Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 39

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Fríggjadagur 27. september 2013 · Nr. 111 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur AB við yvirskotið AB spælir við yvirskotið og trúgv upp á at tað ber til. Tað sæst greitt í dystinum móti HB. Útgangsstøðið er verju­ kent, men tað er ein orsøk til tað. – Tað er so týdningarmikið móti HB, at teir ikki fáa pláss at spæla í. Tað nyttar ikki at fara fram á vøllin at renna eftir teimum. Tað royndu vit í Gundadali og tað riggaði ikki, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, og vísir til 5-1 tapið fyrr í ár. Hetta riggaði væl og HB fekk lítið einki pláss at spæla á hálvuni hjá AB. Fremsti maður hjá AB var mang­an inni á egnari hálvu. Møgu­ leikin hjá AB kom, tá teir fingu deyðbóltar. Umframt horna­spørkini og fríspørkini, so eru innkøstini eisini ein ser­vøra hjá AB. Dion Splidt tveitur tey heilt inn í fimm meturin, har menn sum Rói Danielsen, Dmirtrije Jankovic og Sorin Anghel skal klárir at taka ímóti. Tað var eisini soleiðis, at AB kom á odda aftaná 17 minuttir. Bólturin bleiv kast­ aður innfyri. Eftir trunka­ spæl endar bólturin hjá Ahmed Keita, sum vendir sær og skorar. Brotsspark? Tveir minuttir fyri tíð kom AB upp á 2-0. HB hevði løt­ uni upp til málið sítt besta tíðar­skeið í fyrra hálvleiki. Teir trýsta og spælið gongur skjótt. AB verjan er um ein háls. Nærmastur er Kristin R. Mouritsen, sum rakar tvør­ stongina. AB fer í álop og fær inn­ kast í somu støðu, sum mál­ ið kom frá. HB verjan ruddar vekk í fyrstu atløgu, men í aðru atløgu ger Jóhan Troest Davidsen brotsspark, tá hann endar við at liggja omaná Sorini Anghel. Øll eru ikki samd í, at talan er um brotsspark. Millum ann­að kallar heimsíðan hjá HB brots­sparkið fyri eina »gávu«. Dion Splidt skoraði upp á brotssparkið. HB fekk ikki spælið at rigga Tað sást longu tíðliga í fyrra hálvleiki, at spælararnir hjá HB ikki vóru í sama góða lagi, sum ímóti EB/Streymi sunnu­dagin, tá teir vunnu 4-0. Longu miðskieðis í fyrra hálv­leiki komu fyrstu ábendingar­nar um, at spæl­ arar­nir á oddalinum virkaðu frustreraðir. Spælið gekk seint fyri seg, og fór fyri tað mesta fram á egnari hálvu. Millum annað sást Páll Mohr Joensen fara út á bonkin, fyri at fáa onkur boð út til venjararnar um at broyta eitt hvørt í upp­spæl­ inum. Í seinna hálvleiki bleiv trýstið upp aftur størri, men heldur ikki her eydnaðist tað HB at koma fram til teir stóru møguleikarnar. HB minkaði um munin, tá seinni hálvleikur var góðar tjúgu minuttir gamal. Fróði Benjaminsen legði bóltin inn­ fyri. Umvegis høvdið á Heina Vatnsdal endaði bólturin fyri føturnar á Andrew av Fløtum, sum skoraði. Í løtuni eftir málið trýstið HB meir enn nakrantíð, men AB slapp við skrekkinum. Nærmast var Christian R. Mouritsen, sum rakti stong­ ina. – Avlisið HB Tá dómarin bríkslaði fyri sein­astu ferð var gleðin ikki til at taka feil av. AB hevur so gott sum tryggjað sær sætið í bestu deildini komandi kapp­ ingarár, og tað við einum søgu­ligum sigri á HB. – Til hendan dystin hava vit avlisið HB liðið. Fyrstu ferð vit spældu móti teimum stóðu vit upp á millum hond, og taptu. Síðani fóru vit fram eftir teimum í Gundadali og tað riggaði bara í 40 minuttir. Tí valdu vit hesa ferð at liggja langt aftur á vøllinum, sigur Sámal Erik Hentze, venjari hjá AB, og leggur afturat. – Teir eru ellivu ein­stak­ lingar og tað er tað. Liggur tú aftanfyri bóltin, so koma teir ikki ígjøgnum. Har eru ongar flytingar. Teir spæla upp og út og so hendir einki meir. So enda teir við at gýppa, og tá veist tú hvat menn sum Andrew av Fløtum og aðrir menn siga til tað, sigur Sámal Erik at enda. Teitur M. Gestsson segði, at fyrii hálvleikur var ein katastrofa fyri HB, men at hann kundi liva við avrik­ inum í seinna hálvleiki. Hann stúrir tó ikki fyri FM heit­ inum. HB er framvegis fimm stig frammanfyri ÍF. trondur@sosialurin.fo Undan dystinum mikukvøldið hevði HB vunnnið báðar dystirnar í landskappignini í ár. Í fyrsta dystinum vann HB 3-1, eftir at teir vóru á odda 3-0 longu eftir 16 minuttir. Í seinna seinna dystinum vann HB heili 5-1. HB var greitt omaná. Sostatt vinnur HB 2-1 í dystum á AB í ár. Teitur M. Gestsson: 4 Kundi illa gera nakað við málini. Spældi annars væl og tók sær av tí, sum kann væntast av einum málmannin. Tróndur Jensen: 3 (▼87.) Hevði trupulleikar av Sorini Anghel, men stóð seg bara væl í framrættaða spælinum. Missur sjáldan bóltin og var nógv á bóltinum. Jóhan Troest Davidsen: 3 Gjørdi britssparkið, sum AB skoraði upp á. At síggja til, so sá tað út sum ósketni frá miðverjanum. Hevði eisini trupult við at takla Keita. Pál Mohr Joensen: 3 Kom rímiliga væl frá uppgávuni í miðverjuni. Vann nakrar týðandi rennidystir móti millum annað Keita og Dion. Eins og Jóhan sterkur á bóltinum fyri ein miðverja. Alex José dos Santos: 3 Megnaði ikki at seta sín dám á dystin, men var nógv á bóltinum á vinstra bakki. Hevði eisini okkurt heldur miseyda innlegg. Hevur spælt væl betri. Bárður Olsen: 4 (▼79.) Ein av HB spælarunum, sum kom best frá uppgávuni. Royndi at fordeila bóltin á miðvøllinum og átti onkrar góðar og flottar langar avleveringar. Eisini sterkur á bóltinum, tá hann bleiv trýstur. Fróði Benjaminsen: 4 Legði upp til málið hjá HB og gekk á odda í seinna hálvleiki. Var ikki so sjónligur í fyrra hálvleiki, men bjóðaði AB liðnum av í seinna hálvleiki. Kundi havt skorað í fyrra hálvleiki, men Símun Rógvi bjargaði. Páll M. Joensen: 3 (▼58.) Var millum ídnastu spælararnar á HB liðnum í fyrra hálvleiki. Gjørdist tó sjónliga ilskur inn á spælið hjá HB, sum ikki var til hansara fyrimun. Gjørdi fleiri góðar renningar, men fekk sjáldan bóltin. Christian R. Mouritsen: 4 Millum teir sjónligu á HB liðnum. Kom í fleiri góðar støður, men tað bleiv ikki umsett til mál. Vísti teknikk á høgum stigi, tá hann krúllaði seg millum fleiri AB spælarar. Rakti eisini stongina í seinna hálvleiki. Kristin R. Mouritsen: 3 Sprutlaði eisini, men fekk ikki líka nógv burtur úr sum Christian. Bjóðaði av og á vonginum og gjørdi fleiri góðar rennignar. Andrew av Fløtum: 3 Skoraði einsamalla málið hjá HB, tá hann var fyrstur á innleggið hjá Fróða Benjaminsen. Megnaði ikki at koma til fleiri møguleikar, men var íblandaður flestu av uppspølunum hjá HB. Heini Vatnsdal: 3 (▲58.) Kom inn og fylti nógv á miðvøllinum. Átti lut í málinum og vísti í løtum hví hann hevur verið nevndur sum ein avloysari fyri Fróða Benjaminsen bæði á HB liðnum og landsliðnum. Bárður J. Heinesen: (▲79.) Kom inn seinastu tíggju minuttirnar, men fekk einki at arbeiða við. Ov stutt inni til at gera ein meting. Rógvi S. Holm: (▲87.) Kom inn í álopinum seinastu minuttirnar, men ov stutt til at gera eina meting. Avrik: tøl 1 til 6 Gongdin hjá AB: Síðani 12. umfar hevur AB fingið 26 stig í tólv dystum. Tað er meir enn tvey stig pr dyst, síðani gongdin vendi móti Víkingi. AB hevur sjey heimsdystir upp í slag. Tvær ferðir í dystinum var dómarin óheppin og kom at standa í vegin fyri uppspæli hjá HB. Tað er altíð óheppið, men tað er nú ikki sooo ringt at skilja millum dómarin, sum var í gulum, og hinar HB spælararnar, ið vóru í svørtum. Teitur Gestsson Tróndur Jensen Pál Mohr Joensen (Rógvi S. Holm, 87.) Jóhan T. Davidsen Alex J. Dos Santos Páll Mohr Joensen Fróði Benjaminsen (Heini Vatnsdal, 58.) Bárður Olsen (Bárður J. Heinesen, 79.) Chr. R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen Andrew av Fløtum Símun Rógvi Hansen Jobin Drangastein Morten Overgaard Rói Danielsen ■ Beinir Ellefsen Mikkjal T. Hentze Dmitrije Jankovic (Hørður M. Mohr, 74.) Kári Nielsen Dion Splidt Sorin Anghel (K. Højgaard, 82.) (Jónas Stenberg, 70.) Ahmed Keita AB - HB 2-1(2-0) 1-0: Ahmed Keita 17. 2-0: Dion Splidt br 43. 2-1: Andrew av Fløtum 66. Dómari: Páll Augustinussen Myndir: Álvur Haraldsen Keita og AB spæla eisini Effo-fótbólt komandi ár