hósdagur 26. september 2013síða 38
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
Hetta er fyrsti sigurin hjá AB móti HB í bestu
deildini nakrantíð. Sjey ferðir hevur HB vunnið,
meðan tað fýra ferðir er enda við javnleiki. Í 12.
royndini eydnaðist tað so AB at vinna. So teir nú
kunnu seta eitt 1-tal undir vunnar dystir móti HB.
H E S A V I K U N A
Símun Rógvi Hansen: 5
Er grundsteinurin undir tryggleik
anum í verjuni hjá AB. Serliga tryggur,
tá hann kemur út úr málinum til
innlegg. Bjargaði tí hann kundi, men
kundi einki gera við málið.
Jobin Drangastein: 4
Er fluttur aftur á høgra bakk og
trívist væl. Hevði ávísar trupulleikar
av Christiani R. Mouritsen, men
spældi annars væl. Stinnur í verju
støðu og spældi bóltin skilagott
frá sær.
Morten Overgaard: 5
Spældi snøgt sagt feilfrítt. Læs
spælið ótrúliga væl og fangaði
allar gjøgnumspælingarnar hjá HB.
Stóð í vegin at kalla hvørja ferð HB
nærkaðist málinum.
Rói Danielsen: 4
Spældi eisini væl og slapp at vísa
styrki í høvdinum, tá HB liðið byrjaði
at senda langar bóltar í brotsteigin.
Mundi tó kostað sigurin, tá hann ikki
rakti bóltin inni í egnum brotsteigi í
evstu løtu.
Beinir Ellefsen: 4
Hevði eisini onkrar trupulleikar av
beiggjunum Mouritsen, men spældi
annars væl. Spældi við yvirskotið og
kom fleiri ferðir fram við. Veksur við
uppgávuni.
Kári Nielsen: 5
Bindiliðið millum verjuna og
miðvøllin. Spældi somuleiðis væl
og órógvaði uppspælið hjá HB. Er
tryggur á bóltinum og tað gevur
møguleikar fram eftir vøllinum.
Gjørdi púra rætt at skifta til AB.
Dmitrije Jankovic: 5
Serbiski miðverjin er nú umskúlaður
til miðvallara og tað kemur hann væl
frá. Hevur sínar styrkir í verjustøðu
og tað fekk HB miðvøllurin at føla.
Spældi við nógvari orku og yvirskoti.
Mikkjal T. Hentze. 3 (▼74.)
Var helst tann minst sjónligi á
miðvøllinum, men legði nógvar
metrar aftur um seg. Hevur fyri tað
mesta verið innskiftur í ár, men
spældi seg ikki av liðnum. Væl fyri
teknist og misti sjáldan bóltin.
Dion Splidt: 5
Var í nøkrum sjónligum støðum
og var íblandaður í báðum málum.
Longu innkøstini og góðum
deyðbóltsinnleggini gjørdu góðan
mun. VAr um reppið at økja til 3-1,
men rakti stongina.
Sorin Anghel: 4 (▼70.)
Var fluttur út á vinstra vong og tað
er ikki heilt ókent fyri Sorin. Var
sterkur í nærdystunum og sterkur á
bóltinum. Bleiv hilin niðri, tá AB fekk
brotsspark. Var skiftur út í seinna
hálvleiki og orkan tóktist ganga
undan.
Ahmed Keita: 5 (▼82.)
Dagsins spælari. Er nógv útskeldaður
á Argjum, men prógvaði í gjár at hann
kann. Skoraði fyrsta málið og helt
ótrúliga væl upp á bóltin. HB verjan
var um ein háls, tá Keita fekk bóltin
fyri føturnar. Tekur framvegis løgnar
avgerðir og tykist hava mist nakað
av ferðini.
Jónas Stenberg: 3 (▲70.)
Kom inn seinastu tjúgu minuttirnar
á vinstra vongi. Tók eina løtu at
koma inn í dystin. Var um reppið
at staðfesta sigurin, men rakti ikki
málið.
Hørður M. Mohr: 3 (▲74.)
Kom inn á miðvøllin og røkti sína
uppgávu væl.
Karstin Højgaard: (▲82.)
Kom inn seinastu minuttirnar og kom
til ein møguleika. Ov stutt inni til at
gera eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
AB
2 (2)
HB
1 (0)
Tróndur Arge – Argir
Verjan hjá argjamonnum
hevur akkurát ruddað bóltin
vekk. Komandi meistaraliðið,
HB, er aftanfyri og trýstur
fyri at fáa mál. AB kempar
fyri lívinum í Effo-deildini
og tað stendur nógv á.
Bólturin endar fyri føturnar
á Ahmed Keita. Tveir HB
verjuspælarar
leggjast
á
hann. Ein frá hvørjari síðu,
men senegalsesin stendur
sterkur. Teir fáa ikki bóltin
frá honum.
Ein triði kemur teimum til
hjálpar, men einki nyttar. Teir
fáa ikki bóltin frá Keita, sum
nú setur kós móti málinum.
Hann nærkast brotsteiginum
og steðgar á. Alt AB liðið
kemur fram og fleiri menn
biðja um bóltin.
Ahmed keita hyggur upp.
Bíðar eina løtu og tekur brád
liga avgerð um at smekka
til bóltin, sum fer langt við
síðuna av málinum.
Hetta er søgan Ahmed
Keita á Argjum í ár. Hann er
ótrúliga týdningarmikil fyri
spælið hjá AB. Hann gevur
verjuni og liðnum luft, tá teir
eru kroystir, tí hann heldur
so væl upp á bóltin. Men
frammanfyri málinum tekur
løgnar avgerðir og er ikki nóg
málsøkin.
Framherjin uttan mál
Hann var keyptur í vónini
um, at skjóta tey avgerandi
málini, sum skuldu bjarga
AB lívinum í bestu deildini.
Tað hevur Ahmed Keita ikki
megnað í nóg stóran mun.
Hann hevur eina kropsliga
styrki, ið ger tað trupult hjá
verjuspælarunum fáa bóltin
frá honum.
Hann hevur fínan bólt
førleika, men manglar at vísa,
at hann eisini hevur eina
málnøs. Í seks kappingar
árum í føroyskum fótbólti
er tað bara tað eina árið, at
hann hevur víst sítt virðið.
Tað var í 2009, tá hann
skoraði ikki færri enn 17 mál
í 28 dystum fyri B68. Hann
kom til landið í 2008 og hevur
fram til hetta kappingarárið
spælt á Toftum. Hetta er
sostatt hansara sætta kapp
ingarár í føroyskum fótbólti,
men serliga árið í fjør fór í
vaskið orsaka av álvarligum
skaða.
Telja vit ikki tað við, so er
talan fimm full kappingarár,
har hann spælir í miðal 25
dystir hvørt kappingarár. Tá
mangla tað fýra umfør í hes
um kappingarárinum.
Men størsti veikleikin hjá
Ahmed Keita er manglandi
málini. Í løtuni liggur hann á
6.8 málum í miðal fyri hvørt
av teimum fimm kappingar
árunum hann hevur spælt.
Tað er ov lítið fyri ein fram
herja við hansara evnum.
Tað er staðfestingin, eftir at AB mikukvøldið
vann søguligan 2-1 á HB. Dagsins spælari á
Argjum var nógv útskeldaði Ahmed Keita
AB í Effo-
deildini
2014