hósdagur 26. september 2013síða 44
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vinnudagurin 27. september 2013
sosialurin
4
L
ívið er fult av tilvild, tá tað kemur
til, hvussu alt háttar seg, og soleiðis
hevur tað upp á ein máta eisini verið
hjá mær, tí tað hevur ikki verið ein
greið ætlan, at eg skuldi hava mítt
starv á Havsbrún og enda sum stjóri her.
Tað sigur 48 ára gamli Odd Eliasen,
sum fyrst í oktober í fjør tók við sum
stjóri í Havsbrún, tá Bergur Poulsen valdi
at leggja frá sær eftir 17 ár við stýrisvølin í
stóru fyritøkuni í Fuglafirði.
– Tá tú ert fuglfirðingur og býrt í
Fuglafirði, so er Havsbrún fyri mong ein
nokk so týðandi og sjónligur partur av
gerandisdegnum, og sjálvur arbeiddi eg
har fyrstu ferð sum 12-13 ára gamal. Vit
smádreingir sluppu at hjálpa til, tá mjøl
bleiv lossað í 50 kilo sekkjum, og eini
5-600 tons av mjøli skuldu avstað í senn,
greiðir Odd frá.
– Sekkirnir koyrdu á bondum, og so
varð alt skipað í bátarnar, og tá sluppu vit
ofta at standa við endarnar á bondunum,
so sekkirnir ikki fóru útav. Aðrir, sum
vóru eldri enn eg, sluppu ordiliga uppí
part og arbeiddu fast á Havsbrún aftan á
skúlatíð.
Framvegis røktist einki fyri, at
Havsbrún skuldi verða nakað annað
og meira í lívinum hjá Odd, sum eftir
fólkaskúlan í 1981 fór á miðnámsskúlan
við Gøtugjógv, har hann tvey ár seinni
tók HF-prógv.
– Har høvdu vit eitt fak, sum æt
fiskivinna, og lærari var Jákup Reinert,
minnist eg. Vit gjørdu nokk so nógv
burtur úr alingini, sum tá var spildur
nýggjur vinnuvegur, men onkursvegna
man tann frálæran hava lagt eina
glóð eftir seg, hóast eg ikki fór at lesa
fiskivinnu, sum eg annars kundi havt
gjørt, sigur hann.
– Tá var heldur ikki so lætt at fáa
upplýsingar um ymsar útbúgvingar, sum
tað er í dag, so helst mundi tað vera tí, at
tað ikki bleiv til nakað tá.
Fór á læraraskúla
Í staðin bleiv tað til eitt ár sum vikarur
í skúlanum í heimbygdini, og tá honum
dámdi væl at fáast við børn og fólk
sum heild, var nokk so upplagt at fara á
læraraskúla.
– Meðan eg gekk á læraraskúla,
arbeiddi eg fyrstu tvey sumrini á
smoltstøðini Laksá á Hellunum, og tey
bæði seinnu sumrini arbeiddi eg so á
Havsbrún, sigur Odd, ið heldur, at
áhugin fyri fiski, sílum og slíkum hevur
ligið har onkrastaðni, heilt frá barna-
árum av.
– Eg eri jú uppvaksin við Gjógvará og
havi spælt nógv niðri á sandinum, so at
ein áhugi hevur verið har, er kanska ikki
so sjáldsamt allíkavæl.
Meðan Odd Eliasen gekk á Føroya
Læraraskúla í Havn og fyrireikaði seg
til eina tilveru sum fólkaskúlalærari,
hendi mangt og hvat í heimbygdini, har
tey á Havsbrún gingu við ætlanum um
at byggja eitt fóðurvirki, tí alingin hevði
tikið seg so nógv fram.
– Har vóru framskygd fólk, so sum
Andrias Lava Olsen og Ditleif Eldevig, og
eisini hesin ungi Bergur Poulsen, sum var
komin á Havsbrún sum farmaseutur, var
uppi í hesum fyrireikandi arbeiðinum,
sigur Odd.
– Ætlanin var nokk at fóðurvirkið
skuldi standa liðugt í 1986, men onkurs
vegna dró tað út, so tað bleiv ikki fyrr enn
í 1988, at tað kom í gongd. Og tað skuldi
vísa seg at falla akkurát saman við, at eg
bleiv liðugur á læraraskúlanum.
Í einum lítlum króki
Sum sagt, hevði Odd arbeitt á Havsbrún
tvær summarferiur, og tá var hann komin
at kenna Berg Poulsen. Havsbrún var ikki
so tekniskt framkomið tá, so alt skuldi
vigast, og Bergur legði lag á, tá tey vigaðu
vitaminir og mineralir, sum skuldu
blandast upp í fóðrið.
– Tann vegin havi eg í veruleikanum
verið við í tilgongdini heilt frá byrjan, tá
tað kemur til hetta við fóðrinum. Og tá
Bergur so spurdi meg, um eg hevði hug at
koma á Havsbrún at taka mær av søluni,
valdi eg at taka av, tí eg kundi jú altíð fara
aftur til skúlan, um hetta ikki var nakað
fyri meg, greiðir Odd frá.
– Vit skuldu marknaðarføra okkum
sum eitt føroyskt felag við føroyskari
vøru, og hetta var ein nýggj tíð hjá Havs
brún. Frammanundan hevði framleiðslan
bara verið í einum lítlum króki, men nú
høvdu vit fingið eitt spildurnýtt og fram
komið virki, so eg kom alsamt meira upp í
bæði sølu og tilrættislegging.
Í 1995 fór Andrias Lava Olsen frá sum
stjóri og Bergur tók yvir, og samstundis
bleiv tað so til, at Odd yvirtók plássið hjá
Bergi sum leiðari á fóðurdeildini, so hann
nú stóð við ábyrgdini av bæði fóðurfram
leiðsluni og øllum alivirkseminum, sum
Havsbrún tá fór uppí.
– Tá átti Havsbrún í fleiri alibrúkum,
og eg kom at vera við til at leggja til
rættis, hvussu Havsbrún skuldi koma
inn í alivinnuna, og tað bleiv ikki sørt av
taktikki, sum var uppi í arbeiðinum um
tað mundið, sigur Odd.
– At alivinnan minkaði niður í færri
og færri feløg, umframt at útlendsk feløg
eisini komu inn og keyptu føroysk feløg
upp, gjørdi tað heila eitt sindur buldraligt.
Og tað kravdi av Havsbrún, at neyðugt
var at taka støðu til, um fyritøkan bara
skuldi standa og hyggja at ella um hon
skuldi vera við.
Upp og niður
Árini, sum komu, gjørdu tað ikki minni
krevjandi hjá Havsbrún, tí tað skuldi
seinni blíva ein hørð telving um, hvussu
alingin skuldi fáast at ganga upp. Ikki
Odd á odda
Hóast hann valdi at fara á læraraskúla og eisini fekk læraraprógv,
lagaði lívsleiðin hjá fuglfirðinginum Odd Eliasen seg heilt øðrvísi.
Síðstu 25 árini hevur hann starvast á Havsbrún og arbeitt seg
uppeftir, so hann nú í skjótt eitt ár hevur verið stjóri har
Hilmar Jan Hansen, hilmarjan@sosialurin.fo