Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 19

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fólkaflokkurin hevur jarðlagt Sam­ bandsflokkin. Hetta er niðurstøðan hjá gamla formanninum í Javnaðarflokkinum, Jóannesi Eidesgaard, á tíðinda­por­ talinum www.in.fo mikudagin í hesi vikuni. Gamli floksformaðurin hevur vunnið sær status sum "politiskur eygleiðari", eftir at hann hevur tikið seg úr aktivum politikki. Hetta ber ivaleyst boð um, at Jóannes Eidesgaard framvegis hev­ ur so mikið av politiskari bacillu í kroppinum, at hann ikki fær hildið fingrarnar burtur frá tí politiska. Einki forgjørt er í tí. "Eygleiðingarnar" eru áhugaverd­ ar, hóast endamálið helst man vera at ávirka opiniónina til fyrimuns fyri Javnaðarflokkin. Jarðlegging Strikurnar á politiska fepur-stokk­ in­um hjá Jóannesi Eidesgaard siga honum, sum nevnt, at Fólka­flokk­ urin hevur "jarðlagt" Sambands­ flokk­in eftir løgtingsvalið fyri tveim­u­m árum síðani. Bókstaviliga merkir hetta, at Fólkaflokkurin hevur lagt Sam­ bands­flokkin í grøvina, soleiðis reint politiskt. Grundgevingin er, at Sam­ bands­flokkurin hevur givið Fólka­ flokkinum "fullkomiliga fríar ræs­ur at føra høgraliberalistiskan poli­ tikk". Er hetta ein korrekt politisk eygleiðing? Ja og nei. Nei, tí Sambandsflokkurin er ikki enn lagdur undir grønu torvu - og ja, tí at Fólkaflokkurin í roynd og veru hevur drigið Sambandsflokkin langt út í høgra borð. Tað kann ein og hvør síggja á førda politikkinum síðani valið í 2011. Her hugsi eg serliga um, at "flat­ skatturin" kemur ikki láglønar­ bólk­um til góða, og tí at skatting av pen­sjónum við inngjald fer at raka framtíðar pensjónistar hart fíggjarliga. Framtíðar fíggingin av vælferðarsamfelagnum er í vanda. Um vit skulu tala um jarðlegging, so er tað á ríkisrættarliga økinum, at "tampurin" veruliga brennur. Á hesum avgerandi sambands­ politiska øki hevur Sambands­ flokkurin flutt seg móti loysingar­ vonginum, har ið Fólkaflokkurin eisini stendur. Dreymar um ein RÍKJA-fe­lags­ skap (ið krevur loysing úr ríkinum), undirtøkan fyri einari nýggjari stjórnarskipan (sum leggur upp til loysing), burturspilti møguleikin at hækka ríkisveitingina (tað kost­ar vælferð), og øll talan um "buglur", "skøvur" og aðrar ólukkur í Ríkis­ felagsskapinum hava ikki júst hvest sambandsprofilin, tvørtur­ímóti. Støðan er tí á ein hátt álvarsligari, enn gamli javnaðarformaðurin ger hana til. Eitt er, at Sambandsflokkurin ikki er jarðaður, men hann hevur - av órannsakiligum grundum - stór­an skund við at selja út av arva­silvurinum: góðum sosial-libe­ ralum sambandsvirðum, har ið sam­starvið í Ríkisfelagsskapinum er ein grundsúla. Hetta er tann veruliga vanlukkan fyri einasta sambandsflokkin í land­inum, sum mong eru góð við men munnu kenna seg vónsviknan av. Miðflokkurin eisini í kvørnini Fara vit eitt stig víðari í politisku ana­lysuni, so sæst, at eisini Mið­ flokkurin er niðri í kvørnini hjá Fólka­flokkinum. Nú, ið Sjálvstýrirflokkurin hev­ ur fingið sekkin, og Fólkaflokkurin hevur avgjørt, at Føroyar í rúma tíð frameftir skulu vera flat­skatta­ samfelag við sosialari slagsíðu, hev­ur Fólkaflokkurin meldað út, at avgjøld á nýtsluvørur skulu hækka, og at brúkaragjøld skulu leggjast á vælferðartænasturnar. Sambandsflokkurin tegir. Hugsónarliga góðsið er fram­ vegis til sølu. Ongin veit hví. Miðflokkurin er tó so mikið illa kroystur niðri í høgraliberalistisku fólkaflokskvørnini, at formaður floksins roynir at muta ímóti. Vit síggja, at sama dag, sum Jóannes Eidesgaard tekur fep­ur­ in á føroyskum politikki, er Jenis av Rana úti við politisku signal­ lampuni. Hann vil hava time out. Ætlanin hjá Fólkaflokkinum skal "kannast", heldur hann. Kanska fari eg skeivur, men eg hugsi, at tá avtornar, fer Mið­ flokkurin at lata sær lynda, at onnur ráða og definera, hvussu kjarnuvirðini hjá Miðflokkinum verða førd út í lívið. Fólkaflokkurin fer - sum vant - at fáa sín vilja. Sambandsløgmaður fer at vælsigna víðgongda høgra- poli­tikkin og doypa hann "semju" ella "konsensus". Partísoldátarnir fara at taka við diktatinum, sjálvt um tey innast inni vita, at tað er galið. Soleiðis plagar at vera. Dupultspæl í Javnaðar­ flokkinum Tað kemur, sum vera man, væl við hjá andstøðuni í Løgtinginum, at Sambandsflokkurin og Mið­flokk­ urin ganga í takt, tá ið Fólkaflokkurin svingar taktstokkin. Nýggjasta veljarakanningin hjá Gallup vísir t.d. eina rímiliga stóra fram­gongd til Javnaðarflokkin, og kanningin vísir eisini, at sam­ bandsveljarar flyta yvir í Javnaðar­ flokkin. Ein orsøk til hesa flyting er, at Javnaðarflokkurin - síðani Aksel Johannesen avloysti tann full­ veldissinnaða Jóannes Eides­gaard - í sínum retorikki letst at hava kós út á sambandsvongin. Har er gott pláss, tí Sambandsflokkurin hevur flutt seg, og atkvøður ganga leysar. Fleiri munnu kortini helst undr­ ast á, at Javnaðarflokkurin ikki stendur seg uppaftur betri í veljara­ kanningini. Ein orsøk kann vera, at sam­ stundis, sum Aksel Johannesen puss­ar sambandsprofilin saman við góðum samríkisfólkum í Javnað­ ar­flokkinum, eru eisini loys­ingar­ kreftir við stórum valdi og ávirkan í flokkinum. Tað tykist, sum fólkatingsmaður Javnaðarfloksins hevur fingið "carte blanche" - ein blankokekk - til at víðariføra sín gamla tjóðveldis­ retorikk í Fólkatinginum. Hetta dreg­ur nakað - men ikki nóg mikið - av fullveldisatkvøðum til flokkin. Loysingarsinnaði politikkurin, sum Javnaðarflokkurin sostatt eisini rekur, styggir, og tað kostar helst eitt mandat, ella kanska bæði tvey. Sambandsflokkurin má rætta kós Nú er spurningurin: hvat er at gera? Svarið er neyvan einfalt, men tað er púra greitt, at um Sam­bands­ flokk­urin skal koma afturíaftur sum ein trúverdugur, sosial-liberal­ur sam­ bandsflokkur, so skulu "aðrir bollar í supp­una", sum tikið verður til. Ofta hjálpr at seta nakrar rele­ vantar spurningar, tá ið broytingar skulu gerast. T.d. kundi man sett hesar spurn­ ingar: • Skal høgrasnaringin halda fram, ella skal vendast aftur til tey sosial-liberalu grundvirðini og góða samstarvið í ríkinum? • Skulu smartar fólkafloksfidusir skiftast út við stabilan sam­ bands­politikk? • Skal Sambandsflokkurin aftur verða garantur fyri, at vit og skil ráða í fíggjar- og búskaparliga politikkinum? • Er tað skilagott, at Sam­bands­ flokkurin rekur ein poli­tikk, ið kann undirgrava Ríkis­felags­ skap­in? • Skal Sambandsflokkurin aftur fara at reka sambandspolitikk í samstarvi við samsint? • Hvør kann tryggja, at neyðugar broytingar verða framdar? Hesir spurningar eru kontro­versi­ ellir, og kanska gerst onkur firtin av teimum, men teir verða settir í bestu meining. Veruleikin má umrøðast, og vit mugu siga, sum er. "Jarðleggingin" av verulig­um sambandsvirðum og sambands­poli­ tikki má steðgast. Tá fer at lýsna fyri flokki, landi og fólki. tíðargrein Edmund Joensen fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin Tórbjørn Jacobsen Jóannes Eidesgaard Hans Pauli Strøm Hergeir Nielsen Jógvan Sundstein Edmund Joensen Politiski fepurstokkurin Um analysuna hjá einum gomlum javnaðarformanni og nýggjastu veljarakanningina hjá Gallup Hetta krossdiagram vísir, at síðani løgtingsvalið í 2011 hava stórar flytingar verið í føroyskum politikki. Høvuðstniðurstøðan er, at tað er trongligt á tí høgrasinnaða loysingarvonginum. Sambandsflokkurin hevur tíverri flutt seg til høgru. Flokkurin, ið er bygdur á sosial-liberal virðir, liggur nú undir liðini á tí høgraliberalistiska Fólkaflokkinum, sum er dominerandi maktin í samgonguni. Sambandsflokkurin tykist tíverri eisini at hava hug at sleppa einari av sínum grundsúlum: samstarvinum í Ríkisfelagsskapinum. Javnaðarflokkurin kann njóta gott av hesum. Flokkurin letst at flyta seg út á sambandsvongin, har ið gott pláss er eftir Sambandsflokkin. Spyrjandi og vónbrotnir sambandsveljarar og leysgangandi atkvøður. Hinvegin sæst eisini dupultspælið í Javnaðar­ flokkinum í diagramminum, tí ein tjóðveldissinnaður fólkatings­maður roynir at draga Javnaðarflokkin loysingarvegin. Miðflokk­urin hevur svølgt stórar kamelar í høgraliberalistisku samgonguni hjá Fólkaflokkinum, og tí er eisini tann flokkurin drigin út til høgru. Sjálvstýrisflokkurin er helst ørkymlaður eftir sítt ósjálvboðna farvæl til samgonuna, so hann er trupul at meta um. Hann er tó at finna høgrumegin miðjuna. Framsókn er sami høgrasinnaði loysingarflokkur sum áður, og hevur ikki enn fingið ávirkan í Føroyum. Onki nýtt er um Tjóðveldið, sum stórt sæð hevur sitið í andstøðu­myrkrinum í meira enn 10 ár. Har ber fram­vegis onki til uttan at kvetta og loysa fyrst. Politiska landslagið 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 
 





























?
 
 
 
 
 



?
 
 
 










 
 
 
 
 
 
 
 
 


 ?
 
 
 





















 ?
 ?




 ?












 
 
 
 




 
 
 
 
 
 Javn- aðarfl. Samband Loysing Vinstra Høgra Tjóð- veldi Sambands- flokkurin Fram- sókn Fólka- flokkurin Miðfl. Áðrenn løgtings- valið Eftir løgtings- valið Sjálv- stýris. Sambands- flokkurin Miðfl.