Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-26, síða 58
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 26. september 2013síða 58

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vinnudagurin 27. september 2013 sosialurin 18 Í 2008 var neyvan nakar, sum tordi at hugsa tankan um, at ein føroysk matstova skuldi teljast millum tær allarbestu í ríkinum. Neyvan mundi nakar vita, hvat »gastroseksualitetur« merkti, og ostur við garnatálg og nátar við føroyskum grasi var í øllum førum ikki tað, sum tú skuldi seta á borðið, um útlendskir gestir skuldu imponerast. Rákið við eini betri føroyskari mat­ mentan var tó byrjað. Í Vágsbotni hevði Leif Sørensen satsa stórt við matstovuni, Gourmet, og við føstum teigum í ávika­ vist Dimmalætting, Sosialinum og við heimasíðuni, grams.fo, hevði Mortan í Hamrabyrgi gjørt sínar royndir við at vísa føroyingum, hvussu matur og vín kundu njótast. Hóast útbúgvingin hjá Mortani er tannlækni, so er tað gastronomi, sum hevur hansara heilt stóra áhuga, og sjálvur áhugin hevur alla tíðina verið drívmegin í hesum partinum av virkseminum hjá hoyvíkinginum. – Persónliga málið hevur ongan tíð verið, at eg skal hava nakran vinning úr hesum. Hetta økið hevur bara mín allar størsta áhuga, og kann eg vera við til at kveikja og styrkja um áhugan hjá føroyingum fyri matmentan og –vinnu, so eri eg glaður, sigur Mortan. Vildi royna mørkini Tá tosið fellur á Matfestivalin, sum í 2008 varð kosin sum ársins átak, so er Mortan skjótur at svara, at hetta á ein hátt alla tíðina var ætlað sum eitt eingangsfyribrigdi. – Hetta var fyrst og fremst eitt gar­vilt hugskot, og so valdi eg bara at arbeiða víðari við tí. Eisini fyri at vita, hvat bar til og ikki í Føroyum. Eg vildi fegin fáa staðfesta, hvussu væl vinnan sjálv tók undir við slíkum átaki, hvussu privat­ persónar tóku ímóti tí, og ikki minst vildi eg vita, hvat bar til og ikki. Við seinasta partinum av hesum sipar hann til lógarkrøv á matvøruøkinum, og hesi fingu frá fleiri síðum skuldina fyri, at matfestivalurin ikki varð hildin aftur. Men Mortan hevur ikki hug at geva nøkrum skuldina. – Ein lærdómur var, at vit við verandi lóggávu ikki høvdu loyvi at servera eitt nú føroyskt lambs- ella neytakjøt á mat­stovum. Fokus var í stóran mun á tí, sum ikki bar til, og har haldi eg, at vit í dag arbeiða heilt øðrvísi, soleiðis at eitt nú Heilsufrøðiliga Starvsstovan er aktiv í arbeið­inum at røkka teimum krøvum, sum verða sett, og tí kann føroyskur matur nú við allari góðkenning veitast ferða­fólkum. – Hetta var bara ein lítil partur av tí heila. Sjálvandi veit eg, at tað ikki eri eg einsamallur, sum havi verið við at lyfta føroyska matmentan, men eg haldi eisin, at Matfestivalurin hevur gjørt sítt. Tú kanst siga, at hann sprongdist í 1000 petti, harav nógv hava ment seg hvør í sínum lagi síðani tá, sigur Mortan í Hamrabyrgi. Arbeiðir handan tjøldini Sjálvur hevur hann ikki verið eins sjón­ligur seinnu árini, sum hann var, tá blaðgreinar og heimasíða fyltu stóran part av gerandisdegnum, men hann hevur á ongan hátt ligið á latu síðuni, kortini. – Eg havi ikki havt tíð ella orku til at vera somikði sjónligur, nú eg eisini havi stovnað egna praksis sum tannlækni. Men maturin hevur framvegis mín stóra áhuga. Av verkætlanum, sum eg havi verið partur av, kann eg nevna ostin hjá Jóhan Mortensen, Bankatoskakvøldini í Áarstovu og altjóða Sherry-kvøld. – Nú haldi eg meg hava fingið somikið gott støðufesti í Sørvági, har eg nú búgvi, at eg spakuliga eri við at gerast sjónligur. Fyrsta stigið í so máta er facebook- bólkurin Gastronomi í Føroyum, sum hevur fingið eini 2.000 likes, nú fyrsta vikan er løgd aftur um bak, og eg arbeiði eisini við ætlanum um aftur at skriva um mat, vín og gastronomi sum heild. – Um sjálvur Matfestivalurin nakran tíð verður hildin aftur, veit eg ikki. Tað kundi verið stuttligt at gjørt okkurt líknandi tiltak, og kanska kundi hetta verið gjørt eins og G!, har ein møguligur vinn­ingur varð latin til góðgerandi endamál, heldur Mortan. Matvinnan eksploderar Seinnu árini er tilvitanin hjá føroyingum um føroyskar matvørur og góðskuna í hesum økt við rúkandi ferð. Tað er ikki við sørt av stoltleika, at føroyingar í dag kunnu hoyra og lesa um Koks, sum kapp­ ast um heiðurin sum besta mat­stovan í ríkinum, og við nátum, røstum kjøti og ph-d granskan innan føroyska matlist eru menn sum Leif Sørensen og Jóan Pauli Joensen í fullari ferð við at prógva, at føroyskur matur avgjørt ikki er nakað, sum hoyrir bygdalívi og fortíðini til. Eitt rák, sum Mortan í Hamrabyrgi eisini tykist vera sera fegin um. – Vit síggja eina øgiliga menning innan matvøruvinnuna í løtuni. Koks er sjálvandi ein søga fyri seg, men hetta er ein partur av okkara mentan, sum nú eisini er við til at draga ferðafólk henda­ vegin. Eg kann nevna, at í 2009 var eingin út­lendskur matjournalistur í Føroyum við tí endamáli at skriva um mat. Í fjør vóru 86 slíkir á Føroyavitjan, og hetta fer at síggjast aftur. – Eg kann til stuttleika nevna eina hending í Sørvági, har menn hava tikið landfisk, teir rópa tað. Hetta er tað, sum á donskum eitur knivmusling. Eg helt sjálvandi, at hetta var spennandi, og nú fyri stuttum fóru vit eina ferð eftir hesum. Tað var ikki ætlað sum nøkur stórhending, men við Jørgen Niclasen sum ferðaleiðara og fleiri prominentum gest­um og útlendingum millum tey luttakandi virkaði hetta sum nakað heilt ser­ligt, og hetta er so sanniliga eisini ser­ stakar upplivingar hjá vitjandi gestum. Virkar sum jarðarmóðir Soleiðis sær Mortan fyri sær eina vinnu, sum uttan iva verður við at styrkja bæði ­ í- og sjálvsmyndina av Føroyum, og sjálvur hevur hann einki ímóti, at hann ikki er tann, sum skorar kassan við hesum. – Venda vit aftur til Matfestivalin, so var hetta bara eitt garvilt hugskot, og sjálvur plagi eg at siga, at hugskot altíð skulu roynast. Tað bar jú til at seta menn á mánan, og søgan hjá okkum er enn ikki liðugt skrivað, so tað er eingin orsøk at halda seg aftur. – Kann mín leiklutur í hesum vera tann hjá jarðarmóðrini, sum hjálpir, tá børn koma í heimin, so fái eg stóra gleði av hesum. Tað ræður um at fáa tey góðu hugskotini fødd og borin í heim, og tað er jú altíð spennandi at síggja hesi mennast, sigur Mortan í Hamrabyrgi. Eitt garvilt hugskot Matfestivalurin varð bara hildin tað eina árið, men ætlanin var ongantíð, at hetta skuldi verða afturvenandi tiltak. Fyrst og fremst vildi Mortan í Hamrabyrgi royna, hvat bar til og ikki, tá talan var um at menna føroyska matvørumentan Jákup Mørk, jakup@sosialurin.fo