hósdagur 26. september 2013síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vinnudagurin 27. september 2013
sosialurin
22
Jesper Møller stendur á odda fyri stóru donsku fyritøkuni
Toms Gruppen, sum m.a. fevnir um merkini Anthon Berg,
Ga-Jol, Toms, og Galle&Jessen. Hann hevur verið partur av
Toms Gruppen síðan 2004 og hevur hesa tíðina megnað at
venda einum undirskotið til yvirskot. Tey 1.200 starvsfólkini
á fyritøkuni framleiða árliga uml. 35.000 t av sukurvørum
á virkjum í Danmark, Svøríki, Týsklandi og Póllandi. Jesper
Møller fer á Vinnudegnum at halda fyrilestur um menningina
av kappingarstyrkini hjá fyritøkuni, har atlit verður tikið til
bæði tað siðbundna og tað nýggja.
Forstjórin í Hayyard Group, Geir Johan Bakke, fer á
Vinnudegnum at greiða okkum frá norska martima tyssinum
og fer at meta um møguleikarnar fyri Føroyar í hesum høpi.
Havyard Group er partur av sterka maritima tyssinum á
vesturstrond Noregs.Tyssið fevnir um 12 sniðgevingarfyritøkur,
17 reiðaríir, 13 skipasmiðjur og 161 veitingarfyritøkur. Øll lið
í virðisketuni eru við í tyssinum, hóast økið landafrøðiliga
er lítið. Í Føroyum eru Geir Johan Bakke og Havyard Group
serliga kend fyri at hava bygt frálandaskipini hjá føroysku
fyritøkuni Skansi Offshore.
Jesper Møller
Geir Johan Bakke