Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Tá grannskoðaravirkið Januar legði fram sína greining av fiskiskipaflotanum á fundi seinnapartin mánadagin, hevði Fróði Sivertsen, sum stóð fyri framløguni, eina rímiliga drúgva frá­søgn um gongdina hjá upp­sjóvar­ skipunum, sum í greiningini hesaferð fevnir um nótaskip og ídnaðarskip undir einum. Hann byrjaði frásøgnina við at viðgera miðalprísirnar hjá hesum skipum árini 2008 til 2012. – Her síggja vit eina hækk­ing, har miðalprísurin í 2008 var 1,61 krónur fyri kilo, til miðalprísurin við árs­lok í 2012 var 5,10. Økti miðal­ prísurin gevur eisini eina sølu fyri hvønn dag, sum soleiðis hevur verið hækk­ andi heilt fram til 2011, men fellur aftur í 2012. Ymiskt gongd Fróði vísti á, at úrslitini hjá skipunum í bólkinum eru ymisk. – Vit síggja, at sjálvt um gongdin hjá hesum partinum av flotanum hevur verið góð, eru tað kortini øll árini onkur skip, sum hava havt eitt negativt ebitda, meðan onnur hava eitt rímiliga høgt ebitda. Hann segði, at tað eru ídnaðarskipini, sum liggja í tí lakara endanum, meðan nóta­skipini eru í tí ovara end­anum. – At ebitda er negativt, merkir, at skipini hava eitt negativt úrslit fyri rentur og avs­krivingar. Fróði nam síðan við fíggjarstøðuna hjá uppsjóvar­ vinnuni og segði, at samlaðu aktivini eru økt við stívliga 22% árini 2008 til 2012. – Her eru skipini bókað til stívliga 794 miljónir krón­ur, men her er eisini ein frammanundan goldin kostn­aður á 217,9 miljónir, so her er samlaða støðisognin ein miljard krónur. Hon mink­ar so við 100 miljónum krónum árini 2008 til 2009, sum hongur neyvt saman við talinum av skipum, ið vóru 11 í 2008 og 9 í 2009. Hann segði, at í 2010 veksur materiella støðisognin aftur, tá vit fáa nýbygningar, sum koma inn í flotan. Sjálvt um skipatalið minkar í 2010 niður í átta skip, økist støðisognin til stívliga 1,1 miljard krónur. Sjálvt um skipatalið aftur økist árini 2010 til 2011 og er tað sama í 2012 sum í 2011, verður materiella støðisognin nærum óbroytt. – Hetta er tí, at tey skip, sum eru komin inn, hava svar­að nøkulunda til tær av­ skriv­ingar, sum eru gjørdar í hesum partinum av flot­an­ um. Rakstrarfeløg Fróði Sivertsen segði, at kapital­partarnir økjast mun­andi og tvífaldast árini frá 2008 til 2012, tó er eitt fall árini 2011 til 2012. – Taka vit fíggjarstøðuna hjá uppsjóvarflotanum og hyggja at samlaðu skuldini, er skuldin í tíðarskeiðinum 2008 til 2012 økt úr 1,580 miljardum í 2008 upp í stívliga 2 miljardir krónur í 2012. Samstundis er eginognin nærum óbroytt. Hann segði, at orsøkin til hetta er, at tað eru bara rakstrarfeløgini hjá hesum partinum av flotanum, sum eru við í greiningini - og ikki móðurfeløgini. – Teir brúka tann háttin, at úrslitini verða útlutaði til móðurfeløgini, og har er peningurin. Vit kunnu tó ikki siga, at hetta er peningur, sum beinleiðis er tikin úr vinnuni. Hann segði, at lang­ freist­aða skuldin í nevnda tíðar­skeiði er økt við einum stórum triðingi. Nøktandi úrslit Niðurstøðan í frágreiðingini hjá grannskoðaravirkinum Januar um uppsjóvarflotan er, at hesi skip sum heild hava klárað seg væl. Veiði­ virð­ið og úrslit eru økt, og høv­uðs­orsøkin er økta makrel­kvotan. – Gjaldførið hevur verið skiftandi árini 2008 til 2012, og soliditeturin kann tykjast lágur. Høvdu móðurfeløgini verið við í greiningini, hevði soliditeturin verið munandi hægri. Fróði Sivertsen segði, at ábendingar eru um, at úrslitið fyri 2013 verður nøktandi. – Silda- og svartkjafta­ kvot­an er økt, og hetta kom­ pen­serar fyri ein lægri miðal avreiðingarprís, legði hann aftrat. - Hyggja vit at samlaðu skuldini hjá uppsjóvarskipunum, er hon árini 2008 til 2012 økt úr 1,580 miljardum upp í stívliga 2 miljardir krónur í 2012. Samstundis er eginognin nærum óbroytt. Orsøkin er, at tað bara eru rakstrarfeløgini hjá hesum partinum av flotanum, sum eru við í greiningini - og ikki móðurfeløgini, segði Fróði Sivertsen hjá grannskoðaravirkinum Januar Uppsjóvarskip hava sum heild klárað seg væl Pelagisk vinna 24/09/2013 5 2008 2009 2010 2011 2012 Vøkstur Vøkstur 5 ár 1 ár Tal av skipum 11 9 8 11 11 Partapeningur 157.824 135.584 135.584 157.584 158.084 0,2% 0,3% Uppskrivingargrunnur 34.984 0 684 684 684 -98,0% 0,0% Tiltakspeningur 0 0 0 1.737 0 - -100,0% Yvirkursur við emisión 606 606 606 606 606 0,0% 0,0% Aðrar burturleggingar 0 0 0 -632 -421 - -33,4% Fluttur vinningur 231.855 -16.603 -1.581 208.592 260.929 12,5% -25,1% EGINOGN ÍALT 425.269 119.587 135.293 368.571 419.882 -1,3% 13,9% Útsettur skattur 155.295 153.377 165.741 175.420 197.666 27,3% 12,7% Aðrar avsetingar 0 0 0 0 0 - - AVSETINGAR ÍALT 155.295 153.377 165.741 175.420 197.666 27,3% 12,7% Langfreistað skuld 823.345 987.609 1.077.966 836.132 1.126.077 36,8% 34,7% Avdráttir at gjalda næsta ár 397.310 66.446 77.433 399.633 460.111 15,8% 15,1% Bankaskuld 38.053 0 2.748 0 1.508 -96,0% - Skuld til atknýtt feløg 190.881 389.111 421.224 538.935 123.205 -35,5% -77,1% Partafelagsskattur 8.792 6.190 16.812 42.117 36.962 320,4% -12,2% Vøru- og tænastuskuld 19.329 26.388 22.007 29.142 40.019 107,0% 37,3% Vinningsbýti 73.731 70.000 125.000 151.000 146.000 98,0% -3,3% Onnur skuld 28.676 50.225 64.319 95.329 86.118 200,3% -9,7% SKULD Í ALT 1.580.117 1.595.969 1.807.509 2.092.288 2.020.000 27,8% -3,5% PASSIV ÍALT 2.160.681 1.868.933 2.108.543 2.636.279 2.637.548 22,1% 0,0% - Hyggja vit at samlaðu skuldini í tíðarskeiðnum 2008 til 2012, er hon økt úr 1,580 miljardum í 2008 upp í stívliga 2 miljardir krónur í 2012. Samstundis er eginognin nærum óbroytt, segði Fróði Sivertsen Kelda: Januar - Høvdu móðurfeløgini - og ikki bara rakstrarfeløgini - í uppsjóvarvinnuni verið við í greiningini, hevði soliditeturin verið munandi hægri, segði Fróði Sivertsen í síni framløgu