mánadagur 30. september 2013síða 12
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. septmeber 2013 · Nr. 112
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
- Eg haldi, at eg var tann mest
róliga her inni, tá gekkahjólið
steðgaði á miljónini, og tað
var greitt, at vinningurin var
mín.
Tað
sigur
Astrid
Eiriksdóttir Reynheim, tá vit
stutt eftir, at hon var vorðin
miljóningur, spurdu hana,
hvussu tað kendist at vinna
ein so stóran vinning.
- Mamma mín Leila var
fjarritari, tí eg eri so smæðin.
Eg haldi, at øll hini, sum inni
vóru, leikaðu meira í enn eg.
Eg eri rólig av lyndi, og tað
var eg eisini í kvøld.
Astrid dylur tó ikki yvir,
at hon gjørdist serstakliga
glað, tá gekkahjólið í triðju
og seinastu royndini hjá
henni steðgaði á miljónini,
sum hetta kvøldið var í bláa
gekkinum.
- Jú, eg gjørdist mega
glað, og eg eri eisini ógvuliga
glað um, at eg nú kann rinda
onkra rokning, sum liggur.
Hvat eg annars fari at brúka
pengarnar til, veit eg slett
ikki í løtuni. Eg fari at hugsa
meg væl um, áðrenn nøkur
støða verður tikin til tað.
Vil hava koyrikort
Eitt er Astrid Reynheim tó
sannførd um. Tá hon fyllir 18
ár hin 24. juni næsta ár, skal
hon hava koyrikort til bil.
- Men, um eg fari at keypa
mær ein nýggjan bil - nei, tað
er slett ikki sikkurt, leggur
hon aftrat.
Astrid sigur, at hon ætlar
sær eisini ein túr niður til
Liverpool at vitja 26 ára
gomlu fostursytir sína, sum
lesur har niðri.
- Annars ætli eg mær at
taka tað púra róligt og síggja
tíðina ann, sum hon tekur
til.
Misti pápa sín
Astrid misti pápa sín Eirik
Reynheim í januar í ár, tá
hann eftir minni enn einum
ári doyði av krabbameini.
Tá Sosialurin hitti Astrid
í telefonini stutt eftir, at
hon hevði vunnið miljónina
fríggjakvøldið,
hittu
vit
eisini mammu Astrid, Lailu
Reynheim.
- Tað hevur verið tungt
hjá okkum, síðan maður
mín doyði. Vit áttu fýra børn
saman og eina fosturdóttir.
Astrid er næst yngst, og
í kvøld vóru vit í Sørvági
og
vitjaðu
elstu
dóttir
mína, Barbaru Reynheim
Mouritsen, sum er gift og býr
í Sørvági, segði ein ógvuliga
fegin, Leila Reynheim, við
Sosialin fríggjakvøldið.
17 ára gamla Astrid gjørdist miljóningur
Astrid Eiriksdóttir Reynheim er sannførd um, at tá hon fyllir 18 ár hin 24. juni næsta ár, skal
hon hava koyrikort til bil. - Men, um eg fari at keypa mær ein nýggjan bil - nei, tað er slett
ikki sikkurt, sigur miljóningurin
Tað er Astrid Eiriksdóttir Reynheim, sum er vinstru megin á myndini.
Fríggjakvøldið var hon heppin og vann hon eina miljón krónur í gekkinum
Vilmund Jacobsen
Árini 2008 til 2010 økti
st útflutningurin av
óvirkaðum
fiski
úr
23.413 tonsum í 2008
upp í 34.952 tons í 2010.
Í
2011
minkaðu
nøgdirnar aftur, og í
2012 var talið 2% minni
enn í 2011.
Útflutningurin av
óvirkaðum fiski - sam
anlagt - er minkaður
árini síðan 2010, og tað
eru serliga nøgdirnar
av toski, hýsu og upsa,
sum eru javnt minkað
ar tey seinnu árini.
Minni
verður
útflutt av
óvirkaðum
Vilmund Jacobsen
Tá nólsoyingar leygarkvøldið
bjóðaðu
til
nátaveitslu,
høvdu tey dekkað borð til 90
fólk. Úr Nólsoy verður sagt,
at bert nøkur heilt fá pláss
vóru eftir, og tí var talið
av fólki, sum hetta kvøldið
høvdu leitað sær til góðan
mát og hugna, næstan 90.
Hetta er eitt stórt tal í eini
bygd, har íbúgvaratalið liggur
væl niðan fyri 300.
Á veitsluni í Nólsoy var
gott undirhald, bæði við
skemti og tónleiki, og tá
sjálvt borðhaldið var av, varð
dansað til langt út á náttina.
- Tiltakið eydnaðist stak
væl, og vit eru sera væl nøgd
við undirtøkuna.
Úr Nólsoy verður sagt,
at tey, sum vóru við á
nátaveitsluni, í fyrsta lagi
vóru nólsoyingar, sum búgva
í Nólsoy og síðan nólsoyingar,
sum búgva aðrastaðni.
Við á nátaveitsluni vóru
eisini fólk við ymiskum
tilknýti til bygdina.
Stór nátaveitsla í Nólsoy
VEITSLA Leygarkvøldið var stór nátaveitsla í Royndarhúsinum í Nólsoy
Nólsoyingar hugnaðu sær á stórari nátaveitslu leygarkvøldið
Á Vísindavøkuni
varð heiðurslønin
fyri framúr góða
almenna miðling av
gransking 2013 latin
Páli Weihe, yvirlækna
og granskara. Saman
við heiðursbrævinum
fylgdi kekkur á 5.000
krónur.
Fleiri enn 100 kampingvognar í Vestmanna
Í vikuskiftinum hevur stórt kampingtreff verið í
Vestmanna, har fleiri enn 100 húsvognar og nógv
fólk vóru savnað. Ymisk tiltøk vóru á skránni, og
bæði børn og vaksin hugnaðu sær óført.