hósdagur 26. september 2013síða 37
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
At HB mikukvøldið einki
fekk við sær av Argjum, og
at fjarstøðan hjá ÍF fram til
fremsta plássið harvið fram
vegis ikki er meiri enn fimm
stig hevur kynt undir vón
irnar hjá fuglfirðingum um,
at tað skal eydnast at taka
oddasessin frá HB og harvið
at vinna FM heitið.
Albert Ellefsen og hansara
menn skulu sunnudagin út
um Varmakeldueið at stríðast
í grannauppgerð í Sarpugerði.
ÍF venjarin ásannar, at tað er
stór avbjóðing:
– Vit síggja hetta sum
hálvfinalu í FM kappingini.
Um tað eydnast okkum at
vinna fulla úrtøku, so kann
tað fara at vísa seg, at dyst
urin ímóti HB í Fuglafirði
annan
sunnudag
verður
rættuliga avgerandi fyri, hvør
fer at vinna FM. HB eigur
heimadystir ímóti 07Vestur
og TB og so útidystir ímóti
okkum og NSÍ. Eg rokni
við, at tað verður torført
hjá teimum í Runavík, so
vit halda okkum hava nógv
at spæla fyri, nú vit fara
út til Gøtu. Eg ivist onga
løtu í, at víkingarnir fara at
leggja nógv fyri ímóti okk
um, og tá ið talan er um
grannauppgerð, so kann tað
fara báðar vegir, heldur ÍF
venjarin.
Grannarnir hava higartil
í ár vunnið hvør sína ferðina
á heimavølli – Víkingur 3-2 í
Gøtu og ÍF 2-1 í Fuglafirði.
Hjá ÍF eru fleiri av føstu
monnunum burtur. Jákup
Mikkelsen
hevur
brotið
beinið og spælir ikki aftur
í ár. Hallgrím Gregersen
Hansen, sum býr í Syðrugøtu,
fer at verja ÍF málið.
– Hann hevur havt Jákup
sum lærumeistara, og hann
hevur ment seg ógvuliga
nógv. Tá ið vit spældu á
heimavølli ímóti Linfield, varð
hann av Sosialinum kosin at
vera besti maður hjá okkum,
og hann hevur spælt tveir
aðrar landskappingardystir
í ár. Vit harmast um støðuna
hjá Jákupi, og vit sakna hann,
men vit halda okkum hava
ein góðan avloysara. At hann
er væl fyri, vísti Hallgrím,
tá ið hann kom inn síðsta
sunnudag.
Umframt
á
málverju
plássinum er neyðugt hjá
ÍF at skifta nýggjar menn
inn á liðið í staðin fyri
Jan Ó. Ellingsgaard, Ara
Ó. Ellingsgaard og Høgna
Zachariassen, sum eru leik
bannaðir.
– Hópurin er ikki breiður,
men vit halda okkum hava
góðar menn at seta í staðin
fyri hesar. Poul N. Mikkelsen
var í miðverjuni, tá ið vit
á heimavølli vunnu ímóti
Víkingi. Ta ferðina mangl
aðu
vit
Bartal
Eliasen,
Dánjal á Lakjuni, Nenad
Saric og Høgna Madsen.
Umframt Hallgrím og Poul
verður Dánjal á Lakjuni við
hesa ferð. Hann hevur verið
skaðaplágaður, men nú er
hann komin fyri seg. Bogi
R. Petersen var á beinkinum
mesta av tíðini síðsta sunnu
dag. Nú er hann komin fyri
seg aftur, og Áki Petersen
er væl fyri. Tíbetur vísir tað
seg, at Fritleif í Lambanum
verður førur fyri at venja
aftur í næstu viku, sigur
Albert Ellefsen.
Hjá Víkingi var tað vón
brot, at tað ikki eydnaðist
at vinna úrtøku á heimavølli
ímóti AB, sum fór suður aftur
við 2-0 sigri. Spurningurin er
so, hvussu tað fer eydnast
Sigfríði Clementsen at seta
steypavinnararnar upp til
grannauppgerðina. Tað átti
ikki at verið nakar trupul
leiki.
Atli Gregersen er við aftur
eftir leikbann síðsta sunnu
dag. Hesa ferð eru Hans
Jørgen Djurhuus og Kaj Leo
í Bartalsstovu leikbannaðir.
joannaes@sosialurin.fo
Víkingur - ÍF: Rúni Gaardbo
sunnudagin klokkan 15.00
fótbóltur
Albert Ellefsen hevur vónir um, at
fyritreytir verða fyri, at toppdyst
urin ímóti HB annan sunnudag
verður avgerandi í FM stríðnum
Effodeildin støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
HB
23
14
6
3
58
27
+31
48
2
ÍF
23
12
7
4
47
41
+6
43
3
EB/Streymur
23
11
4
8
48
29
+19
37
4
B36
23
9
10
4
41
28
+13
37
5
NSÍ
23
10
6
7
41
40
+1
36
6
Víkingur
23
9
4
10
33
40
-7
31
7
AB
23
8
4
11
33
42
-9
28
8
KÍ
23
4
9
10
43
48
-5
21
9
TB
23
4
7
12
23
44
-21
19
10 07 Vestur
23
3
5
15
22
50
-28
14
Felags fyri B36 og NSÍ er,
at tey seinastu árini oftast
hava verið við til at umboða
føroyskan fótbólt í euro
peisku kappingunum. Felags
fyri bæði liðini er eisini, at tey
framvegis hava møguleika
at røkka bronsuplássinum,
hóast gongdin fyrr í ár ikki
altíð var so sannførandi.
Sunnudagin hittast hesi
bæði feløgini við Løkin í
Runavík. Tá ið tey dystaðust
á sama stað í 5. umfari vann
NSÍ 1-0, og tá ið tey 22. juni
hittust í Gundadali vann B36
3-1.
B36 er á fjórða plássi við
37 stigum, og NSÍ er á fimta
plássi við 36 stigum.
Hjá B36 er vongverjin
í vinstru Símun Joensen
framvegis plágaður av skaða
í stórutá. Lukasz Cieslewicz
sá gult fyri fimtu ferð í ár,
tá ið B36 síðsta fríggjakvøld
vann 2-1 á KÍ í Gundadali.
Tískil er hann leikbannaður
hesa ferð.
Hjá NSÍ er miðvallarin
Karl Løkin leikbannaður.
Tá ið NSÍ síðsta sunnudag
vann sannførandi 5-1 sigur á
útivølli ímóti TB, sá Karl gula
kortið fyri fimtu ferð, og tað
ber leikbann við sær.
joannaes@sosialurin.fo
NSÍ - B36: Páll Augustinussen
sunnudagin klokkan 15.00
Bronsan er í eygsjón
ÍF í FM hálvfinalu
TB spælir
fyri lívinum
Mikukvøldið syrgdi AB
við 2-1 heimasigri á topp
liðnum HB fyri, at tað
mest sum er avgjørt, at
AB eisini næsta ár verður
partur av bestu deildini.
Tað er ein stórur spurn
ingur, um tað næsta ár
verður fótbóltur við Stórá
í Trongisvági leygardag
ella sunnudag. TB er undir
niðurflytingarstrikuni,
nú tað resta fýra umfør.
Tað eru tvey stig og verri
málmunur fram til KÍ.
Tí er neyðugt hjá TB at
vinna trý stig meiri enn
KÍ burturúr fýra teimum
seinastu umførunum.
At
AB
mikukvøldið
mest sum bjargaði sær
sessin í bestu deildini
kann roknast sum fyri
munur fyri TB, tí nú
hava
argjamenn
ikki
knívin
á
barkanum.
Men AB venjarin, Sámal
Eril Hentze, vildi eftir
dystarlok
mikukvøldið
ikki hoyra talan um, at
liðið hjá honum hevur
tryggjað seg undan niður
flytingini:
– So leingi sum tað er
teoretiskur møguleiki fyri,
at vit kunnu flyta niður, so
kunnu vit ikki fegnast um,
at vit eru slopnir undan
niðurflytingini. Vit hava
møguleika á Tvøroyri at
tryggja okkum plássið í
bestu deildini, og tí møgu
leikanum fara vit at stríð
ast fyri, sigur Sámal Erik
Hentze.
Hjá TB er hetta ein av
betru møguleikunum at
tryggja sær stig. Í trim
um teimum síðstu umfør
unum skal TB spæla í
Gundadali ímóti B36 og
HB og so á heimavølli
ímóti Víkingi.
TB - AB: Petur Reinert
sunnudagin klokkan 15.00