Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 49
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 49

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnudagurin 27. september 2013 sosialurin 9 H óast fleiri ganga væl ílætin gerandisdagar, so skerst ikki burtur, at vinnulívsstjórar og leiðarar henda eina dagin um árið eru eitt sindur meira uppsnollað. Tey hittast í Norðurlandahúsinum, avslappað og uttan bindingar ella krav um at fáa handilin í hús. Einki stress, bara hugni. – Tey skulu sleppa burtur úr geradis­ degnum. Hugna sær, netverka og læra hvønn annan betur at kenna, sigur Esther Dahl. Ráðgevin í Vinnuhúsinum skundar sær tó at leggja afturat, at dagurin sjálvandi skal leggja lunnar undir framtíðar samstarv. – Men hetta er ikki og skal ikki vera ein sølumessa, sigur Esther Dahl, sum tó ásannar, at óivað eru onkrir handlar gjørdir á Vinnudegnum. Soleiðis er vinnulívið. Stutt millum hugna og ein góðan handil. Í ár er fjúrtanda ferð, at vinnan setir seg sjálva í miðdepilin á árliga Vinnudegnum. – Eitt av endamálunum við degnum er at siga, at tað er í lagi at vera góður. Fyrstu árini vórðu virki nærum hálað niður í fjølmiðlunum og almenna rúm­ inum, eftir at tey høvdu fingið ein heiður. Men í dag er meira legalt at vera góður. Tað er í lagi at standa á pallinum og taka ímóti einari viðurkenning. Í somáta haldi eg at Vinnudagurin hevur flutt nakað, sigur Esther Dahl. Tað er ymiskt, hvussu nógv vinnandi fyritøkurnar hava gjørt burtur úr hesum herðaklappi, men tað er alt meira vanligt at heitið Ársins Virki ella Ársins Átak verður brúkt í marknaðarføringini. Skatturin Umframt at dagurin bjóðar fyrilestrar frá útlendskum vinnulívsfólki hevur Vinnu­húsið valt at seta fokus á skatta­ skipanina. Tað verður gjørt í kjaki millum Ben Arabo, Gudny Langgaard, og Kára Petersen. – Vit halda at verandi skattaskipan er ein trupulleiki ídag. Vit høvdu ikki sett skattin á breddan, um vit ikki hildu hann vera ein trupulleika, sigur Esther Dahl, sum í sama viðfangi undirstrikar, at kjakið tekur støði í holdningunum hjá kjakarunum. Tað er ikki Arbeiðsgevarafelagið, sum skal hava sína meining ígjøgnum á pallinum í Norðurlandahúsinum. Men ráðgevin í Vinnuhúsinum dylir ikki fyri, at vinnan vil hava skattin á breddan í almanna kjakinum: – Stórur partur av føroyingum virkar eftir serligum skattaskipanum, og tað ger, at ov fá eru til at rinda í felags kassan. Tað er væl eisini tí, at landsstýrið arbeiðir við einum hugskotskatalogi um, hvussu skatturin kann broytast, sigur Esther Dahl og heldur fram: – Fyri vinnulívið er tað ein ítøkiligur trupulleiki, at ein føroyingur hevur væl meira eftir av somu løn, um hann arbeiðir í Norra heldur enn Føroyum. Tað skeiklar kappingarførið hjá føroyskum vinnulívi, sigur Esther Dahl. Grundleggjandi eftirlýsir Arbeiðs­ gevara­felagið eina broyting í skatta­ skipan­ini, soleiðis at føroyskt vinnulív í størri mun kann kappast um arbeiðs­ megina, sum í vaksandi mun leitar sær ut um landoddarnar at arbeiða. – Vit vóna at hetta kann vera start­ skotið til eitt grundleggjandi kjak um okkara skattaskipan, sigur Esther Dahl. Opin og sjónlig Trettan ár við Vinnudegi og Ársins Virki hava sambært ráðgevanum í Vinnu­ húsinum varpað sítt ljós á føroyskt vinnulív. – Vinnan er meira opin og meira sjónlig í landslagnum. Sum longu nevnt er tað eisini meira legalt at vera vinnu­ lívs­fólk og tjena pengar í dag, sammett við fyrr, sigur Esther Dahl. Ráðgevin í Vinnuhúsinum er sannførd um, at hesi árini er vinnan eisini blivin meira samansjóvað. – Vinnan er sjálvandi í kapping við hvønnannan. Soleiðis er tað og soleiðis fer tað eisini altíð at vera. Men eg haldi at man í størri mun er samdur um for­ treytirnar fyri at kappast. Eisini ger tað stóran mun, at øll bransjan er savnað í sama Vinnuhúsi, sigur Esther Dahl. Eitt eyðkenni fyri føroyskt vinnulív er, at talan í flestu førum er um smáar eindir. Men tað kann eisini vera ein styrki í sær sjálvum, metir Esther Dahl. – Vinnan hevur prógvað, at hon dugir at tillaga seg. At hugsa øðrvísi og finna loysnir. Tað kemst eitt nú av, at í smáu eindunum er stutt millum ymsu før­ leikarnar, og tað kann geva eina synergi­ effekt. Avbjóðingin er at duga betri at sam­ starva. – Samstarv er lykilin. Fyritøkur skulu duga at alliera seg, bæði við aðrar fyri­tøkur herheima og við útlendskar sam­starvs­felagar. Tað gevur møguleika at býta vitan og førleikar við onnur og harvið veksa, sigur Esther Dahl og heldur fram: – Tað er gott at vera lítil og fleksibul, men ein vansi er ofta, at tú hoyrist og sæst ikki nóg væl. Tí er upplagt at sam­ starva við aðrar fyritøkur, fyri á tann hátt at gerast sjónlig í myndini. Esther Dahl vísir á, at Vinnuhúsið er til­vitað um sín leiklut í hesum. – Sum Arbeiðsgevarafelag vilja vit ikki leggja okkum beinleiðis út í samstarv millum fyritøkur ella aktivt knýta fyri­ tøkur saman. Uppgávan er at skapa góðar karmar, soleiðis at vinnan sjálv finnur sínar samstarvsfelagar. Tað gera vit millum annað við at skipa fyri, soleiðis at vinnan hittist ofta, sigur Esther Dahl. Hon nevnir sum dømi vinnuferðina til Grønlands í apríl, har nakrar og tredivu føroyskar fyritøkur við løgmanni á odda hittu grønlendskt vinnulív og myndug­ leikar. – Vit skulu skapa karmarnar, og so er tað upp til vinnuna at finna útav at brúka teir, sigur Esther Dahl. Komandi karmarnir, ið Vinnu­húsið setir fyri sínar limir, eru í Norður­landa­ húsinum, sum fríggjadagin fer at hýsa útvið 400 vinnulívsfólkum, sum brúka ein seinnapart at hátíðarhalda seg sjálvi. Tað er í lagi at vera góður Ein dag um árið hátíðarheldur føroyskt vinnulív seg sjálvt. Endabresturin er at velja ársins virki og ársins átak, ið verða fagnað við føgrum orðum og standandi lógvabrestum. – Í dag er tað í lagi at vera góður, tað er legalt at vera eitt dugnaligt vinnulívsfólk, sigur Esther Dahl, ráðgevi í Vinnuhúsinum Jón Brian Hvidtfeldt, jonbrian@sosialurin.fo FAKTA: Endamálið við at velja Ársins Virki og Ársins Átak er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum. Hugt Tá Ársins virki skal veljast verður hugt eftir fíggjarligu úrslitunum seinastu árini. Men eisini verður mett um framfýsni og áræði innan útflutning, framleiðslu, vøru- og tænastumenning, tøknifrøði, útbúgving ella innan annað øki, sum hevur viðført menning og vøkstur.