Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 45
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 45

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnudagurin 27. september 2013 sosialurin 5 minst kravdi tað sítt, tá herviliga ILA- sjúkan tók seg upp í 2000. – Vit brúktu ómetaliga nógva tíð uppá at hyggja at Føroyakortinum fyri at vita, hvussu tað kundi ruddast upp og strukturerast í alingini. Hetta lá eisini á mínum borði, tí Havsbrún var saman við myndugleikum, íleggjarum og øðrum ein av høvuðsspælarunum aftan fyri ta skipan, ið kom. Og seinni vóru vit eisini við til at skapa Bakkafrost í tí líki, vit kenna tað sum alifyritøku, sigur Odd. Sum leiðari á fóðurdeildini, fekst Odd Eliasen eisini nógv við at menna fóðrið, og tað kravdi vitan um, hvat var á marknaðinum, og neyðugt var alla tíðina at fylgja væl við í, hvat hendi, so Havsbrún kundi tillaga seg og vera við í fremstu røð. Tað gekk ikki altíð eftir vild, tí frá 1995 og frameftir koyrdi tað upp og niður. – Tá alivinnan í Føroyum hevur verið niðri, hava vit tó megnað at selt og út­ flutt, heldur enn at sent fólk til hús og niðurlaðað framleiðsluna, og tá tað hevur gingið væl hjá alivinnuni, hava vit eisini samlað okkum mest um tað. Men fyri at klára okkum, tá tað kanska ikki gekk so væl, máttu vit leggja størri dent á útflutningin, sigur Odd. – Tað byrjaði við, at vit seldu til Hetlands, síðani Skotlands og so seinni aftur til Norra, har vit frá 2003 til 2005 seldu eini 20.000 tons. Útflutningurin hevur frá 1994 og til dagin í dag okkurt árið verið uppi á 25.000 tonsum. Tað hevur verið soleiðis, at um pundið hevur verið lágt, hevur tað ikki loyst seg at selt til Skotlands og tann vegin. Odd vísir á, at í fóðurvinnuni er gjarna stórur umsetningur, men lutfalsliga lítil vinningur, so vágin er stórur, men hann fegnast um, at Havsbrún hevur hingið í øll árini, tí tað var ikki altíð líka stuttligt ella áhugavert. – Alingin var jú ein nýggj vinna, so vit noyddust at læra og taka vitanina við okkum, og tað endaði so eisini við, at vit sjálvir vóru við, tá alingin skuldi leggjast til rættis. Alt hevur ikki altíð gingið sum ætlað, men vit hava verið í hesi bransjuni í nógv ár og eru her enn, sigur hann. Lá í kortunum Fríggjadagin 5. oktober í fjør kom frá­ boðan frá Havsbrún um, at Odd Eliasen var útnevndur til nýggjan stjóra í Havsbrún og at hann eisini bleiv partur av leiðsluni í Bakkafrost-samtakinum, eftir at Bergur Poulsen hevði tikið avgerð um, at hann vildi fara frá sum stjóri. – Um eg hyggi aftureftir frá nú av, so var tað kanska púra náttúrligt. Men í fjør høvdu vit fingið nýggjar eigarar, so tað var ikki tað gamla Havsbrún- systemið, sum setti meg í stjórastarvið, men Bakkafrost-samtakið, sigur Odd, ið eisini kendi serstakliga væl til Bakkafrost. Hann hevði sitið í nevndini í nýggja Bakkafrost frá 2006 og til hann tók við stjórastarvinum á Havsbrún, tá hann ikki kundi røkja tann nevndarsessin longur. – Upp á ein máta lá tað kanska í kortunum, og um eingin broyting hevði verið í eigaraviðurskiftunum fyri tveim­ um árum síðani, hevði útfallið kanska blivið tað sama allíkavæl, tí Bergur peikaði á meg sum sín eftirmann. Vit báðir koma annars úr tveimum fullkomuliga ymiskum umhvørvum og hava heilt hvør sína bakgrund. Júst hetta við ymiskleikanum í starvsfólkahópinum sær Odd Eliasen sum eina styrki fyri Havsbrún, ið samstundis er ein fyritøka, sum bæði er fysiskt stór og umsetur fyri nógvar pengar. – Vit hava eina rúgvu av sertøkni á virkinum, tí tað er tað einasta av sínum slagi í Føroyum. Øll vitanin liggur inni á Havsbrún og hjá teimum fólkunum, sum arbeiða her. Vit eru fullkomuliga tengd at, at vit hava gott fólk, tí vit kunnu ikki bara fara út á gøtuna eftir fólki, sigur Odd. – Tað sæst eisini aftur, at vit hava verið øgiliga heppin við júst okkara starvs­ fólkum, tí hetta eru fólk, sum uttan tað stóra hóvastákið loysa trupulleikarnar á sínum økjum, so tey fáa tingini at koyra og glíða so smidliga, sum tað ber til. Uttan tey og teirra dugnaskap, hevði tað slett ikki borið til. Mugu góðska alt Tá stjórin á Havsbrún skal hyggja eitt sindur meira frameftir, er hann skjótur at koma inn á eitt av sínum hjartamálum, sum er at fáa sum mest burtur úr øllum tí fiski, sum kemur upp á land í Føroyum. – Vit kunnu ikki lata hesi stóru virði fara fyri skjeytið, tí tað ræður um at fáa allan fisk í Føroyum til høldar og so nógv viðgjørt, sum tað ber til. Bara tað, at vit kunnu brúka høvd og ryggir, avskurð og maga, er ein sólskinssøga í sjálvum sær, sigur Odd Eliasen. – Um vit bara fingu allan avskurðin, so hevði tað verið meira enn nóg mikið til at gjørt fóður til alla alivinnuna, sum er í landinum. Tí sigur tað seg sjálvt, at vit mugu gera alt fyri at góðska alla vøru í Føroyum, so vit fáa gagnnýtt alla virðisketuna hjá okkum. Odd vísir á, at føroysku kvoturnar av pelagiskum fiski í ár eru 500.000 tons, og um alt hetta varð góðskað, kundu 300.000 tons av slógvi verið fingin burtur úr tí. – Vit eru væl á veg, men eg haldi bara, at týdningurin av, at vit arbeiða og taka hond um alla rávøruna, er ótrúliga týdningarmikil, tí vit kunnu ikki bara forera øðrum fiskin at arbeiða víðari, tá vit sjálv kunnu gera nakað við tað. Fjølbroytt arbeiði Nógv vatn er runnið í Gjógvará, síðani 23 ára ungi Odd Eliasen í 1988 kom inn um dyrnar á Havsbrún og byrjaði at starvast í fyritøkuni, sum higartil hevur verið hansara lívsstarv í meira enn 25 ár – nú enntá sum stjóri. – Hetta er eitt øgiliga fjølbroytt arbeiði, sum krevur, at tú noyðist at søkja tær nýggja vitan og lesa nógv, tí gert tú ikki tað, kann tað skjótt verða trupult. Bara alingin í sjálvum sær er so kompliserað, at tú noyðist at fylgja við, skalt tú hava ein kjans, sigur Odd. – Tað týdningarmesta er at brenna fyri arbeiðinum og at hava áhuga fyri tí. Eg havi ongantíð angrað, at eg valdi Havsbrún, heldur enn eina tilveru sum lærari. Ein orsøk til tað er helst eisini, at eg her havi við fólk at gera, umframt at tað eisini her snýr seg um at søkja sær lærdóm og vitan, so tú ert inni í tingunum. Hóast tað ongantíð bleiv til nakað lærarastarv, so viðgongur Odd Eliasen, at hann tó einaferð hevur loyst av í skúlanum í tvær vikur. – Men tað var altso bara ein vinartænasta, skundar hann sær at leggja aftrat… Eftir at hava lokið læraraprógv í 1988, fór Odd Eliasen í starv á Havsbrún, har hann nú hevur verið í 25 ár – harav tað síðsta árið sum stjóri Mynd: Per á Hædd/Fotostudio Blá bók: Odd Eliasen er føddur 9. januar 1965, og hann og konan, Randi Larsen, eiga børnini Bjarna og Annu. Hann tók HF-prógv við Gøtugjógv í 1983, var eitt ár vikarur í Fuglafjarðar skúla og fór so á Føroya Læraraskúla, har hann tók prógv sum lærari í 1988. Sama ár kom hann í starv hjá Havsbrún sum søluleiðari, var frá 1995 leiðari á fóðurdeildini, og tók í fjør við sum stjóri í Havsbrún. Um Havsbrún: Partafelagið Havsbrún fór í 1966 undir at framleiða fiskamjøl og lýsi í Fuglafirði. Fram­ leiðslu­tólini tá megnaðu at arbeiða umleið 4-500 tons av fiski um samdøgrið. Síðani eru nógvar íløgur gjørdar í fiskamjøls- og lýsiframleiðslu, so framleiðsluorkan í dag er um 2.000 tons av fiski um samdøgrið. Havsbrún fór í 1983 undir at royndarframleiða alifóður, og í 1988 varð eitt nýtt fóðurvirki tikið í nýtslu. Hetta virki megnaði at framleiða 60 tons um samdøgrið, og síðani er tað støðugt útbygt og dagført við nýggjastu og fremstu tøkni innan fóðurframleiðslu, so í dag er framleiðsluorkan um 550 tons av fóðri um samdøgrið. Kreppan fyrst í 90-unum rakti alivinnuna sera meint, so mong alibrúk fóru á húsagang og vandi var fyri, at alivinnan datt niðurfyri. Havsbrún hevur havt ein stóran leiklut í arbeiðinum at byggja føroysku alivinnuna uppaftur.