Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í framløgu síni um gongd­ ina hjá føroyska fiski­ skipa­flotanum vísti Fróði Sivert­sen á, at nógv hevur verið frammi seinnu árini um makrel­in - hvat vit fáa burtur úr at áseta okkum egna kvotu, og hvat vit missa við ikki at vera partur av stranda­landa­av­taluni. – Sum grannskoðaravirki fara vit ikki at blanda okkum upp í kjakið um, hvat er politiskt rætt og ikki. Hann segði, at Januar til stuttleikar hevur hugt at, hvør miðal makrelprísurin hev­ur verið - hvat føroysk skip hava fingið fyri makrelin, og síðan eru samanburðir gjørdir við miðalprísir, sum út­lendsk skip hava fingið hjá Norges Sildesalgslag. Hann segði, at hetta eru tøl, sum eru almannakunngjørd í roknskapum hjá norska felag­num. Fyrst hægri Fyri at kunna seta upp eina ávísa mynd av gongdini, hevur Januar í uppgerðini og samanburðinum tikið árini aftur til 2005. Fróði Sivertsen segði, at í 2005 fingu føroysk skip ein betri makrelprís enn miðal­ prísin, sum Norges Silde­ salgslag læt. – Okkara skip fingu stív­ liga 12 kónur fyri kilo, meðan norski miðalprísurin hetta árið lá um 10-11 krónur fyri kilo. Árini 2006, 2007 og 2008 lógu prísirnir rættiliga á sama støði, men í 2009 var prísurin hjá føroyskum makrel­skipum nakað lægri, segði hann. Síðan lægri Hin stóri prísmunurin byrj­ar at síggjast í 2010, tá Før­oyar áseta sær sína egnu makrel­ kvotu. – Tá er miðalprísurin, sum Norges Sildesalgslag letur fyri makrel, góðar átta krónur fyri kilo, meðan miðal­prísurin, sum føroysk skip tá fáa, liggur niðri á um­ leið 4,40 krónum fyri kilo. Fróði vísti á, at miðal­ prísurin hjá Norges Silde­ salgs­lag økist í 2011, soleiðis at hann fer nakað yvir 10 krónur fyri kilo, samstundis sum prísurin, ið føroysk skip fáa, eisini økist og kemur upp á stívliga 5 krónur fyri kilo. – Í 2012 er miðalprísurin hjá Norges Sildesalgslag lækk­andi og liggur um 9 krón­ur, samstundis sum okk­ ara miðalprísur tá er góðar 6 krónur fyri kilo. Tað merkir, at spennið millum okkara prísir og teir norsku minkar í 2012, segði hann. Spennið veksur Í síni framløgu segði Fróði Sivertsen, at prísirnir fyri 2013 ikki eru tøkir, men hann segði seg hava varhugan av, at munurin aftur fer at veksa. – Norðmenn eru ikki byrj­aðir at fiska makrel av álv­ara enn, og tí vita vit ikki, hvør miðalprísurin hjá teim­um kemur at vera. Hin­ vegin halda vit, at okkara prísir hava verið eitt vet lægri í 2013 enn í 2012, og okkara makrelvertíð fer nú at líða, segði maðurin, sum legði fram greiningina hjá grannskoðaravirkinum Januar. Makrelur er 3-5 kr. dýrari í Noregi enn í Føroyum – Í 2005 fingu føroysk skip hægri prís fyri makrel enn miðalprísin, sum Norges Sildesalgslag læt. Árini 2006, 2007 og 2008 lógu prísirnir á sama støði. Hin stóri prísmunurin byrjar at síggjast í 2010, tá Føroyar áseta sær egna makrelkvotu, sigur Fróði Sivertsen hjá løggilda grannskoðaravirkinum Januar Miðal makrelprísur 0,00 2,00 4,00 6,00 8,00 10,00 12,00 14,00 2005 2006 2007 2008 2009 2010 2011 2012 Føroyski flotin Gns. Pris udenlandske fartøjer - NSS Talvan vísir, hvør miðalprísurin á makreli hevur verið hjá føroyskum og útlendskum skipum, har tey útlendsku skipini hava selt um Norges Sildesalgslag Kelda: Januar - Vit fara ikki at blanda okkum upp í kjakið um, hvat er politiskt rætt og ikki - hvat vit fáa burtur úr at áseta okkum egna makrelkvotu, og hvat vit missa við ikki at vera partur av strandalandaavtaluni, sigur Fróði Sivertsen hjá Januar Mynd: Vilmund Jacobsen