Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 50

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnudagurin 27. september 2013 sosialurin 10 2010 Tavan Brot úr grundgevingunum: »Sjálvt um fleiri fyritøku muygu brúka truplu tíðirnar júst nú at finna nýggja leiðir, kunnu vit samstundis fegnast um, at vit hava fyritøkur, sum sjálvt í størri høpi enn tí føroyska kunnu sigast at vera stórar og klára seg heilt væl. Men eisini aðrar fyritøkur, sum av marknaðarstødd og rávørumøguleikum ikki hava somu vakstrarumstøður, eru við stak góðum úrslitum sprotnar úr kreppuni. Ein av hesum hevur víst, at vit miðvísum góðskuarbeiði hevur borið til at tryggja sær eina næstan at kalla monopolstøðu á altjóða marknaðinum, tá ræður um góðsku og orðhaldni. Fyritøkan og samstarvsfelagar hennara hava lagt seg eftir at fáa rávøru virkaða, ið fyrr ikki varð brúkt, og sum er avmarkað í nøgd. Fyritøkan hevur dugað at hildið upp á ein dugnaligan og arbeiðssaman medarbeiðaraskara, ið hevur givið ein effektivitet í virkinum, sum talað verður um. Fyritøkan hevur eisini gingið undan at fáa semju millum tey skip, ið útvega rávøruna, um at halda árligu veiðuna innan fyri tær metingar, ið Havstovan hevur um, hvat stovnurin tolir. Fyritøkan, talan er um, er Sp/f Tavan í Leirvík. Stovnað í 1994 at framleiða gullaksafars í leigaðum virkisbygningum (keyptir longu í 1997) hevur henda fyritøka støðugt ment seg og vaksið og víðkað um sína framleiðslu, so hon í fjør hevði sítt besta ár higartil við einum bruttovinningi upp á 34,7 mió kr. og einum ársúrsliti upp á 10,8 mió kr. Umframt gullaksafars virkar fyritøkan í dag upsafløk og roynir støðugt at ganga nýggjar leiðir at finna virðisøking av framleiðsluni og menna nýggj virkingarøki. Fyritøkan hevur seinastu fimm árini havt eitt ársúrslit millum 2,6 og 10,8 mió kr. og hevði við árslok 2009 eina eginogn upp á knappar 20 mió kr. Trygdarevnið lá í 2009 upp á 45,3%. Fyritøkan lýkur sostatt allar kappingartreytir, og metingarnevndin himprast onga løtu í at velja Sp/f Tavan til ársins virki 2010.” 2011 Vónin Brot úr grundgevingunum: »Gev einum manni ein fisk, og hann verður mettur fyri ein dag. Lær hann at viska, at hann verður mettur fyri lívið. Flestu okkara kenna helst hetta gamla orðatakið. Ein nýggjari útáva av hesum orðatakið skoytir uppí: »Lær ein mann at fiska, og tú kanst selja honum fiskireiðskap« ...Sølan hjá Vónini er økt seinastu árini, og fór í 2010 upp um 100 mió kr. Vøksturin í søluni í 2010 stavar frá øktari sølu uttanfyri landoddarnar, hóast fyritøkan enn selur meira innanlands enn uttanlands. Vónin hevur í nógv ár arbeitt við menning av sínum vørum og tænastum í tøttum samstarvið við fiskivinnuna og aðrar tænastuveitarar til fiskivinnuna. Vónin hevur eisini verið við til at fíggja ph-d lestur innan uppisjóvartrol og hevur í nógv ár arbeitt tætt saman við Havstovuni í menningarverkætlanum. Tað ber til at royna nýggja hugskot og nýggjar vørur við teldusimuleringum og í stóra royndartanganum hjá Vónini, áðrenn tær verða royndar undir veru­ ligum umstøðum. Hesin dentur á gransking og menning hevur borið ávøkstur, og vørurnar hjá Vónini eru eftir­spurdar víða hvar, ikki bert í Norður­ atlants­havi Starvsfólkatalið hjá fyritøkuni er støðugt økt, og í 2010 starvaðust í miðal 62 starvsfólk hjá P/F Vónini. P/F Vónin hevur sum tað fyrsta virkið vunnið heiðurin sum ársins virki tvær ferðir, fyrstu ferð í 2002. Dómsnevndin heldur, at Vónin hevur uppiborið henda heiðurin gjøgnum tað miðvísa arbeiði, sum fyritøkan hevur lagt í at menna sínar vørur, at menna teir marknaðirnar, sum Vónin virkar á, eitt miðvíst samstarv við onnur og ikki minst gjøgnum tey búskaparligu úrslit, sum fyritøkan hevur rokkið. Hjartaliga tillukku við heiðrinum sum ársins virki 2011.« 2012 Luna Brot úr grundgevingunum: »Fyri meira enn 15 árum síðani tók felagið stig til við treiskni og áhaldni at fáa skipað heilsufrøðiligu lóggávuna innan aling á ta kós, sum hon nú er á. Gjøgnum miðvíst arbeiði og áhaldandi press eigur felagið sín stóra leiklut í, at heilsufrøðiligu karmarnir fyri alivinnuni í Føroyum eru heimsins bestu. ... Marknaðarføringin hjá fyritøkuni sjálvari hevur eisini verið sjónlig, bæði heima og uttanlands. Fyritøkan re- brandaði í 2011 sínar vørur, sum eftir hetta eru seldar undir navninum Hiddenfjord. Felagið hevur sett sær sum mál, at kundin bara kann velja millum tvær góðskur: Superior Quality og Sushi-grade, eisini nevnd Ultra-Superior Quality. Tað sigur ikki so lítið um ambitiónirnar hjá fyritøkuni at framleiða vørur av høgari góðsku. Marknaðurin hevur eisini tikið væl ímóti Hiddenfjord-brandinum. Sushi-matstovur lýsa í matskránni og á heimasíðum teirra við, at tær nýta Hiddenfjord-laks. Og sama ár sum Hiddenfjord laksur varð borðreiddur í sambandi við Wimbledon tenniskappingina skrivaði kenda enska blaðið the Telegraph eina grein um alifyritøkuna, har framleiðslan og góðskan á alifiskinum fekk nógv rós. ... Tað ber næstan ikki til at tosa um Luna uttan at koma inn á søguna hjá felagnum. Fyritøkan, sum spretti úr Fiskavirkinum í Gøtu, og sum hevur so langa stolta siðvenju. Og har persónarnir handan fyritøkuna hava roynt eitt sindur av hvørjum, bæði tá tað gongur í alingini í Føroyum, men eisini tá tað gekk minni væl. Teir hava klárað at stýrt skútuni gjøgnum brotaskerini, og tað er tí væl uppiborið, at Luna verður kosið ársins virki á Vinnudegnum 2012. Dómsnevndin og Føroya Arbeiðsgevarafelag ynskja P/F Luna hjartaliga tillukku við heiðrinum.« Tavan (tkr.) 2012 2011 2010 2009 2008 Bruttovinningur 23.493 37.087 34.165 34.666 20.079 EBITDA 9.341 17.499 14.449 12.811 5.569 ársúrslit 6.808 13.041 10.464 10.791 2.650 Eginogn 32.243 27.435 22.393 19.930 17.138 Fíggjarjavni 38.521 46.924 42.839 40.891 38.982 Soliditetur 84 58 52 49 44 Gjaldførislutfall 592 219 269 258 238 LYKLATØL Vónin (tkr.) 2012 2011 2010 2009 2008 Bruttovinningur 49.803 48.414 38.533 32.887 30.387 EBITDA 17.723 17.832 11.757 7.168 4.128 Ársúrslit 12.432 15.471 8.300 3.901 3.557 Eginogn 65.451 58.080 63.918 60.108 61.051 Fíggjarjavni 148.258 168.741 146.297 145.672 140.550 Soliditetur 44 34 44 41 43 Gjaldførislutfall 136 83 303 259 329 LYKLATØL Luna (tkr.) 2012 2011 2010 2009 2008 Bruttovinni 51.590 88.834 93.193 33.880 24.451 EBITDA 28.321 62.549 72.646 15.916 8.299 ársúrslit 21.141 47.412 57.032 9.312 3.971 Eginogn 153.719 144.578 112.166 58.133 48.821 Fíggjarjavn 311.877 250.765 193.156 136.394 140.392 Soliditetur 49 58 58 43 35 Gjaldførislu 282 606 582 314 256 LYKLATØL Frágreiðing til lyklatøl: Bruttovinningur Nettosøla frádrigin útreiðslunum(tó ikki lønarútreiðslum), sum virkið hevur av framleiðslu, sølu og umsiting. EBIT Úrslit áðrenn rentur og skatt EBITDA Úrslit áðrenn rentur, skatt og avskrivingar Soliditetur Lutfallið millum eginogn og samlaðu ognir felagsins Gjaldførislutfall Lutfallið millum skjótt umsetiligar ognir/tøkan pening og skuld, ið fellur til gjaldingar komandi árið.