hósdagur 26. september 2013síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. septmeber 2013 · Nr. 111
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Óli Jacobsen
Vit hava fyrr umrøtt gravsteinin
hjá Hans Christiansen í Fjósi, sum
var handilsmaður í Havn.
Kona hansara Anna Cathrina
er eisini jarðað á Svínaryggi. Her
er tað sjáldsama, at meðan hjún
vanliga eru jarðað saman, er hetta
ikki galdandi fyri hesi bæði. Tey
liggja nokk so langt frá hvørjum
øðrum.
Í 2008 var ein Koltursættarstevna
fyri eftirkomarar hjá Mariane
Cathrine Niclasdatter (1788-1855)
og Hanus Niclassen f. 1792.
Tær ættir sum vóru umboðaðar
vóru:
Elspa uttar í Stovu
Lisa í Skemmuni
Anna Katrina í Fjósi
Marin Frederikka undir Kletti
Nicolina hjá gamla Sakarisi
Oldurabbin Niklas var føddur
1687 í Koltri og doyði í 1759. Hann
var bóndi í Koltri og festi í 1731.
Hann átti ein abbason, sum eisini
kallaðist Niklas (1765-1832). Hann
varð kallaður kongurin í Koltri, tí
hann dømdi og brúkti húsið sum
fangahús. Tey dømdu fingu mat
niður gjøgnum ljóðaran.
Ættirnar sum hittast vóru tískil
eftirkomarar
hjá
abbabørnum
hansara.
Anna Katrina
Anna Katrina er fødd í 1823. Hon
giftist í 1850 við Hans Christiansen,
í Fjósi (1821-1895). Foreldur hansara
vóru Anna Davidsdóttir úr Kvívík
og Christian Hansen. Pápin er
deyður ungur.
Frá fólkateljingini frá 1850 sæst,
at Hans Christiansen var ’hand
elsdrager’, meðan Anna Cathrina
var tænastugenta hjá handilsfor
valtaranum, Jacob Nolsøe, so tey
hava óivað hitt hvønn annan í
Kongliga Handlinum.
Anna Katrina og Hans búðu
fyrstu tíðina í handlinum í Bring
snagøtu. Men seinni bygdu teirri
stóru Fjósatrønni. Teirra hús standa
umbygd, har Gripsvegur er nú.
Børnini
Ellen Marie Christiane Hansen
(1851-1853)
Hans David Hansen (1852-1853)
Ellen Maria Súsanna Christian
(1854-1888),
Maria Elisabeth Hansen (1856-1858)
Hans David Hansen (1858-1890),
handilsmaður
Christian Procles Hansen f. 1860,
doyði ungur
Niels Pauli Hansen f. 1863
Jacob Hansen, (1865-1934) skriv
stovumaður
Thomas Evenius Hansen (1869-
1949)
Tummas var oddamaður
í umhvørvisrørsluni
Tummas var tað einasta av systkj
unum sum giftist. Fyrst var hann
politistur. Hann gjørdist í 1910 fyrsta
postboð í Havn. Í 1919 gavst hann
at ganga regluliga við posti og fór
mest at arbeiða inni á posthúsinum.
Hann gjørdist pakkmeistari. Tó bar
hann framvegis post við peningi
út. Tummas legði frá sær í 1939,
tá ið heilsan fór at bila. Tummas
arbeiddi m.a. saman við Enok á
Frælsinum, fyrr umrøddur í hesi
røð.
Kona hansara var Hansina f.
Hansen (1872-1952), ættað av Eiði.
Hon var systir Juliu, konu gamla
Sámal Petur Petersen í Fuglafirði.
Hon var ein kend jarðarmóður,
sum eisini arbeiddi fyri rættindini
hjá jarðarmøðrum, sum greitt frá í
tí partinum í hesi røð, sum var um
pápan, Hans.
Tummas í Fjósi gjørdi nógv
burtur úr sínum landbúnaði. Hann
hevði upp til 10-12 neyt og seldi
tískil eisini nógva mjólk, sum var
mangulvøra í Havn. Hann var
eisini undangongumaður at dyrka
grønmeti og dyrkaði eisini fleiri
sløg av berum, so tað vóru til dømis
nógvar rabarbur eins og ber seld.
Men einki skuldi fara til spillis,
tí hevði hann kaninir at eta tann
partin av gróðrinum, sum annars
fór burtur. Vatnið av takinum mátti
eisini koma til nyttu, so tað varð
veitt í eina tunnu. Hetta lætti um í
mun til at farast skuldi i Havnará
eftir vatni.
Tað sama var við landinum, sum
jú var so óført at vaska hár við. Tí
var eisini landtunna.
Hesin hugburður kom eisini til
sjóndar, tá ið Tummas saman við
øðrum, lótu menn sleppa at byggja
omaná neystini teir áttu í Vágsbotni,
fyri at spara. Oman varð settur
tann bygningur, sum seinni varð
kendur sum Perlan. Undan Perluni
hevði Nyholm Debes verkstað har.
Hervið gjørdist hvør eindin bíligari
at halda viðlíka.
Tummas var sera avgjørdur frá
haldsmaður og var virkin í tí gamla
fráhaldsfelagnum. Hann vildi ikki
síggja brennivín í húsinum, so
yngra ættarliðið mátti finna støð
uttandura at goyma sín løg!
Av børnunum hjá Hansinu og
Tummasi var bert eitt, sum førdi
ættina víðari. Tað var Sofía Maria
(1900-1957), sum giftist við Magn
us Andeassen (1900-1988) úr Fugla
firði.
Av teirra børnum var tað eisini
bert eitt, sum førdi ættina víðari, og
var hetta Kamilla (1929-2012). Hon
giftist við Hans Sørensen (1927-
2009) úr Trongisvági. Tey fingu hin
vegin fimm børn, sum aftur hava
fleiri børn í part, so sigast kann at
ættin er bjargað.
Hans Olaf – konan
var 20 ár eldri
Ein sonur Tummas og Hansinu
var Hans Olaf, føddur í Havn 7.
september 1895. I november 1911
verður Hans Olaf, sum tá hevði
fingið realprógv, settur sum lærari
við skúlarnar í Funningi og við
Gjógv, og hetta starv hevði hann
til 1913. Tá fór hann á læraraskúla
í Havn og tók læraraprógv í 1914.
Frá september 1914 til juni 1917 varð
hann aftur lærari í Funnings sókn.
Frá 1918 – 1920 var hann fulltrúi
hjá sýslumanninum í Suðuroy,
Oliver Effersøe. Frá august 1920
til desember 1925 var hann sorin
skrivarafulltrúi. Frá 1926 til 1962
var Hans Olaf stjóri í Føroya Van
lukkutrygging.
Hann var umframt hetta lim
ur
í
forlíkskommisjónini
frá
1926, roknskapargranskari í Før
oya Banka eisini frá 1926, í Tórs
havnar
líkningarnevnd
1925-32,
semingsmaður 1928-1931, formaður í
umboðsmevndini í Tryggingarsam
bandi Føroya 1940-1964.
Eitt skifti var hann formaður í
Havnar Sangfelag og spældi eina
tíð av og á urgu í Havnar Kirkju.
Hans Olaf giftist 8. september
1921 við Dagmar Edith Hedvig Niel
sen úr Randers. Hon var 20 ár eldri
enn hann, so tey fingu ikki børn.
Hon arbeiddi á sýsluskrivstovuni
á Tvøroyri og var systir konu Oliver
Effersøe.
Kristian Djurhuus varð í 1920
bara 25 ára gamal settur sýslumaður
í Suðuroy.
Olivuri dámdi als ikki, at hesin
ungi alvin úr Havn skuldi verða
hansara eftirmaður, og hann gjørdi
alt fyri at stinga honum skør.
Hóast Kristian og Hans Olaf
vóru javngamlir og vinir frá tíðini í
Havn, fór Hans Olaf úr starvinum
beinanvegin við teimum trupul
leikum hetta skapti Kristani, at eing
in var at seta hann inn í viðurskifti.
Men Kristian ber Dagmari, at hon
var eitt fitt fólk.
Tey tóku eina gentu til fosturs.
Hon endaði í Íslandi. Dagmar doyði
í 1948, og Hans Olaf í 1983.
Anna Katrina í Fjósi:
Ein av teimum fimm systrunum í Koltri
Í hesi røð er komið nokk so nógv inn á bygdarsøgur. Koltur eigur eisini sína
søgu á Svínaryggi. Tann hjá Onnu Katrinu í Fjósi er ein teirra
Komandi partur
Í komandi parti verður greitt
frá eitt sindur av Norðradals
søgu, nevniliga henni hjá Hans
Johannes Simonsen
ANNA CATHRINA CHRISTIANSEN
F. 18. MARTS 1823
D. 2. MAI 1912
hendur ið sleptu
Fjósahúsini. Her verður hoyggjað. Uttast vinstrumegin er
Hanna í Fjósi, sum giftist við Hans David Poulsen í Hesti.
Døturnar hjá Hansinu og Tummas, Fía, Hanna,
Elly saman við Kamillu hjá Fíu
Brúðarmynd av Tummas
og Hansina i Króki