mánadagur 30. september 2013síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
VINNUDAGUR
Áki Bertholdsen
- Kanska skulu vit gera okk
urt heilt víðgongt fyri at
fíggja vælferðasamfelagið.
Tað heldur Ben Arabo,
stjóri í Atlantskolvetni.
Eitt, hann hugsar um í
hesum føri, er at avtaka allan
kommunuskatt, umframt at
leggja ein eyka skatt á allan
peningaflutning.
Á
vinnudegnum
vóru
skattaviðursiftini í Føroyum
eitt høvðsevni.
- Ein máti er at leggja eini
fimm prosent í skatti á allar
flytingar, sigur hann.
Hetta merkir, at hvørja
ferð, tú fer til bakaran at key
pa morgunbreyð, og rindar
við gjaldskorti, skulu fimm
prosent av keypsupphædd
ini rindast í skatti.
- Og hvørja ferð, tú keypir
eitt partabræv, skulu fimm
prosent rindast í skatti og
somuleiðis, hvørja ferð, tú
fær løn, vinningsbýti, rindar
eina oljurokning og, hvat tað
skal vera, skulu eisini fimm
prosent rindast í skatti.
Ben Arabo vísir á, at
í øðrum londum verður
umrøtt at leggja skatt á
ávísan peningaflutning.
Men hann heldur, at
skulu vit hava slíkan skatt,
skulu vit hava hann av øllum
flytingum yvirhøvur.
- Hetta er ein spennandi
tanki, sum vit kanska eiga at
hugsa gjølligari um, heldur
hann.
Kommunuskatturin
avtakast
Hinvegin heldur hann eisini,
at samstundis sum aðrir
skattir verða álagdur, verður
neyðugt at avtaka alt, sum
eitur kommunuskatt.
- Vit áttu slett ikki at havt
kommunur í Føroyum tí tað
er samfelagið ov lítið til. Hin
vegin verður neyðugt at allur
inntøkuskattur er stigveks
andi, men kommunuskatt
urin er púra flatur og tað
rakar vanligar familjur hart.
Tann
flati
kommunu
skatturin er eisini nógv
vaksin í seinastuni. Fyri
nøkrum árum síðani var
hann eini 13 prosent, nú ligg
ur hann á 20 prosentum og
hægri.
Ben Arabo heldur sostatt,
at allur inntøkuskattur skal
verða
stigveksandi.
Sam
stundis skal allur inntøku
skatturin takast inn í einum
og so má lutast út aftur til
kommunurnar onkusvegna.
- Men so sleppa vit held
ur ikki undan at hugsa um
útreiðslustigið í samfelag
num. Vit mugu hugsa um tær
tænastur, sum eru neyðugar
og tær, sum eru góðar at
hava.
Neyðugar vælferðartæn
astur er at tryggja tey gomlu,
tey sjúku, tey veiku og tey
ungu undir útbúgving.
- Restin av tænastunum
eru trygdarnet undir borgar
unum.
- At væl lærdir aka
demikarar á Heilsufrøðiligu
Starvsstovuni ferðast land
ið runt at kanna matin,
sum fæst keyps á stevnum
kring landið, er í allarbesta
føri gott at hava, men tað
er avgjørt ikki neyðugt.
Og at alment lønt siga í Út
varpinum og ráðgeva fólk
um vistfrøðilgar nøtur er
eisini í allarbesta føri gott
at hava, men neyðugt er tað
ikki, sigur Ben Arabo, fyri
at skera tað út í papp, hvat
hann meinti við.
Hann ávarar samstundis
at javntseta vælferð við øktar
útreiðslur á fíggjarlógini.
- At vit tvífalda talið á
fulltrúum merkir neyðtur
vuliga ikki økta vælferð,
heldur Ben Arabo.
Hann sigur, at hesi síðstu
20 árini eru útreiðslurnar
á fíggjarlógini tvífaldaðar,
men hann ivast stórliga í um
vælferðin er tvífaldað.
Rýma
Hinvegin sær Ben Arabo ong
an skaða í, at føroyingar fara
uttanlands at arbeiða.
- Skulu vit laga Føroyar
til umheimin, ella skulu vit
krevja, at umheimurin lagar
seg til okkum, spyr hann.
Sjálvur heldur hann, at
svarið er rættiliga einfalt
- Vit hava túsundtals før
oyingar, sum arbeiða uttan
lands. Men kann nakar siga
mær, hvat tey skuldu gjørt,
komu tey øll heimaftur.
Áki Bertholdsen
- Tað ber væl til at avtaka
landsskattin, ella í øllum
førum at minka hann niður
í helvt, sigur Kári Petersen,
búskaparfrøðingur.
Kortini ásannar hann, at
vit noyðast at krevja skatt
inn fyri at fíggja okkara væl
ferðartænastur.
- Spurningurin er bara,
hvussu vit krevja skattin
inn.
Og hann kann ikki koma
í tankar um nakað slag av
skatti, sum er skaðiligari
enn vanligur lønarskattur,
leggur hann afturat.
Orsøkin er, at lønar
skattur hevur beinaleiðis
negativa ávirkan á brutto
tjóðarúrtøkuna og útboðið
av arbeiðsmegi.
Tað kemst rætt og slætt
tí at tað er verri at fáa fólk
til arbeiðis, tá ið tey skulu
rinda næstan helmingin í
skatti.
Hann sigur, at skulu vit
tosa um skatt, eru tað Føroy
ar og Danmark ímóti restini
av verðini.
- Í øllum øðrum londum
eru tey skilabetri enn vit og
hava ein nógv lægri lønar
skatt enn vit hava.
Kári Petersen heldur, at
tað ber væl til at lækka inn
tøkuskattin heilt munandi,
kanska næstan niður í helvt.
Tilsamans rinda føroying
ar 1,2 milliardir í landsskatti.
Hann vísir á, at eitt nú er
skrásetingargjald av bilum
nógv lægri í Føroyum enn í
øðrum londum.
- Vit bera okkum at um
vit eru bilaframleiðarar. Í
Svøríki og í Týsklandi, har
tey gera bilar, hava tey lágt
skrásetingargjald fyri at ikki
at oyðileggja ídnaðin í landi
num. Men vit gera tað sama,
hóast vit ikki framleiða bilar.
Kári
Petersen
heldur
eisini, at sjómannafrádrátt
urin skal avtakast, tí hann
hevur bara skaðiliga ávirkan
á samfelagið.
Missa ikki hugin
Hann nevnir eisini møgu
leikan fyri ognarskatti og
tað, bretar nevna poll-skatt,
altso at skattur verður lagd
ur á eintaklingar.
Talan kann vera um einar
1000 krónur um mánaðin
fyri hvønn skattgjaldara,
ella 300 milliónir um árið.
Og so nevnir hann til
feingisskattin,
tað
kundi
saktans givið einar 450-500
milliónir
- Nú eru vit longu upp á
gott 800 milliónir, og gevur
skrásetingjøld,
sjómanna
frádrátturin og møgulig
ur
ognarskattur
200-300
milliónir, eru við longu upp
ímóti tí, sum landskatturin
gevur í løtuni.
Kári Petersen sigur, at
hetta eru alt skattir, sum
ikki taka hugin frá fólki at
arbeiða.
Tað hevði eisini bøtt mu
nandi um keypiorkuna hjá
fólki, umframt tað hevði
lætt um krøvini um lønar
hækkingar, ella lønartrýstið.
Men tað ber eisini til at
tálma útreiðslurnar. Fyri at
nevna nøkur dømi, spurdi
hann, hví tað er neyðugt at
hava fleiri framhaldsdeildir
í fólkaskúlanum í Suðuroy
og í bygdunum rundan um
Skálafjørðin.
Tað sama ger seg galdandi
á miðnámsskúlaøkinum, har
fleiri milliónir kundu verið
spardar, sigur Kári Petersen.
Vit skulu avtaka
kommunuskattin
Løgtingið eigur at umhugsa at leggja skatt á allar peningaflytingar, eisini tá ið tú fer í
handilin og rindar við gjaldskorti, heldur Ben Arabo, stjóri í Atlantskolvetni
Ber væl til at minka lands
Vit eru í eini støðu, har tað
eru Føroyar og Danmark ímóti
restini av verðini, sigur Kári
Petersen, búskaparfrøðingur
Tað er verri at fáa
fólk til arbeiðis, tá ið
tey skulu rinda næstan
helmingin í skatti
Hvørja ferð, tú fer
til bakaran at keypa
morgunbreyð, og
rindar við gjaldskorti,
skulu fimm prosent
av keypsupphæddini
rindast í skatti