Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 46
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 46

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnudagurin 27. september 2013 sosialurin 6 2008 Articon Brot úr grundgevingunum: »Nevndin fegnast um, at alt fleiri fyri­ tøkur í Føroyum ganga hesa leið í skipan av virki og uppgávum, við denti á fjøl­ tátt­aða útbúgving og endurútbúgving av starvsfólki, ið loysir uppgávurnar í toymum, har dygd, trygd og trivnaður verður sett í hásæti. Tær viðurkenna, at hetta eru fyritreytir fyri góðum kapp­ ingar­føri og vøkstri og fyri vaksandi svørtum tølum á botnlinjuni. Nevndin er samd um at velja eitt av hesum virkjum, ið eftir fáum árum við denti á dygd, trygd, trivna og starvs­ fólkamenning hevur megnað at vaksið seg til at verða millum tey størstu í sínari vinnu í Føroyum, og sum hevur staðið seg væl í kapping við stóru útlendsku kappingarneytarnar. Tíðirnar hava ikki verið ímóti hesari vinnu seinnu árini, men at vaksa frá byrjan í 2001 til í at vera ein av størstu fyritøkunum gerst ikki bara við hepni. Kappingarneytarnir eru sterkir og gamlir í garði. Men orðhaldni, framúr fyrireiking í toymisvirki og ágrýtnið hjá hesum toymum at loysa uppgávurnar væl innan av­talaða tíð og við tíð góðsku, sum er av­ talað, hevur givið úrslit. Articon er byggifyritøka, sett á stovn í 2001 við partapeningi upp á 1,6 mió kr. og við eginpeningi ultimo 2007 upp á 33,1 mió kr. Eginpeningsavkastið áðrenn skatt var í 2007 50%, og avlopið eftir skatt varð 9,8 mió kr. Starvsfólkatalið hevur verið støðugt vaksandi, og í dag starvast 115 fólk í fyritøkuni. Dómsnenvdin er tí samd um at velja P/F Articon til Ársins virki 2008.« 2009 Bakkafrost Brot úr grundgevingunum: »At hava biologiska trygd, bæði veterinert og tá tað snýr seg um at fáa rávøru, at skapa jøvn og góð prísviðurskifti við miðvísari sølu beinleiðis vend til enda­brúkaran, og at skapa jøvn og góð inntøkuviðurskifti við langsiktaðum saman­hangi av allari virðisketuni, aling, liðugt­framleiðslu og sølu, hevur verið tann strategi, sum hevur ført á mál. Fyritøkan er í dag í samanlegging við Vestlax og fer eftir samanleggingina 1. januar komandi at ala eini 30.000 tons árliga, harav knappliga helvtin verður í retail-pakningi. Miðað verðue ftir, at fyritøkan skal skrásetast á virðis­ brævamarknaðinum í Oslo og verða burtur av altjóða fyritøka, við teimum krøvum um burðardygd og gott langsiktað avkast, ið eigararnir fara at krevja av henni. Fyritøkan hevði við seinastu ársuppgerð eina eginogn upp á 229 mió kr. og ársúrslit upp á 37 mió kr. Starvsfólkatalið hevur verið støðugt vaksandi og var knapliga 300 við árs­ byrjan. Nevndin hevur tí ikki ivast í at valt P/F Bakkafrost Holding til ársins virki 2009.« Tí fingu tey heiðurin Tá ársins virki verður kosið, hevur dómsnevndin sjálvandi sínar grundgevingar fyri sínum vali. Á hesum síðum taka vit saman um orsøkirnar til valið av ársins virki seinastu fimm árini Jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo Articon (tkr.) 2012 2011 2010 2009 2008 Bruttovinningur 56.619 68.143 50.626 55.251 68.388 EBITDA 5.108 9.824 6.741 10.730 13.375 Ársúrslit 1.535 4.067 3.166 5.669 3.746 Eginogn 30.636 33.751 39.684 41.518 36.361 Fíggjarjavni 111.860 121.377 120.505 110.866 121.462 Soliditetur 27 28 33 37 30 Gjaldførislutfall 126 111 116 158 129 LYKLATØL Bakkafrost (tkr.) 2012 2011 2010 Umsetningur 1.855.544 1.321.092 820.212 EBIT 343.520 400.698 315.580 Ársúrslit 267.875 323.417 259.711 Eginogn 1.262.912 1.061.011 902.289 Fíggjarjavni 2.570.911 2.301.774 1.184.656 Soliditetur 49 46 76 Roknskapartølini fevna her bert um um tíðarskeiðið, síðani felagið varð skrásett á virðisbrævamarknaðinum. LYKLATØL Bakkafrost vann heiðurin í 2009 ...framhald á síðu 10