hósdagur 26. september 2013síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kinna Poulsen
Føroyska lyndið til at dyrka tað
farna er innan byggilistina eftir
øllum at døma avmarkað til ávísar
avgamlar bygningar við flagtekju.
Hetta sæst, nú umbyggingin av
bygningum á Vestaru Vág er part
víst liðug, og gamla Saltsølan er
transformerað til ein snøggan, men
fullkomiliga anonyman bygning.
Gunnar Hoydal, arkitektur og rit
høvundur heldur sum heild, at far
ast má fram við fyriliti og varsemi
og við greiðari ætlan um, hvat kann
fáast burtur úr umbygging og ný
bygging.
Tórshavnar Kommuna hevur
kunngjørt, at Vinnuhúsið Vestara
Vág um stutta tíð verður veruleiki
í teirri umbygdu Saltsøluni. Húsið
skal eftir øllum at døma vera part
ur av einum Silicon Valley átøkum
vinnuøki mitt í føroyska høvuðs
staðnum og tá yvirritaða nú fer at
finnast at verkætlanini, er tað ikki
avvarðandi
arkitektavirki,
sum
hevur staðið fyri byggjarínum, sum
verður brikslað. Als ikki. Ábyrgdina
fyri tí, sum hendir á økinum eigur
byggiharrin, Tórshavnar Kommuna,
sum uttan fyrilit er farin í holtur
við at beina fyri ídnaðarsøguligum
dýrgripum á einum tí áhugaverd
asta økinum í okkara høvuðstaði.
Saltsølubygningurin er farin, og
Bacalaobygningurin er væl á veg,
og tá arbeiðið er liðugt verða flest
spor av fortíð og av upprunasam
leikanum á Vestaru bryggju ruddað
burtur í eini penleikans ruddingar
aldu.
Silicon Valley í Havn?
Vinnan er grundleggjandi týdning
armikil og skal hava góðar umstøður
- tað vita og góðtaka tey flestu.
Tað er verri at fata og góðtaka, hví
vinnan skal vera ómentað, hví hon
skal hava so andleysar karmar. Tað
mátti verið møguligt onkursvegna
at sameina tingini. Vit sóu sama
trupulleika á Tvøroyri herfyri, tá
Varðin Pelagic ikki tók sær tykni av
mentanarsøguligu
dýrgripunum
á bryggjuni har, fyrr enn virkið í
roynd og veru varð tvungið til at
taka atlit. Sjúrður Olsen úr Vinnu
nevndini í Tórshavnar Kommunu
hevur í fjølmiðlunum greitt frá
m.a., at Vinnunevndin ímyndar
sær eitt kveikingarstað eins og
"Silicon Valley" á Vestaru bryggju,
og at Saltsølubygningurin verður
nútímansgjørdur fyri umleið 45
milliónir kr. Bygningurin skal nýt
ast til at hýsa fyritøkur, sum hava
eitthvørt við sjógvin at gera, og
pláss verður fyri 15 til 20 fyritøkum.
Gamaní er umvælda Vinnuhúsið
við Vestaruvág snotiligt við ný
mótans glasfwasadu, men hesin
kaldi, blái glasbygningurin fær
meg at sakna tann kiksaða, løgna
Saltsølubygningin við smáu flis
unum á grundini og eg haldi, at
umvælingin sum heild sær út til
at vera framd uttan atlit til hvussu
bygningurin sá út fyrr. Hetta sama
er við at henda við tí fína hvíta og
bláa Bacalaobygninginum við teim
um serstøku maskinhallarglugg
unum, har fasadan, sum vendir út
móti sjónum og sum sæst frá flat
skattabrúnni við Kaffihúsið í Vágs
botni, longu er broytt munandi.
Føroyingar virðismeta
tað avgamla
Samanumtikið tykist tað sum um, at
føroyingar í stóran mun virðismeta
og romantisera estetikkin frá gamla
bóndasamfelagnum, hús við flag
tekjum osfr., sum vit fegin vilja
varðveita, meðan lítil og eingin
áhugi er fyri bygningum frá fimti
árunum, teimum mongu smáu
blikkklæddu húsunum (sum verða
klædd við træ) ella gomlum ídnaðar
bygningum. Í størri býum kring
allan heimin verður stórur dentur
lagdur á at varveita ídnaðarøki og
ídnaðarbygningar, tí teir eru ser
merktir og partar av søguni hjá
býnum. Hugsa vit ein bý sum eina
livandi organismu, ið skal skal
mennast og liva yvir tíð, skulu nýggj
nútíðar íkast heilt vist leggjast
afturat javnan, samstundis sum vit
verja og bókstavliga byggja víðari á
tey søguligu sporini í staðin fyri at
viska tey út. Í fleiri býum i Europa
eru gamlir ídnaðarbygningar frið
aðir og fleiri verða brúktir til lista
søvn og annað mentanarligt. Í
Keypmannahavn er tað spennandi,
sum verður gjørt við risastóra økið
hjá Carlsbergfyritøkuni í løtuni.
Stóra europeiska Eurovision sang
kappingin verður í Keypmanna
havn komandi ár, har grand prixið
fer at ganga fyri seg í B&W bygn
ingunum á Refshaleøen. Eingin ivi
er um, at hetta hongur saman við
tí serstaka rustikka autenticitet
inum, sum merkir hesar bygning
um. Mentan og list trívist væl í
gomlum ídnaðarbygningum, tað
sæst í Tate Modern í London og
nógvar aðrastaðni. Eisini í Føroyum
gongur ymiskt mentanarligt fyri
seg í gomlum ídnaðarbygningum,
í Klaksvík, á Tvøroyri og í Havn í
pakkhúsunum og í Østrøms fabrikk,
Byggilist snýr seg ikki
Gamaní er umvælda Vinnuhúsið
við Vestaruvág snotiligt við nýmót
ans glasfasadu, men hesin kaldi, blái
glasbygningurin fær meg at sakna tann
kiksaða, løgna Saltsølubygningin við smáu
flisunum á grundini og eg haldi, at um
vælingin sum heild sær út til at vera framd
uttan atlit til hvussu bygningurin sá út fyrr