hósdagur 26. september 2013síða 63
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vinnudagurin 27. september 2013
sosialurin
23
Skráin:
12:30
Skráseting
13:00
Bergur Poulsen, formaður í Føroya
Arbeiðsgevarafelag, bjóðar vælkomin
13:05
Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum,
setir Vinnudagin 2013
13:15
Det norske maritime cluster – hvilke muligheter
er der for Færøyene. Geir Johan Bakke,
forstjóri á Havyard Group
13:45
Samfundsansvar – en naturlig vej for grønlandske
virksomheder. Anita Hoffer, løgfrøðiligur
ráðgevi og CSR-serfrøðingur í Grønlands
Arbejdsgiverforening
14:15
Steðgur
14:45
Tradition og fornyelse – udvikling
af Toms Gruppens konkurrencekraft.
Jesper Møller, forstjóri í Toms Gruppen
15:35
Ársins Átak 2013 verður kosið
15:50
Steðgur
16:15
Skattanýskipan. Kjak, sum Stefan í Skorini
og Jón Brian Hvidtfeldt standa fyri. Luttakarar
í kjakinum eru Ben Arabo, stjóri á Atlantic
Petroleum, Gudny Langgaard, stjóri á Vodafone,
og Kári Petersen, búskaparfrøðingur
17:15
Ársins Virki 2013 verður kosið
17:30
Liðugt í Norðurlandahúsinum
19:00
Veitsla á Hotel Føroyum
Aftur í ár er kjak á skránni á Vinnu
degnum. Evnið hesuferð er skatta
nýskipanin, sum landsstýrið ætlar at
fremja. Ætlanin er at lækka skattin á
arbeiðsinntøku, samstundis sum inn
tøkugrundarlagið skal breiðkast, so at
landið fær fleiri inntøkur.
Við í orðaskiftinum verða Ben Arabo,
stjóri í Atlantic Petroleum, Gudny
Langgaard, stjóri í Vodafone og Kári
Petersen, búskaparfrøðingur. Kjakinum
fara Stefan í Skorini og Jón Brian
Hvidtfeldt at stýra.
– Vónandi fer kjakið at geva bæði
vinnulívsfólki, politikarum og vanligum
borgarum nakað at hugsa um, og okkara
mál er, at kjakið fer at halda fram,
aftaná Vinnudagurin 2013 er liðugur,
sigur Esther Dahl, ráðgevi í Vinnu
húsinum.
Kjak um
skattanýskipan
Anita Hoffer, er serfrøðingur innan CSR hjá grønlendska
arbeiðsgevarafelagnum, har hon m.a. umsitur netverkið
CSR Greenland. CSR Greenland var í 2010 stovnað av Air
Greenland, Grønlandsbanken, Grønlands Arbejdsgiver
forening, Royal Arctic Line og Kompetencekompagniet.
Endamálið við stovnanini var at taka fatur á stóru sosialu
avbjóðingunum í Grønlandi, at skapa sambond tvørturum
vinnugreinar, og at fyrireika grønlendskar fyritøkur til tey
CSR-krøv, sum verða sett fyritøkum innan ráevnisvinnuna.
CSR Greenland hevur í dag 35 limafyritøkur. Anita Hoffer fer
á Vinnudegnum at greiða okkum frá virkseminum og at koma
við ítøkiligum dømum um, hvussu CSR fer fram í Grønlandi.
Anita Hoffer