Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 36

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111 36 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Jóannes Hansen Fótbóltsfepurin í Klaksvík er høgur. Men spenningurin snýr seg ikki um tað, sum tað í vetur varð vónað í KÍ viðhaldsfjøldini, sum er stór – bæði í Klaksvík og hinum bygdunum eystanfyri Djúpini. 28. apríl vann KÍ 5-2 á heima­vølli ímóti 07Vestur. Síðani hevur tað ongantíð eydn­ast at vinna fulla úr­ tøku. Eftir 2-0 tapið á norð­ oya­stevnu ímóti B36 tók Eyðun Klakstein við sum venjari. Síðani hevur úrtøkan verið trý stig í ellivu dystum. Liðið hevur tapt átta ferðir, og tríggjar ferðir hevur tað verið javnt. Málmunurin hesar ellivu ferðirnar er 18- 29, og tað eru tvey stig frá KÍ og aftur til TB og niður­ flytingar­plássið. Viðhaldsfólini eru ørkymlað. Summi minna á, at tað nú er týdningarmikið at standa saman og lyfta í felag, og onnur hava koll­ dømt lokalu loysnina at vera fiasko. Eyðun Klakstein saman við hjálparvenjaranum Paula Poulsen og spælarunum fyrireika seg til næstu av­ bjóð­ingina, sum er ímóti EB/Streymi í Klaksvík leygardagin. EB/Streymur fekk skot fyri bógvin í Gundadali sunnu­dagin, tá ið HB vann 4-0. Setningurin hjá sunda­ lags­monnum er í fyrstu atløgu at varðveita triðja plássið og endurvinna euro­ peisku atgongumerkini. Leygar­dagin verður Pætur Dam Jacobsen leikbannaður. Gert Hansen verður ivaleyst í miðverjuni saman við Marna Djurhuus. Kennir tú teg hóttan, spyrja vit KÍ venjaran, sum er sáttmálabundin at barn­dóms­felagnum inntil kappingarlok 2014: – Eg fyrihaldi meg til av­ tal­una, sum vit hava gjørt. Sjálvandi eru vit øll harm um, at tað ikki eydnast at vinna. Tølini siga, at tað er í verju­partinum, at tað haltar. Vit hava fokus á hesum í venjing­unum, og vit hava í dystunum víst, at tað gongur rætta vegin. Síðstu tíðina hava vit fleiri ferðir verið frammanfyri við fleiri málum og kortini tapt. Tað kennist meint, men vit blíva við, og lagið er gott og intensiteturin stórur í venjingunum. Vit trúgva uppá, at tað skal bera til, og vit rokna við, at tað fer at eydnast leygardagin, sigur KÍ venjarin. Hesa ferð eru Álvur F. Christiansen og Jóhan Jacobsen leikbannaðir, og Sørmundur Kalsø og Ísak Simonsen eru skaddir. Tað kann ikki vera gott fyri sjálvsálitið hjá tykkum, at tað ongantíð eydnast at vinna? – Tað er ongantíð huga­ligt at møta til venjingar mána­ kvøld eftir at hava tapt og so als ikki hjá okkum í støðuni, sum vit nú eru. Higartil hev­ ur tað tó eydnast skjótt at flyta fokus á avbjóðingina, sum bíðar. Vit hava ongantíð verið niðurspældir. Flestu tapini hava verið tepur, og síðstu tíðina hava vit fleiri ferðir verið heilt tætt við. Roknar tú við, at tað orduliga fer at gleppa, um tað eydnast at vinna eina ferð? – Vit hava fýra dystir eftir, og allir verða torførir at vinna. Eg hevði ungt spælarunum kensluna av, at tað kann bera til, og eg eri vísur í, at tað fer at hava ávirkan á næstu uppgávurnar, tá ið vit hava vunnið fyri fyrstu ferð. Sjálvandi fara vit at vinna aftur, og vit vóna, at tað verður leygardagin, sigur Eyðun Klakstein. KÍ tølini ímóti EB/Streymi eru einki serlig. Síðstu sig­ ur­in var í síðsta umfari í 2006, tá ið EB/(Streymur á heimavølli misti FM heitið, tí KÍ vann 1-0. Fyrsta ferðin yvirhøvur, at EB/Streymur var í Klaks­ vík og spældi í bestu deildini, var í 1994. Tá vann KÍ 8-2. Allan og Kurt Mørkøre skor­aðu tvey mál í part, og Eyðun Klakstein skoraði fýra ferðir! – Sjálvandi minnist eg tann dystin sera væl. Árið eftir var um reppið, at vit fluttu niður. Men í 1996 vunnu vit silvurkrónurnar. Tá høvdu vit sama fólkið sum árið fyri, og vit vístu besta spælið, sum eg havi verið við til. Eg havi hug at sammeta við fólkið, sum vit nú hava. Eg kenni spælararnar, og eg veit, at tað býr nógv í teimum. At gongdin hevur verið soleiðis í ár, eigur at læra okkum allar eina rúgvu. Vit vóna og ar­beiða hart fyri, at tað skal eydn­ast at varðveita sessin, og so fara vit at seta okkum nýggj mál, sigur KÍ venjarin, og tað ljóðar sum um, at hann veruliga roknar við, at tað skal eydnast at venda tungu gongdini. Umframt ímóti EB/ Streymi í Klaksvík skal KÍ spæla ímóti AB á Argjum, Víkingi í Gøtu og 07Vestur í Klaksvík. joannes@sosialurin.fo KÍ - EB/Streymur: Ransin N. Djurhuus leygardagin kl. 15.00 Hóast klaksvíkingar eru illa kroystir, so hevur venjarin framvegis mót um, at tað skal eydnast at varðveita plássið í deildini, og um at spælararnir fara at verða við til at mynda lið, sum skal kappast millum tey bestu Tað brennur undir Eyðuni og KÍ Toppliðið HB fær sunnudagin vitjan av botnliðnum 07 Vestur. Setningurin hjá vága­lið­num er í hvussu so er at vinna tríggjar av teimum fýra dyst­unum, sum eru eftir at spæla. Tað eru sjey stig og verri mál­munur fram til KÍ, sum í løtuni eru á 8. plássi. Um bjarginga­rroyndin skal eydnast hjá 07Vestur, so skal KÍ ongan dystin vinna aftrat. Uppgávan kennist mest sum ómøgulig, og 07Vestur er farið at brynja seg av nýggjum, nú Hegga Samuelsen er settur at venja lokala liðið trý tey næstu árini. HB legði mikukvøldið rygg til 2-1 tap á Argjum. Síð­ ani stutta summarsteðgin hev­ur úrtøkan verið fjúrtan stig burturúr átta dystum. Tað ljóðar ikki av nógvum, men tað skal ganga illa, um tað ikki skal eydnast at fáa FM heitið til høldar. Um HB einsamalt skal syrgja fyri at vinna gull­ krón­urnar, so er neyðugt at vinna tveir dystir og eina ferð at spæla javnt. HB eigur 07Vestur og TB á heimavølli og ÍF og NSÍ á útivølli. Tá er atlit ikki tikið til, at møguleiki er fyri, at ÍF missir okkurt stigið í fýra teimum seinastu um­før­ unum. Tá ið 07Vestur í 5. umfari var í Gundadali, eydnaðist tað vágamonnum at verja seg til málleysan javnleik. joannaes@sosialurin.fo HB - 07Vestur: Dagfinn Forná sunnudagin klokkan 15.00 FM er tveir sigrar burtur