuni, sum seinastu
átta árini hevur hildið
dugnaliga
spælaranum
nógv burtur frá fótbóltin-
um.
Tað var KÍ venjarin Ove
Flindt–Bjerg, sum umvegis
gamla felagið hjá sær, AaB,
fekk samband við serfrøð-
ingar í Århus, sum hava
nógvar royndir við ítróttar-
skaðum og ikki minst av tí
slagnum, sum Allan er og
leingi hevur verið plágaður
av. Allan vónaði, at tað eftir
skurðviðgerð fór at bera
honum til skjótt at koma
fyri seg aftur, men nú stað-
festir hann, at hetta verður
av ongum.
– Teir søgdu seg ikki hava
góðar royndir av skurðvið-
gerðum. Serliga ikki tá ið
tað sum í mínum føri hava
verið tvær royndir gjørdar
við skurði. Ráðini, sum eg
fekk, vóru at fara undir
miðvísa venjing eftir ætlan,
sum teir góvu mær við til
hús aftur. Teir siga seg
rokna við, at brunin verður
burtur um eitt hálvt ár og
harvið pínan, sum ber við
sær, at eg ikki fái spælt,
sigur 30 ára gamli Allan
Joensen.
Venjingarætlanin hevur
einki við fótbólt at gera.
Talan er um rørsluvenjingar
við elastikki og á javnvágs-
bretti, og so ber tað til at
svimja og súkkla.
Nyttar ikki at treiskast
Í 1996 fekk Allan Joensen,
sum klaksvíkingar mettu at
vera evnaríkasta spælaran
hjá teimum, fyrstu ferð
trupulleikar við fótliðnum.
Í 1997 slitnaði hælsinan
fyrru ferðina, og hon er
slitnað eina ferð síðani tá.
Báðu ferðirnar hevur verið
roynt at bøta um skaðan við
skurðviðgerð. Úrslitið hev-
ur hvørgu ferðina verið nóg
gott til, at Allan Joensen
hevur vunnið fulla fótbólts-
førleikan aftur. Eitt nú hev-
ur hann havt trupulleikar av
arrvevnaði, og brunin er
skjótt komin aftur.
– Fótbóltshugurin hevur
verið so góður, at eg havi
treiskast meiri, enn eg iva-
leyst átti at havt gjørt. Eg
havi vant og spælt, inntil
pínan hevur verið so stór, at
tað als ikki bar til. Tað eru
nógv dømi um, hvussu tor-
ført tað er hjá ítróttarfólk-
um at sleppa av við sovorn-
ar skaðar. Eitt feskt dømi er
norðmaðurin Erik Myk-
land, sum Todi Jónsson
hevur spælt saman við í
FCK. Hann hevur verið til
kanningar hjá somu monn-
um, sum eg var hjá í síðstu
viku, og hann hevur fingið
somu boðini. Tað er ov
vandamikið at skera, har
tað frammanundan er skor-
ið fleiri ferðir.
Hevur tú mót um, at tú
aftur fert at spæla fótbólt á
hægsta støði?
– Eg vónaði, tá ið eg fór
til Danmarkar, at tað fór at
bera til at loysa trupulleik-
an, so eg fór at verða førur
fyri at spæla heilt skjótt.
Men soleiðis verður tað
ikki. Eg ætli mær at fylgja
venjingarskránni, sum teir í
Århus góvu mær, og so fáa
vit at síggja. Eg eri vón-
brotin av, at eg ikki fái høvi
at hjálpa KÍ, sum fyllir
hundrað í ár, men tað gerst
einki við tað. Eg eri fegin
um, at útvegir vórðu gjørd-
ir, so eg kundi koma undir
serkøna hond. At tað verður
strevið, og at freistingin at
fara at venja, tá ið pínan
verður minni, verður stór,
ivist eg onga løtu í. Roynd-
irnar seinastu nógvu árini
hava víst, at tað nyttar ikki
at treiskast, og tað má eg
læra meg at liva við, sigur
Allan Joensen.
Alt bendir á, at Todi
Jónsson verður á
beinkinum, tá ið FCK
og Brøndby í annað-
kvøld bresta saman
frammanfyri fjøuti
túsund áskoðarum
SUPERLIGAN
Jóannes Hansen
Í danska fótbóltsheiminum
bendir einki á, at enda-
spurturin í superliguni og
serliga
lokaluppgerðin
millum tey bæði stóru
feløgini í høvuðsstaðnum,
standa í skugganum av
krúnprinsabrúdleypinum.
Ella kanska er tað rættari at
venda tí tann vegin, at stór-
dysturin í Parkini hós-
kvøldið er vorðið ein partur
av øllum tí, sum gongur
fyri seg í vikuni uppundir,
at fótbóltshugaði tilstund-
andi kongurin fer at geva
seg í hjúnarlag við tilstund-
andi Queen Mary.
Ein rúgva av útlendskum
fótbóltskeypmonnum verð-
ur í Parkini. Danskir miðlar
siga seg vita, at umboð fyri
í minsta lagið tjúgu feløg
aðra staðni frá fara at
hyggja at. Talan er eitt nú
um fleiri týsk feløg við um-
boðum fyri Bayern Münc-
hen á odda,og um umboð
fyri fleiri feløg í næstbestu
deildini í Onglandi.
Tað eru serliga ungu
stjørnuskotini hjá FCK og
Brøndby, sum áhugi er fyri.
Hjá Brøndby eru tað fram-
rættaðir
spælarar
sum
Jonas Kamper, Thomas
Kahlenberg
og
Martin
Retov, og hjá FCK eru tað
Hjalte Bo Nørregaard, Mic-
hael Silberbauer og ikki
minst Jesper Bech.
Umboðsmaður hjá Jesper
Bech er fyrrverandi Ander-
lecht og landsliðsspælarin
Benny Nielsen. Hann sigur
við danskar miðlar, at hann
hevur fingið nógvar upp-
ringingar og fyrispurningar
um unga mannin. Svarið er
tað sama hvørja ferð.
Jesper Bech hevur tað gott í
FCK, har hann er sáttmála-
bundin í tvey ár afturat.
Todi bonkarkjans
Mánadagin høvdu flestu
FCK spælararnir frí. Onkrir
spælarar, sum hava verið
skaddir, vandu, og Todi
Jónsson vandi saman við
teimum. Hóast Todi hevur
verið í besta hópinum
hvørja ferð nógvu tær
síðstu ferðirnar, so hevur
spælitíðin verið avmarkað.
Tí er eingin orsøk hjá hon-
um at hvíla so nógv, sum
tað er neyðugt hjá teimum,
sum síðstu tíðina hava
spælt tveir strævnar dystir
um vikuna.
Leygardagin vóru allir
hinir
álopsspælararnir
frammanfyri Toda. Álvaro
Santos og Zuma mannaðu
tvær tær fremstu ódnirnar,
og Jesper Bech var á mið-
vøllinum. Tá ið Zuma varð
skaddur, varð Peter Møller
settur á vøllin, meðan Todi
noyddist at bíða inntil lítla
løtu undan leikloki.
Tað er greitt, at Zuma
ikki verður við í annað-
kvøld. Tí er tað rættuliga
upplagt, at Todi verður í
hópinum. Men tað er lítið
sannlíkt, at hann verður
millum teir fyrstu ellivu.
FCK venjarin, Hans Backe,
segði í gjár við danskar
fjølmiðlar, at Jesper Bech
hevur fleiri ferðir víst,
hvussu góður álopsspælari
hann er. Tað vil við øðrum
orðum siga, at Álvaro og
Jesper Bech fara at manna
FCK álopið í annaðkvøld,
og at sammett við í Herning
fer Michael Silberbauer at
verða settur á miðvøllin í
høgru, meðan Morten Bis-
gaard fer at verða fluttur í
vinstra borð. Harvið fara
Todi Jónsson og Peter
Møller at bíða á beinkinum,
og so fæst at síggja, um
Todi hesa ferð verður settur
frammanfyri ella aftanfyri
nr. 32, sum Peter Møller
verður nevndur í FCK.
Allan spælir ikki aftur í ár
Nógvir altjóða eygleiðarar í Parkini
– Eg ætli mær at fylgja venjingarskránni, sum teir í Århus góvu mær, og so fáa vit at síggja,
sum nú aftur hevur fingið ein álvarsligan skaða at dragast við
Áhugin fyri brakinum í Parkini er stórur. Og tað eru ikki bara danir, sum fara at fylgja við, hvussu leikur fer
C
M
Y
K
22
Elspa vann 16 kappingar
Ikki færri enn níggju
bólkamet vórðu sett í
Klaksvík um viku-
skiftið
SVIMJING
Jákup Mørk
Svimjing: Unglingameist-
arakappingin ( UM ) 7,8 og
9 mai 2004
Unglingameistarakappin
gin í svimjing varð hildin í
Klaksvík um vikuskiftið.
Sum vera man, so var
spenningurin undan hesari
stórur, og eftirfylgjandi var
hugagóða staðfestingin, at
tað í løtuni tykist ganga
framá við rúkandi ferð inn-
an svimjingina hjá yngru
svimjarunum.
Ikki færri enn níggju
bólkamet vórðu hesaferð
sett, og tó at talan tykist
vera um framgongd yvir
ein breiðan kamb, so slepst
ikki undan at nevna nakrar
av einstaklingunum, sum
gjørdu um seg.
Serstakliga var tað Elspa
Mørkøre, sum tók lut í 16
av kappingunum á stevn-
uni. Og eisini vann tær 16!
Men eisini onnur gjørdust
nógv um seg. Pauli Øssur-
son Mohr setti eins og
Elspa trý bólkamet, og Lis-
beth L. Joensen tók sær av
ikki færri enn 13 kapping-
um.
Eisini vóru nakrir svimj-
arar, sum ognaðu sær silv-
ur- og bronsunálir. Hesi
vóru Haraldur Eið úr
Skeggjum og Christian S.
Nielsen úr TS, sum fingu
silvur. Guðrun H. Jacobsen
úr HS, Rebekka Larsen úr
Skeggjum og Vivian Müller
úr VS fingu bronsu.
Landsliðshópurin
Ein av áskoðarunum til
kappingina var sjávlandi
landsliðsvenjarin,
Petur
heðin á Fløttu, og hann
hevði eisini formlig ørindi
á stevnuni.
12 svimjarar skuldu tak-
ast út til kapping, har før-
oyskir
svimjarar
skulu
kappast við svimjarar úr
Hetlandi og Orkney-oyggj-
unum. Kappingin, sum tal-
an er um, verður hildin í
Havn 2. juni, og eru tey 12
føroysku umboðini tá hesi:
Hanus Eysturdal HS - Ják-
up Øssursson Mohr FS -
Kári á Høvdanum Skeggjar
- Pauli Øssursson Mohr FS
- Joan Símun Edmundsson
Flot - Petur McIntosh HS -
Nathalia Reinhardt Ægir -
Elida Bjarnadóttir HS -
Eyðbjørg Petersen Skeggjar
- Elspa Mørkøre Skeggjar -
Kirstin
S.
Rasmussen
Skeggjar - Maria Vang TS.
Endaliga heiðursmerkja-
býtið í kappingini gjørdist
annars hetta:
Samlaða úrslitið av
kappingini gjørdist:
Gull Silv Bronsu
HS
30
33
14
Skeggjar 23
12
14
FS
22
3
3
Flot
18
15
13
TS
10
24
8
Ægir
7
4
14
VS
0
2
10
Metini
Hesi bólkamet vórðu sett í Klaksvík um vikuskiftið
Hanus Eysturdal
HS
100m rygg
Bólkur 4
1.05.66
Elspa Mørkøre
Skeggjar
50m rygg
Bólkur 3
0.32.89
Elspa Mørkøre
Skeggjar
400m frí
Bólkur 3
4.52.29
Elspa Mørkøre
Skeggjar
200m frí
Bólkur 3
2.20.34
Pauli Øssursson Mohr
FS
200m bringa
Bólkur 3
2.58.90
Pauli Øssursson Mohr
FS
100m frí
Bólkur 3
1.02.63
Pauli Øssursson Mohr
FS
100m bringa
Bólkur 3
1.21.69
Jákup Øssursson Mohr
FS
100m blandað
Bólkur 3
1.08.04
Liðsvimjing, dreingir
Flot
4x100m frí
bólkur 3
4.36.46
(Joan Símun Edmundsson-Arnhold Davidsen-Remi Langaard-Jógvan E.O.Davidsen)
Jákup Øssurson er eins og
beiggin í eini rúkandi
menning, og hann fekk eitt
av bólkametunum, sum
vórðu sett um vikuskiftið
Landsliðsvenjarin mundi fara hugagóður av aftur stevnuni.
Tíðirnar hjá svimjarunum batna alsamt, og nú stendur eisini
FM fyri framman, og tá hava fleiri svimjarar helst ætlanir um
veruliga at toppa.
Svimjiveitsla
Svimjingin tekur nú táttin við gallaveitslu
upp, og 22. mai verður rimmar tiltak á Ho-
tel Føroyum
GALLAVEITSLA
Jákup Mørk
Eftir FM-kappingina, sum verður komandi vikuskifti,
fer eisini svimjingin at hava sína gallaveitslu. Hetta er
veitslan, har svimjarar sjálvandi fyrst og fremst kunnu
hittast og práta um svimjiárið, sum tá er av, og so er tað
eisini her, at bestu svimjararnir verða funnir.
Skriv er sent ymsu feløgunum, har tey skulu siga frá,
hvussu nógvir luttakarar koma til veitsluna, sum er
ætla svimjarum, hjálparfólkum, nevndarlimum, stuðl-
um og øðrum, sum onkursvegna vara at svimjingini.
Toppskorararnir
Yvirlit yvir svimjararnar, sum vunnu flestu gullmerkini á Unglingameistarakappingini í
Klaksvík um vikuskiftið
Elspa Mørkøre
16
Lisbeth L.Joensen
13
Pauli Øssursson Mohr
12
Nathalia Reinhardt
7
Jákup Øssursson Mohr
7
Beinir E. Danielsen
7
Hanus Eysturdal
5
Elspa Mørkøre var stóri
gullslúkurin á kappingini.
Hon streyk avstað við ikki
færri enn 16 gullmerkjum