Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 23

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 bert um vakurleika har mentanar­virksemið blómar. Grøni bygn­ingurin á Rundingi hevur í nøkur ár hevur verið brúkt­ ur til listahøll og atelier, hetta er skilagott og hesin bygningurin við stóru skipatekningunum í gólv­un­ um verður vónandi varðveittur. Eitt spennandi býarøki Vestara Bryggja verður av arkitekt­ um mett sum eitt tað mest spenn­ andi býarøki í Føroyum, mitt í bý­ num og so er økið velduga stórt sum allur miðbýurin alt Reyn, frá Áarvegnum niðan Tinghúsvegin til Bøkjarabrekku yvir til Tórsgøtu og oman aftur á Vestaru Vág, alt hetta økið sum á mangan hátt liggur sum ein stórur framtíðar møguleiki. Men á hesum økinum eru lutfalsliga fáir av bygningunum, sum kunna sigast at hava eitt ávíst varðveitingarvert virði og tí kann tað undra, at júst Saltsølan og Bacalao/Fiskavirking, sum hava verið við til at skapt ser­ staka ídnaðarsamleikan í økinum, skulu broytast fyrst. Vinnuhúsið kundi t.d. verið bygt sum nýggjur bygningur yvir av einari skynsamt renoveraðari Saltsølu- ella Bacalao fasadu, hetta kundi veruliga skapt eitt dynamiskt býarrúm við hópin av møguleikum. Eftir tekningini at døma, so verður næstan onki byggi­ listarligt spor av týdningi eftir á Vestaru Bryggju tá allur Bacalao­ bygningurin eisini er renoveraður sambært ætlanini og tað haldi eg vera ómetaliga skeivt og eg skilji ikki, at eingin arkitektur talar at, t.d. býararkitekturin - ella er nakar býararkitektur yvirhøvur til í løtuni í Tórshavn? Eg sakni yvirhøvur atlit og reaktiónir, tá eldri bygningar verða tiknir burtur. - "Latið ei søg­ una doyggja" syngja vit av hjarta, men meina tað eftir øllum at døma bara, tá tað snýr seg um bygningar, sum frammanundan eru friðaðir og sum vit tessvegna vita hava onkran mentanarligan týdning, t.d. á Tinganesi og á Reyni, og heldur ikki har er virðingin serliga stór, tá Tórshavnar Kommuna kann finna uppá at seta gomlu søguligu Pæsastovu í Bringsnagøtu uppá ein sølulista. Tað var jú har, pioner­ urin Jens Christian Svabo livdi og har hansara virðismikla nóta­skrá­ seting av samtíðartón­leik­inum varð funn­in. Eiga vit ikki í okkara lítla høvuð­s­staði at halda fast í tí­lík­um mentanar­søgu­ligum og ídn­aðar­ søguligum bygning­um. Gamli kjøt­ býurin í Keyp­manna­havn er dømi um ein tílíkan ídnaðar­søgu­ligan býarpart, sum í umvæl­ingini varð varðveittur í gomlum funk­tional­ istisk­um stíli, og sum er livnaður upp sum kreativur og listar­ligur mið­depil í danska høvuðs­staðnum. Havnin innan fyri Stóragarð Gunnar Hoydal var býararkitektur í Havn í 25 ár frá 1972 til 1997, og í fjør var hann við til at gera visionera bóklingin "Havnin innan fyri Stóra­ garð", sum m.a. umrøddi alt økið á Vestaru Bryggju, sum hann metir vera týdningarmesta økið í Havnini: "Tað er stórt og vítt, mitt í býnum, men illa farið við stórum og tómum bygningum, sum ikki vita, hvat skal verða og hvussu, men við nógvum møguleikum. Í bóklinginum verður skotið upp at skapa eitt virkið um­ hvørvi fyri gransking og hægri lestri og lata Fróðskaparsetrið vaksa av Debesartrøð og oman móti bryggjuni. Ivasamt er enn, hvussu verður við fiskavirking her, men annað virksemi kundi ver­ið við vørumenning, skipasmíði og hav­rannsóknum, og eitt virkið lista­ umhvørvi kundi verið í ein­um parti av teimum gomlu bygn­ing­unum. Oljugoymslurnar eiga at verða flutt­ ar burtur úr bý­num, og har kundi í staðin verið bygdar lestrar­íbúður." Víst verður í bókling­inum eisini til royndir aðrastaðni, t.d. Carlsberg í Keyp­manna­havn og Urban Live Lab í Tokyo. Saknar ikki saltsølu­ bygningin Gunnar Hoydal harmast ikki um umbyggingina av Saltsøluni, sum hann altíð hevur hildið verið ein heldur misháttan og kaldan bygn­ ing, sum í nógv ár hevur havt tørv á umvæling og ábøtum: "Tað ser­staka er í grundini støddin á honum og teir nógvu fermetrarnar í honum, men ljósviðurskiftini innan eru vána­lig, tí vindeygu eru ikki í síð­ uni móti Bacalao. Tunnu­virki var inni har í sínari tíð, tá silda­fiski­ skapurin var upp á tað besta, og søgan um saltið er áhugaverd, men byggisøguliga er virðið ikki stórt. Eg haldi, at tað nú er ein meira hugaligur bygningur at síggja til, men tað er at undrast á, at hetta stóra arbeiðið er gjørt uttan at vita rættiliga, hvat skal vera í honum. Tað er ein øvugt mannagongd, tí vanliga er avgerandi takið í einari byggiætlan at vita gjølla, hvat skal verða í bygninginum." Eitt saknað skrímsl Viðvíkjandi teimum byggilistarligu fyrilitunum fyri verandi bygningum er altíð ráðiligt at fara varliga fram, heldur Gunnar Hoydal og heldur fram: "Eg hugsi ofta um tvey dømi, sum tóku seg upp ta fyrstu tíð­ina, eg var býrarkitektur í Havn. Annað var bilaverkstaðurin hjá Júst Sivert­sen í gamla býnum. Tað var ein stórur betongbygningur, mitt ímill­um tey lágu húsini á Bakka­ hellu. Arbeiðið upp á bilarnar fór fram í kjallaranum og í túninum, og lastbilarnir vóru hægri enn tekj­ urnar á flestu grannahúsunum. Men at keypa bygningin við tí eina enda­máli at taka hann niður, tað var í fyrstani ovboðið hjá fleiri bý­ ráðslimum. Tað bar kortini til, og í dag er urtagarðurin vestan fyri bæði húsini í Kina eitt prýði í bý­ num. Hitt dømi er gamla Perlan, sum stóð á tríkantinum millum Mylnu­gøtu og brekkuna niðan á Bryggju­bakka. Eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga. Zacharias Heinesen hevði átt Perl­una, William hevði havt sína málara­stovu uppi á loftinum, og úr miðhæddini komu tónar frá ung­ dómi, sum royndi nýggjar og øðrvísi leiðir. Húsið hevði søgu og týdning í býar­myndini, men knappliga ein dagin var hon burtur, tikin av ósemju í býráðnum. Síðani havi eg saknað hana, nú í 33 ár". Bacalaobygningurin má varðveitast Gunnar Hoydal tekur samanum: "Tað byggilistarliga er ikki bara tað vakra, tað eru eisini søgurnar og tað søguliga. Tí er rætt at fara fram við fyri­liti og varsemi og við greiðari ætlan, hvat kann fáast burtur úr um­bygging ella nýbygging. Eftir mínum tykki er lítið av bygningum við byggilistarligum áhuga á Vest­ aru Bryggju uttan bygningurin hjá Bacalao, sum er eitt tað seinasta verkið hjá H.C.W Tórgarð, arkitekti. Tað eigur at verða varðveitt í sínum upprunaliga líki". Hitt dømið er gamla Perlan, sum stóð á tríkantinum millum Mylnu­gøtu og brekkuna niðan á Bryggju­bakka. Eingin vinkul var beinur, annar skjøldurin var breiður, hin lágur, rukkupláturnar vóru skoyttar og rustaðar: Hon var eitt skrímsl, men hevði tað yndið, sum roynd og láturmild fólk eiga