Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Einaferð var tað eitt lítið land Dagfinnur Danbjørg Landið var vakurt og ríkt og lá mitt úti í tí stóra havinum. Ein góð Guðs gáva. Av somu orsøk kundi tað gingið íbúgv­ unum avbera væl, men so var ikki. Svartbrúna slangan hevði vunnið sær innivist millum íbúgvarnar og tikið ræðið á mongum fólkum, virkjum og økjum. Fólkið stóð ikki saman, so slangufólkini yvirtóku alt, ið hevði við pening, virði og vinning at gera. Hetta kundi tey einans gera, tí tey høvdu viðhaldsfólk, sum afturfyri stuðulin vórðu lívgaði við góðum størvum og við lønum í tí góða endanum. Hini máttu so noyðast við tað, ið eftir var, soleiðis at flest øll fingu til dagin og vegin. Nøkur blivu tó við sviðið so. Hetta var annars als ikki neyðugt, tí yvaleyst var til, men slangufólkið býtti altíð ójavnt, sær og sínum til fyrimuns, og skilið var hareftir. Sum Nordahl Grieg - í kendu yrkingini sigur: Edelt er mennesket, jorden er rik. Findes her nød og sult, skyldes det svik. M.a. at ójavnt er býtt. Nakrir av teimum svørt­ brúnu, ið bæði høvdu logið og stolið og snarað lykilin í teirra fyritøkum, so mvgið til fólksins kassa í mill. kr. klass­ anum ongantíð fann vegin í kassan, men varð strikað. Nakrir av hesum vórðu løntir við at verða settir í hægstu politisku størv. Ófatiligt, men satt. Og skilið bleiv sjálvandi hareftir. Danir siga: Frækhed belønnes, men máti átti og eigur at vera við. Ella sum onkur annar plagar at siga, at skil skal vera í galskapinum. Havsins og harvið fólksins Guðsgivna ríkidømi var ókristi­liga býtt millum tey pol. og rel. høgraradikalu við stuðlum fyri lítið og lætt, so tey stóru kundu fáa enn eitt skump upp í gullrúgvuna. Strámenn fingu jól og góðar dagar. Eingin lætst at síggja ella hoyra nakað. Kós­in var hildin eftir upp­ skrift­ini: Gongur tað, so gong­ur tað. Og gongur tað ikki, so gongur tað álíkavæl. Og higartil hevur tað gingið álíkavæl. Og livikostnaðurin hevur tikið sína himmalflukt, með­ an eftirlitið hevur sov­ið. Hetta rakar sjálvandi mong meint. Tó ikki tey væl­bjarg­ aðu, sum hava nokk at taka av. Muran í høgraradikale pakk­inum letur seg eisini av­lesa av teirra politiska virki kring knøttin, tí teir hava stuðla líkasinnaðum og tí, ið verri er, sum t.d. Apart­heid í Suðurafrika, har tey littu vórðu viðfarin sum dýr. Og Pinochet í Chile , har fólkið hevði valt sær Salva­dor Allende sum forseta.. Tey svørtbrúnu og høgraradikalu stuðlaðu stutt eftir drápið av forsetanum í forsetaborgini, meðan teirra hetja – bøðilin Pinochet – fekk dripið í túsundavís av ósekum monnum, kvinnum og børnum til stóra gleði fyri høgraradikala pol. og rel. pakki. Og tá Oluf Palme varð myrdur, varð hann spei­rikin alment áðrenn hann varð lagdur til hvíldar. Hetta var og er hevitis skom fyri alt landið. Men teir seku vóru so fanansbesettir, at teir samstarvaðu við ný­nazist­ar­ nar sum um tað var størsta sjálv­fylgja, og tað var tað kanska eisini. Fy fanen. Skattabroytingar vórðu framdar eftir vælkenda høgra­radikala leistinum: Ong­in lætti til tey smáu, eitt sindur til til tey, ið forvinna nak­að, meira til tey, ið for­ vinna meira osfr. Upp til tey, ið forvinna millióna, tey fáa lætta upp á smáar 100.000,- kr. Vøo. hægri løn viðførir lægri skatt. Tann, ið hevur, skal fáa, meðan hann, ið lítið og onki hevur, frá honum skal sjálvt tað lítla, sum hann hóast alt hevur, verða tikið. Pengar til eldrarøkt eru trupl­ar at skaffa, meðan milli­arda­upphæddir til und­ ir­sjóvartunlar kunnu ryst­ast burtur úr ermini. Undar­ligt, tí øll tríva í, tá sung­ið verð­ ur: Tit, sum í fjøru fóru at skera tara har og taraleypin bóru langt inn um hagagarð. Tit, sum við haka gingu um mýru, eyr og sand og korn at næla fingu tit bygdu hetta land Tað eru sjálvandi tey eldru og gomlu, ið nú verða við­far­ in sum samfelagsins trupul­ leikar, ið bæði hava bygt og eiga landi. Tey høgraradikalu hava bert útnyttað tað, ið út­nyttast kann, so tað er sera harmuligt at hoyra teirra illvilja, tá tey gomlu skulu hava teirra med­menn­ iskjansliga tørv dekkaðan. Fúl skomm. Alt er vorðið so dýrt, at mong velja at flyta í onnur lond. Onnur hóra ígjøgnum við stuðli frá fam. og góðum fólki. Og ofta eru molarnir frá ríka mans borðið væl­ komnir. Men fleiri og fleiri í lítla landinum eru farin at hóma og skilja at einans ein frælsis- og javnstøðisloysn har fólkið hevur virðing hvør fyri øðrum og vísa hvørj­um øðrum solidaritet er ein góð gongd leið fyri øll, og at hon má og skal gang­ ast, óansæð hvat tey høgra­ radikalu halda og vilja. Verður neyðugt, so má fólkið geva teim høgraradi­ kalu hart og effektivt mót­ spæl, soleiðis at ein nýggj sam­felagsskipan fyri alt fólkið kann stovnsetast. Og fleiri og fleiri er vís í, at um einki hendur, og alt verður við tað verandi, so verður galin endi, tí um ella tá olja verður funnin, so fara tey svørtbrúnu við viðhaldsfólkum bæði í olju­ dans og pengaekstasu og síð­ani tiltuska tey sær milli­ ón­irnar í so stórari nøgd, at fólkið kemur so illa fyri, at so nógv sum ongantíð áður mugu pakka saman og flýggja. Og sjálvandi má tað ikki ske. Tí má fólkið til verka, ikki nú, men nú. Fremmandaarbeiðarar loysa av fyri lítið og lætt og sjálvandi uttan trygd av nøkrum slag. Eitt menn­iskja­ virði hevur lítið virði í háva­ hondum. So tað eru nógvar tungt­ vigandi orsøkir til, at 'olju­ sheik­arnir' verða steðg­aðir við neyðugari megi skjótast tilber, og áðrenn sheikaheiti hevur fingið reelt innihald. Og tá er tíðin komin til at sláa fast, at skal nakar flýggja, so er tað høgraharkalið, alt sum tað er. Tí fólkið vil ikki finna seg í framhaldandi kúgan. Nú er nokk. Meira enn nokk. Meirilutadiktaturið má avloysast av sonnum fólkaræði. Fólkið er - Guð ske lov – byrja at organisera seg til kom­andi stríð fyri frælsi, javna og solidariteti. Tey er nú meira vitandi um teirra leiklut í stríðnum og um, at høgraharkaliðið bert eigur at fáa tvinnar kostir: samstarva við fólkið upp á fólksins præmissir ella at fáa fótin. Føroyingar ynskja tykk­ um í lítla landinum í tí stóra havinum eydnu og alt tað besta og fara at fylgja tykkum og læra av tykkum. Guð signi land og fólk. Sosialurin sigur ósatt Johan Petersen Í brellbitanum fyri grein um, at sáttmálin um Eystur­oyar­ tunnilin við CIP er loyniligur, sigur blaðið ósatt í páhaldi um samanberingina við sátt­ málar um boriloyvir Í Sosialinum, sum kom í hvørt hús seinasta mikudag, skrivar blaðið í brellbitanum á síðu 2 fyri grein inni í blað­ num, har loyniligi sátt­málin við CIP um Eystur­oyar­ tunnilin verður samanborin við samsvarandi sáttmálar við DONG og Statoil um bori­ loyvir, at tað hevur verið ført fram av fleiri politikarum, at sáttmálarnir við oljufeløgini um boriloyvir hava verið loyniligir. Ósatt Blaðið sigur víðari, at ”ein sum eisini hevur víst á hetta í almenna kjak­in­um er formaðurin í sam­bands­ felagnum í Eysturoy, Jóhan Petersen á Glyvrum…..”. Og so roynir blaðið at insinu­era bæði óreglusemi og óreiði­ ligheit. Men her sigur blaðið ósatt. Havi ikki víst á, at sátt­málarnir við oljufeløgini eru loyniligir av teirri ein­ føldu grund, at eg ikki hava vitað, um teir vóru tað. Men eg havi spurt ”… sig mær, nær eru sáttmálarnir …………… ella fylgiskjølini til boriloyvini hjá DONG ella Statoil almannakunngjørd ella løgd fyri tingið? ” Og hetta er nakað heilt annað, Sosialurin! Sáttmálarnir ikki almannakunngjørdir Hetta setti eg mær eisini fyri at kanna, og tók tað 10 dagar at fáa svar frá Jarðfeingi, tí ongin hevði áður spurt um hesar sáttmálar. Tí máttu tey fyrst kanna, um sáttmálarnir komu undir alment innlit, og niðurstøðan var, at tað komu teir. Men sostatt fekk eg eisini svar upp á spurningar mínar, at sáttmálarnir ongatíð vóru almannakunngjørdir ella lagd­ir fyri tingið. At eg ikki upplýsti hetta í grein míni er einfalt tí, at svarið frá Jarð­ feingi kom fleiri dagar eftir, at greinin varð skrivað. At Jón Brian Hvidtfeldt sigur seg fáa innlit í sátt­ málarnar við oljufeløgini upp á 5 min. meðan tað tekur mær 10 dagar, sigur Jarðfeingi er ikki av teirri grund, at munur verður gjørdur á, hvør biður um innlit, men bara orsakað av, at tilfarið, sum eg hevði fingið, lá tøkt, tá JBH bað um innlit og bleiv bara forwardað til hansara. Følsamir upplýsingar verða útstrikaðir Havi eisini biðið um innlit í Marknagilssáttmálarnar, men havi ikki fingið svar, hóast tað nærum eru gingin ein mánaður síðan innlits­ um­bønin bleiv send. – Jú, fekk júst í skrivandi løtu svar, at eg kann sleppa at lesa sáttmálarnar á skrivstovuni hjá Landsverk, men at føl­ samir upplýsingar verða út­ strikaðir. Og at ”tílikir sátt­ málar verða ikki lagdir fyri tingið”…. Fjølmiðlar uttan fakliga stoltleika Sosialurin er eisini firtin um, at eg vísi á, at fjølmiðlafólk uttan fakligan stoltleika hava gruggað alt hetta málið. Hetta skal eg lata liggja hesa­ ferð. www.gevidblod.fo Felagið Blóðgevi Blóðbankin á Landssjúkrahúsinum J.C. Svabos gøta 43 100 Tórshavn Telefon: 30 45 22 Teldupostur: bbank@lsh.fo Blóðgevarar í Suðuroy Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi Sjúkrahúsbrekka 19 800 Tvøroyri Telefon: 34 32 70 Teldupostadressa: lab@ssh.fo Klaksvíkar Blóðdonorlið Rannsóknarstovan á Klaksvíkar Sjúkrahúsi Sniðgøta 1 700 Klaksvík Telefon: 45 45 45 Teldupostadressa: labblod@ks.fo