Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Óli Jacobsen 2. partur Henda ferðin vardi bara fýra dagar, og tað skuldi komast víða. Tí var ikki so nógv tíð til hvørja vitjan. Farið var úr Føroyum mánakvøld. Eftir at hava gist í Edinburgh fyrstu náttina var longu týsdag seinna­ part farið til Glasgow, størsti býur í Skotlandi. Her kom Tórður Jóanson við í buss­in. Farið var eina rundferð um býin og Tórður greiddi frá. Hann hevur búð í Glasgow í fleiri ár, her hann eisini hevur verið prestur. Um­framt hevur hann eisini skriv­ að eina doktararitgerð um Brøðra­ samkomuna í Føroyum. Hon kemur skjótt út á føroyskum. Mikumorgunin var farið til Dalry, har vit høvdu avtalað at koma kl. 9,30. Dalry hevði verið ein stórur býur í Føroyum, men í Skotlandi er hann lítil. Fólkatalið liggur um 5-6.000. Í 19. øld var stórur bummulls­ ídnaður við spinning og veving, sum var bæði konufólka- og mann­ fólkaarbeiði. Frá 1840-ini tók seg upp kola- og kálkvinna, sum broytti samfelagið nógv. Men henda vinn­ an hevur sæð sínar bestu dagar, og fólkatalið er minkandi. Dalry fekk jarnbreyt so tíðliga sum í 1840. Á Google eru nevndir fýra per­ sónar úr Dalry, sum hava verið kendir fyri ymisk avrik. William Sloan var ein teirra. Ein annar er Daniel Kerr f. 1836, sum flutti til USA, har hann virkaði sum løg­ frøðingur, borgmeistari og limur í lokala tinginum. Funnu barndómsheimið hjá Sloan Vitjanin í Dalry var fyrireikað av Neil Dickson, sum var hjálpari hjá Tórði, tá ið hann skrivaði um­ røddu ritgerð. Hann hevur eisini verið mær sjálvum ein góður stuð­ul í kanningunum um Dollan og hansara avrik í sambandi við Congo. Neil hevði við kanningum av gomlum skjølum og kortum funn­ ið fram til, hvar William Sloan var føddur. Har stóðu eini hús, sum víst vóru umvæld, men sum upp­runa­ liga helst var heimið hjá Sloan. Fyrr hevur bretin, Fred Kell­ing, sum skrivaði bókina “The Fisher­ man of Faroe” um Sloan, víst á eitt annað stað, men hann er sambært Dickson farin skeivur. Húsini vóru ein “typisk” lon frá teirri tíðini við trimum íbúðum í tveimum hæddum. Í niðaru hædd­ ini var vevað, og so búðu tey uppi á loftinum. Tað var hugtakandi at kunna steðgað her eina løtu beint á hesum merkisdegi. Hetta var ikki minst galdandi fyri 87 ára gomlu Kristinu Norðberg, abbadóttir William Sloan, og hennara trimum børnum Ellu, Niels Paula og Andrew. Beint við húsini rann áin Rye, har William sum smádrongur var um at drukna. Vitjan í upprunasamkomuni hjá Sloan Koyrt varð eitt sindur í býnum, til vit kl. 10,30 skuldu koma til Gospel Hall, Brøðrasamkoman í Dalry. Maðurin ið byrjaði hesa sam­ komu í 1864 var Samuel Dodds, ið misti sjónina sum smádrongur. Sam­koman fekk egin høli undan 1880. Tey høvdu ein nossligan sal, bygdur í 1911. Men samkoman hevur sæð betri dagar. Fyri nøkrum árum síðani vóru tey 100, men tað er minkað nógv burturav. Her hitti bólkurin John McCly­ mont, John McCallum og Douglas Kean saman við konum teirra. Samkoman byrjaði við, at Neil Dickson beyð vælkomin, tolkaður av Tórði. Hann greiddi eisini frá, at hann sum drongur hevði gingið í skúla í Dalry. Síðan varð sungin sálmurin “Prísa Gudi, lat í morgin hvíla í tín Faðirs hond” , sum Willi­ am Sloan yrkti. Svenning av Lofti hevði eina røðu á enskum. Sum evangelistur í Brøðrasamkomuni kundi hann um­boða samkomuna sum slíka í hesum sambandi. Hann var sera fegin um tann møguleika hann hevði fyri at kunna koma til Dalry henda serliga dag. Síðani greiddi hann frá søguni um Sloan, nakað soleiðis sum fyrr er greitt frá í Miðvikuni. Við Sloan kom nakað nýtt inn í kristniboðanini í Føroyum sum útimøtir, møtir við leikmonnum og sunnudagsskúli. Svenning greiddi frá ta stóru ávirkan boðskapurin hevði havt, nú um 15% av fólkinum verða mett at hoyra til brøðrasamkomuna. Tað eru um 25 samkomuhús, og eini 25 hjún virka úti í heimi. Føroyar-Skotland: 175 ára føðingardagurin hjá William G. Sloan Eftir at hava vitjað í Edinburgh og Leith fór ferðalagið hjá 62oN víðari til Glasgow, og dagin eftir var vitjað í Dalry júst tann dagin, tað vóru liðin 175 ár síðani, at William G. Sloan var føddur Kristina Sloan Norðberg saman við sínum børnum f.v. Niels Paula, Ella og Andrew, uttanfyri barndómsheimið hjá William Sloan Hetta er áin har hin lítli William mundi druknað sum smádrongur Salurin hjá Brøðrasamkomuni í Dalry gjørdur úr svávulpinnum Brøðrasamkoman í Dalry