Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Muður mælir tað, sum hjartað er fult av – og beint nú stendur at bresta her við fyrireikingum til Vísinda­ vøkuna. Nú komið er á detaljustigið “leiga forleingjarar, tjekka at helium og kaka verður leverað til tíðina, minnast til vásaklæðir tá básarnir skulu setast upp”, nærkast av álvara at vera klárt. Hetta er ein tann stuttligasta arbeiðsuppgávan, sum eg yvirhøvur havi havt framíhjárættin at fáast við. Frá einum rættiliga vanligum vísindaligum tiltaki við trimum fyrilestrum eitt kvøld fyri 6 árum síðani, hevur Vísindavøkan vaksið seg til eitt ovurstórt tiltak við tilboðum til stór og smá, álvara og gaman. Tað eru nógv gott við hesum tiltakinum, men tað allar stuttligasta er, at øll sum eru við, bæði luttakarar og gestir, eru so positiv. Orsøkin er eftir mínum tykki einføld. Hetta er eitt tiltak, sum gevur meining, tað byggir brýr og økir vitanina í samfelagnum. Almennu vitanina um gransking og vitanina í granskingarumhvørvinum um, hvat rørir seg í almenninginum. Í ár er evnið Matur í víðastu merking, til búkin, sjálv­ sagt, tað er tað fyrsta flestu hugsa, men eisini matur til heilan, bæði bókstavliga og í fluttum týdningi. Tankin er at fáa lýst hugtakið mat úr øllum hugsandi sjónar­ hornum. Ein orsøk er at nógvir granskarar í Føroyum arbeiða við mati úr ymsum sjónarhornum. Ein onnur er, at hetta er eitt evni, sum hevur stóran almennan áhuga. Er tað nakað, sum er savnandi, so er tað matur. Vit elska at eta, serliga tá vit eru saman við øðrum. Nógvan mat, góðan mat, øh, eg meini ... lekran mat. Vit seta okkum við búgvið borð, eta og tosa um mat, um hvussu gott tað er, hvussu vit ikki áttu at etið meira og fáa okkum uppá aftur. Kjak um mat, hvat er gott og hvat er ringt, hvat er skila­ gott og hvat er heilsugott, finst allastaðni í dag. Um borðið, í miðlunum, í framleiðslu og so framvegis. Nógv av hesum kjaki er grundað á gransking og granskingar­ úrslit, men eisini á egnar royndir, fatanir og fordómar. Okkurt av tí, sum stóð í Vísindavøkublaðnum, hevur longu elvt til heitt kjak á Facebook og aðrastaðni. Greinin um grind sjálvandi, tað er altíð hon, sum loypir øði í - fólkið. Meira og minni sakligir spurningar verða settir við granskingarúrslit og tilmæli. Tað er ein sonn fragd at síggja kjakið, tí breiður áhugi og kjak um aktuella gransking er eitt av beinleiðis endamálunum við Vísindavøkuni. Gævi at fólk fara at sita undir fleiri av granskingarúrslitunum, sum koma fram, ikki bara í sambandi við grind, men alt møguligt, og bjóða av við spurningum av øllum handa slagi. Á tann hátt mugu granskarar kýta seg, bæði við nærlagdari gransking, við dyggum vísindaligum útgávum og við góðari og neyvari almennari kunning. Hetta styrkir alt um granskingina og vitanina. Kjarnin í allari gransking er nettup áhaldandi at undr­ast, ivast, venda, snara og seta spurningar og aftur spurningar, bæði við tað ókenda og við fyribils svarini. Gransking gevur vitan. Vitan er vald. Vitan skapar gróðrarbotn fyri vøkstri. Eitt gamalt orðatak sigur at Sjáldan er er forvitin fegin. Hetta haldi eg er fjas, eg haldi beint øvugt, at Forvitin er fegin! Annika Sølvará Stjóri fyri Granskingar­ráðið Forvitin er fegin! kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Leikluturin hjá embætis­ verkinum at tryggja rættarsamfelagið Kristina Samuelsen advokatur Í grein fyrr í mánaðinum setti eg spurnartekin við, hvat vit skulu hava embætisfólk til. Her vil eg royna at koma spurn­ing­inum eitt sindur nærri við eini lýsing av nøkr­ um per­sóns­ímyndum. Jeronimus og Politicus eru í­mynd­ir, ið lýsa ytstu mørk­ ini, tá tað kemur til dygd­ir hjá embætismonnum. Sam­ stund­is kann man kanska siga, at Je­r­o­n­imus er verji hjá rætt­ar­sam­fel­ag­num, með­an Pol­i­ti­cus er verji hjá demo­ krat­i­num. Jeronimus umboðar tær fyrr kendu klassisku em­ bæti­s­mann­a­dygd­ir­nar sum sak­kunn­leiki, løg­frøð­i­lig­an rætt­leika, fak­lig­heit, nær­ lagni og rætt­ar­trygd. Jer­o­n­i­ mus skil­ir eis­ini týdn­ing­in av at verja tær klass­isku dygd­ ir­nar. Hann er verji fyri, at regl­ur verða yv­ir­hildn­ar og garant­ur fyri sak­kunn­leika og konti­nui­teti. Sam­stund­is er hann eis­ini gar­ant­ur fyri, at eing­in kann seta spurn­ ar­tek­in við, um tað, sum fer fram, er lóg­ligt. Men hann hev­ur eis­ini nakr­a­r nei­lig­ ar síð­ur. Hann er sera upp­ tik­in av at verja tað ver­andi og vísa á hvørj­ar forð­ing­ar kunnu vera fyri pol­it­isk­ um ætl­anum, held­ur enn at finna loysnir. Sær sjálvdan fyr­i­mun við broyt­ing­um og hev­ur sum motto: ”Vera sum tað er, verða sum tað var”. Jeronimus bleiv í 80- og 90-u­num lutvíst trokaður burt­ur av Pol­i­ticus, ið legg­ ur dent á tey pol­it­iskt-takt­ isku at­lit­ini. Leik­lut­ur­in hjá Poli­ti­cus er at vera kreativur menn­ari av hug­skot­um og vera pol­it­iskur ráð­gevi. Hann leggur størri dent á politiska inn­living og ”gefühl” enn løg­frøð­i­ligan rætt­l­eika. Fer fyrst eftir tí røttu politisku loys­n­ini og spyr so aftaná – um hann yv­ir­høv­ur minn­ ist til tað – um loysnin er í sam­svari við lóg og rætt. Er tað iv­a­samt, so hálar hann í elast­ikk­ið. Í tí reint demokratiska sam­fel­ag­num eigur em­bæt­is­ mað­ur­in ein­ans at vera tæn­ ari hjá tí politisku leiðsluni. Men í og við at vit ikki bara liva í einum demokratiskum sam­felagi, men eisini í ein­ um rætt­ar­sa­m­fel­agi, so ligg­ur tað ein skylda á em­ bæt­is­mann­i­num at rað­festa rætt­ar­sam­fel­ag­ið og krav­ið um sa­k­k­unn­leika hægri enn demo­kra­t­i­ið. Rætt­ar­sam­fel­ ag­ið er grund­vøll­urin und­ ir okk­ara kon­sti­tu­ti­onella ­demo­krat­i­ið. Tað er ein avbjóðing, og ofta sera trupult fyri em­bæt­ is­verk­ið, at lyfta sína skyldu at rað­festa rætt­ar­sam­fel­ag­ ið. Ser­liga um møgu­leik­ar­nir fyri al­menn­um inn­liti í tær pol­it­iskt-fyri­sit­ing­ar­ligu av­ gerð­ar­mann­a­gongd­ir­nar eru ván­a­lig­ir, ella um tað inn­an­ hýs­is í fyri­sit­ing­ini ikki er vilji til at kjak­ast op­ið um trup­ul­leik­ar. Hinvegin skal man eis­ini taka atlit til, at um em­b­æt­is­ verk­ið ikki vil veita politisku skip­an­ini tað vøruna, sum poli­t­iska skipanin ynskir at fáa, so vilja politikararnir finna aðrar veitarar (antin eks­tern­ar ráðgevar ella in­ tern­ar pol­it­isk­ar ráð­gev­ar). Hetta skal so setast upp í­móti tørvinum á at varðveita in­te­ gri­tet­in og trúvirðið hjá em­ bæt­is­verk­i­num. Politicus kann sostatt tryggja, at tað ber til at varð­ v­eita skipanina, vit hava við ikki politiskum em­bæt­is­ monn­um. Men tekur hann yv­i­r, so er vandi fyri, at vit missa rættarsamfelagið. Avbjóðingin er at finna ta røttu javnvágina millum Jer­ o­n­i­mus og Politicus, bæði hjá tí ein­staka em­bæt­is­mann­ i­num, men í øllum førum í em­bæt­is­mann­a­skip­an­ini sum heild. Skipanin virkar ikki, tá Pol­i­ticus tekur yvir, og alt kann og skal metast við grund­ar­lagið í politiskum at­li­t­um, og tá reglur og fak­ kunn­leiki verða togaðar og bend­ar eftir umstøðunum. Vand­in við Politicus er ein ov stór pol­i­tisk undirbrotligheit og eitt ov ringt fakligt mó­t­ spæl. Tí er tað av stórum týdn­ingi at geva dygdunum hjá Jeronimusi rúmd. Tað er stræv­ið, men annars gongur gal­ið. Við íblástri, og lutvíst sum beinleiðis týddar end­ur­gev­ ing­ar, úr greinini: ”Samspillet mel­l­em politikere og em­ beds­mænd” hjá professor, dr. Jur. Jens Peter Christensen við Aarhus Universitet í út­ gávuni: ”Etik, ansvar og vær­ dier i den offentlige sektor”; Finansministeriet; ár 2000. Bogi Andreasen býráðslimur Fólkaflokkurin Svimjihøllin í Havn eigur eisini lutvíst at verða baði­ land við rusjibanum. Eg havi tik­ið hendan spurningin upp í samráðingunum um íløgu­ ætlanina hjá Tórshavnar komm­unu næsta ár Tað er høgt til loftið og vítt til veggja í snotuligu svimji­ høllini í Havn, og tí ber helst til at seta upp vatnrusjibanar í hesi frálíku høll, uttan at onn­ur svimjing í høllini verð­ ur nervað stórvegis. Eg havi lagt uppskot fyri býráðið um at seta pengar av til at kanna møguleikarnar fyri at hava bæði svimjihøll og baðiland við rusjibanum undir sama taki í Gundadali. Tað er mín fatan, at flestu bý­ráðslimir taka undir við slík­ari verkætlan. Eg havi áður alment borið fram, at høv­uðsstaðurin eigur at leggja rygg til eitt serstakt baði­land, sum er eitt sunt og mennandi átak fyri allar aldurs­bólkar í Tórshavnar komm­unu og kring allar Før­ oyar. Her kunnu fólk røra seg og hvíla seg, alt eftir hvør tørvurin hjá tí einstaka er. Ásannandi at tað neyvan fæst undirtøka fyri at byggja eitt sjálvstøðugt baðiland t.d. í Hoyvík, tí kostnaðurin verður ov høgur, mæli eg til, at vit royna at byggja um í verandi svimjihøll, so rusji­ banar kunnu setast upp har. Eg hugsi, at rusjibanarnir eitt nú kunnu setast soleiðis, at teir renna út í annan av teimum smáu hyljunum í svimjihøllini. Tann hylurin hevði so verið tikin frá teim­ um smærru børnunum, men bæði størri børn, tilkomin og eldri høvdu ístaðin fingið gleði av nýggju rusjibanunum – kanska tríggir í tali. Eg mæli til, at farið verður til verka beinanvegin at kanna eftir, hvussu umfatandi ein slík verkætlanin er, so gongd fæst á sum skjótast. Svimjihøllin í Gundadali hevur tænt bæði havnar­borg­ arum og øllum Føroya fólki væl í nógv ár, og stund­in er komin at menna virk­semið í høllini við millum øðrum hesum singli­breytum, sum seta futt í bæði ung og gomul. Eg eri kortini av teirri fatan, at virksemið og góði hýr­urin, sum eru í høllini í dag, ikki verða nervað ov nógv hesi verkætlan. Tað skal sjálvandi fyrst og fremst verða pláss fyri bæði ungum og gomlum í svimjihøllini, so vit øll kunnu kenna okkum væl í hesi frítíðarperlu mitt í høvuðsstaðnum. Rusjibanar setast upp í svimjihøllini