hósdagur 26. september 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Svenning hevði eisini tvinnar
frásagnir, sum lýstu Sloan. Aðra
hevði tann tá 90 ára gamli Palli á
Lava sagt honum.
Hann hevði sum smádrongur
sparkað bólt uttanfyri hjá Sloan.
Bólturin var farin inn í tann vakra
urtagarðin hjá honum, og tað hevði
neyvan verið væl dámt av øllum.
Palli var við bivandi hjarta farin
inn í garðin hjá Sloan eftir bólt
inum. Hann visti ikki, hvussu hann
fór at verða móttikin.
Men Sloan var so findarblíður.
Hann legði, sum hann var kendur
fyri, hondina á høvdið á Palla og
segði: “Tro på Jesus”. Palli tók fegin
bóltin og fór avstað við honum.
Palli kundi ikki gloyma hetta, og
framvegis føldi hann vælsignaðu
hondina á høvdinum.
Hetta hevði eina slíka ávirkan á
henda lítla drongin, at tá ið Sloan
stutt eftir doyði, hevði hann fingið
blómur frá mammu sín, og hann fór
so spakuliga inn í Ebenezer og legði
blómurnar á kistu hansara, og so
líka spakuliga út aftur.
Hin frásøgnin er frá William
Heinesen. Í sambandi við, at tað í
1965 vóru liðin 100 ár síðani Sloan
á fyrsta sinni kom til Føroya, hevur
Petur Háberg, sum stjórnaði Lív og
Læru, havt eina lýsing av William
Sloan í útvarpinum. Her hevði
hann fingið William at greiða frá
síni fatan av William Sloan.
Her greiddi William fyrst frá,
at einaferð hann hugtikin hevði
lurtað eftir verkinum hjá Handel,
Messias, hevði hann eina kenslu av,
at júst hetta hevði hann upplivað
áður eina ferð fyri mongum árum
síðani.
Hann helt áfram:
“Tell me the old, old story” “Sig mær
ta gomlu, gomlu søgu”, soleiðis
byrjar ein av teimum sálmum,
ið William Sloan og trúarfelagar
hansara sungu onkuntíð umleið
1906, tá ið teir hildu evangeliskan
útifund á Húsabrúgv, har vit búðu
um tað mundi. Tað vóru hesar
Gospel Hymns, ið Sloan hevði við
sær úr heimlandi sínum Skotlandi.
Tað vóru hesir sálmarnir, Handels
Messias fekk meg at minnast aftur
á.
Seinni fluttu vit niðan á Ting
húsvegin og gjørdust næstu grann
ar Sloans. Tað var so skjótt, at vit
børn vóru væl kend við tey ungu
í Sloans húsi, og Andrew og eg, ið
vóru javnaldrar, gjørdust vinir og
leikbrøður.
Tað hendi av og á, tá ið vit
spældu í havanum hjá Sloan, at
hesin hvítskeggjuti og svartklæddi,
altíð so stillfarandi og fryntligi
bretski trúboðarin, kom og legði
høvdið á høvur okkara og segði “Tro
på Jesus”. Og eg minnist, at hetta
kendist sum ein signing.
William Sloan var miðalmaður
av vøkstri, klænligur, men heldur
herðabreiður. Eg minnist ongantíð
at hava sæð sæð sálarreinari og
eymari eygnabrá enn William
Sloans. Tað var eyðsæð, at hesin
maður út í odd og egg var ein góð
og stór sál, ein boðberi av einum
gleðiligum boðskapi, ein evangel
istur í sannari merking.
Sum hann stendur har í urta
garðinum millum leyv og blómur
– so langt afturí í tíðini, og tó enn
so merkiliga týðiligur og livandi fyri
minnið – vil eg altíð í takksemi og
ærufrykt minnast William Sloan,
sigur William Heinesen at enda.”
Svenning kundi eisini greiða frá,
at abbi konu hansara, Birgit, Hans
Joensen, var millum tey fýra fyrstu
í Brøðrasamkomuni í Havn.
Svenning bar eisini fram eina
heilsan frá Brøðrasamkomuni í Før
oyum, og sjálvur varð hann eisini
biðin um at bera heilsan aftur.
Hann endaði við at siga, at sum
hann gekk í gøtunum í Dalry henda
dagin, takkaði hann Harranum fyri,
at William Sloan fylgdi kallinum at
fara norður eftir – til Føroya, og ikki
suðureftir!
So hann kundi eisini takka Dalry
fyri at hava givið okkum William
Gibson Sloan, og hann bað um
signing fyri samkomuna í Dalry.
Síðan var aftur sungin ein sálmur
“Á krossi Jesus deyðan leið”, hjá
Sloan. Skotarnir sungu sama sang
in úr teirra egnu sálmabók. Umboð
fyri føroyska ferðalagið takkaði
fyri móttøkuna, og umboð fyri
samkomuna takkaði fyri vitjanina.
Síðan varð boðið drekka við køk
um.
Føroyingarnir fingu okkurt frá
samkomuni til minnis um vitjanina,
og samkoman fekk eisini okkurt
minni úr Føroyum. Kristina Sloan
Norðberg fekk eisini eina serliga
gávu frá samkomuni í Dalry.
Tað var breið semja millum øll
í ferðalagnum um, at hetta var ein
virðilig minning um Sloan, og tað
uttan mun til tilknýti til brøðrasam
komuna.
Í eini Miðviku um William Sloan
skrivaði eg, at hansara foreldur vóru
katolikkar. Men Niel Dickson sigur,
at tað vóru tey ikki. Hann var sum
barn doyptur í Church of Scotland,
sum er “fólkakirkjan” í Skotlandi.
Sloanættin aftur
til Skotland
William og Elspa Sloan fingu
seks børn. Tað einasta av teim
um, sum fólk vita nakað um, er
Andrew, ið sum ungur fór at ar
beiða í handlinum hjá Hans Joen
sen. Framvegis ungur gjørdist hann
kendur trúboðari hjá Brøðrasam
komuni í Føroyum. Hann giftist
við Ellu úr Klaksvík, og tey fingu
børnini William, Elsebeth, Kristinu
og Poul.
Hinir báðir synirnir, Archibald og
Poul, endaðu í Skotlandi. Archibald
vita vit lítið og einki um, uttan at
hann búsettist í London. Poul vita
vit nakað um. Hetta er partvíst frá
dagbókini hjá Petur Alberg. Teir
vóru systkinabørn og vinir.
Men tá ið Poul doyði í 1952 endur
gav Norðlýsið minningarorð, sum
høvdu staðið í Shetland Times. Her
varð millum annað sagt:
Maðurin sum fyri gott fimmti
árum síðani var væl kendur í Ler
wick, Poul Sloan, doyði tann 29.
januar á Forrester sjúkrahúsi í
Aberdeen, 70 ára gamalur. Hann
hevði eina tíð verið plágaður av
hjartasjúku.
Síðan verður greitt frá kendu
søguni um tá ið pápin, William
G Sloan kom til Føroya, og hildið
verður áfram:
Fyri at geva børnunum hjá gamla
Sloan kunnleika til enskt mál komu
tey til Bretlands.
Poul kom til Hetlands við byrj
anini av aldamótinum. Her las hann
upp føroyskt fyri harra J.J. Haldane
Burgess, sála, sum afturfyri lærdi
Poul enskt.
Poul Sloan arbeiddi í mong ár á
skrivstovuni hjá harra John Irvine,
ið var skipsmeklari. Síðan fór hann
suður til Glasgow, har hann búði
í tvey ár fyri síðan aftur at fara
til Lerwick og aftur í tænastu hjá
Irvine í eitt ár ella so.
Aftur komin til Glasgow fór
hann í tænastu hjá Continental
Rubber Tyre felagnum, men henda
fyritøkan helt uppat undir 1.
heimsbardaga. Poul fór so í tænastu
hjá aðrari fyritøku í Glasgow, ið
seldi eykalutir til motorar. Nøkur
ár seinni kom hann norður til
Aberdeen, har hann gjørdist ferð
andi sølumaður fyri eina heilsølu,
og síðan kom hann at arbeiða fyri
Speedwell Lubrication Oil.
Poul kom til Lerwick fleiri
ferðir sum umboðsmaður fyri
hesa fyritøku, og á slíkum ferðum
endurnýggjaði hann vinarbandið
við teir fáu vinmonnum frá ung
lingaárunum, ið enn vóru á lívi.
Meðan Poul Sloan búði í Ler
wick vísti hann ógvuliga stóran
áhuga fyri fótbólti og var limur í
fótbóltsfelagnum Víkingur. Hann
fór eina ferð til Føroya og tók við
sær ein fótbólt, og tað verður sagt,
at hann lærdi føroyingar at sparka
fótbólt. Hetta bar við sær, at seinni
vórðu dystir spældir millum føroy
ingar og hetlendingar. Hann var
ein sera væl umtóktur maður, ið
átti eina rúgvu av vinum, ið fegnir
vildu hitta hann, tá ið hann kom til
Lerwick seinni árini.
Annar
sonur
hansara
varð
særdur og doyði undir heimsbar
daganum, og hin sonurin varð illa
eitraður av gassi.
Stór samkensla er við frú Sloan
og familjuna.
Norðlýsið leggur afturat, at Poul
Sloan var væl kendur av føroy
ingum, sum í stórum tali vitjaðu
Aberdeen í bardagaárunum, og var
hann teimum mangan til hjálp
ar. Móðurmálið hevði hann ikki
gloymt, hóast hann ikki hevði sæð
Føroyar í mong ár, og tað kom mang
an væl við, tá hann hitti landsmenn,
ið ikki dugdu enskt.
Annar sonur Poul kallaðist Eric,
og hann átti í hvussu er eina dóttir,
Corin. Hon hevur búð í London.
Ættin í Føroyum royndi fyri nøkr
um árum síðani at fáa samband við
hana, men hetta eydnaðist ikki.
Um døturnar hjá gamla Sloan
kann stutt sigast, at Anna bleiv
búgvandi í húsinum, Betty fór at
arbeiða sum sjúkrasystir í Glasgow.
Ketty giftist og búsettist í Haders
lev. Eingin teirra átti børn.
Í komandi parti
verður farið norður eftir
vestantil
á
Skotlandi
til
Mallaig og Isle of Skye, har
føroyingar keyptu sild. Her er
eisini ein romantisk søga um
ein ring, sum eftir 40 ár kom
við aftur til Føroya.
Neil Dickson bjóðar vælkomin og Tórður tolkar
Svenning av Lofti greiðir frá
Ferðalagið lurtar við andakt. Fremst Kristina Sloan og dóttirin Ella
Umboðsmaður fyri samkomuna takkar fyri vitjanina