Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 11

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam 2. jólakvøld í fjør hittust systk­ ini við Streym í barn­dóms­ heiminum við Norðskála. Tað er langt í millum, at tey soleiðis eru savnaði, tí onkur býr í Pólandi og onkur í Dan­ mark, meðan hini búgva í Før­oyum. Øll eru tey virkin ítrótt­ar­ fólk, og hava tey hvør í sínum verið virkin í ítróttini innan judo, skjóting, rógving og so framvegis. Teimum dáma av­bjóðingar – og at bjóða hvørj­um øðrum av. So við búkinum fullum av røstum kjøti, sum foreldrini Eyðgerð og Magnus borðreiddi við, av­ ráddu fimm av teimum sjey systkinum, at eitt marathon skuldi rennast. Skuldu fullføra – Tað einasta, sum vit øll veruliga vildu var, at vit øll kláraðu at gjøgnumføra. At øll fóru at megna at leggja teir góðu 42 kilometrarnar afturum okkum, og tað eydn­ aðist í Berlin í gjár. Tað er fan­tastiskt, sigur Regin við Streym. Hann hevur ongantíð áður runnið eitt maraton. Tað hava Fríða og Jóhanna held­ ur ikki. Ragnar og Súsanna hava bæði roynt tað áður, men nú hava tey fimm øll runnið eitt maraton. Hetta hóast onkrir skaðar argaðu tey á teininum. – Fríða fekk stórar trupul­ leikar við fótinum rætti­liga tíðliga. Hon hevði trupul­ leikar frammanundan, og tað bleiv nógv verri meðan hon rann, men hon er so tvør, so eisini hon stríddi seg á mál, greiðir Regin frá. Tær báðar systarnar Sú­ sanna og Jóhanna skiftust um at fylgjast við henni stór­ an part av teininum, meðan brøð­urnir báðir runnu framm­an­fyri. – Ragnar og eg fylgdust á mál og høvdu tíðina 4 tímar og 16 minuttir. Tað eru vit nøgdir við, sigur Regin, áðr­ enn hann leggur aftrat. – Ja, heimsmetið bleiv eisini sett meðan vit runnu. Ikki av okkum, men einum øðrum manni, sum var um­ leið dupult so skjótur sum vit báðir, fortelur Regin flenn­ andi og sipar til, at Wilson Kipsang úr Kenya kom á mál við tíðini tveir tímar, tríggir minuttir og 38 sekund, sum er nýtt heimsmet. Kappaðust innanhýsis At tey systkini eru kapp­ ingar­menniskju burturav kom eisini til sjóndar í fyri­ reik­ingunum til marathonið. Sjálvandi skuldu øll vera væl fyri, og tey ynsktu eisini at stuðla og motivera hvønn annan. Tískil høvdu tey ein bólk á Facebook, har allir teinar og tíðir hjá teimum vóru lagdar út, so tey kundu fylgja við gongdini hjá hvør øðrum. – Her høvdu vit so eisini eina lítla kapping koyrandi, um hvør av okkum kláraði at renna flestar kilometrar í fyrireikingini. Tá var Sú­ sanna langt fremst við oman fyri 600 kilometrum, og vinn­ingurin frá okkum systk­inum var eitt par av renni­skóm, fortelur Regin. Avgerðin fellur 2. jólakvøld Og fyrireikingarnar hava verið góðar hjá øllum fimm, tí øll komu á mál og fullførdu. – Tað var fantastiskt at renna í Berlin. Tað var púra slætt allan vegin, fólk róptu og stuðlaðu og tónleikur var allastaðni. Ikki ti, tað var eisini sera strævið, heldur Regin fyri, sum saman við systk­inum longu nú er farin at tosa um, hvør næsta avbjóðingin verður. - Vit tosa um marathon í New York um tvey ár, men tað er bara prát. Kanska tann avgerðin verður tikin 2. jóla­ kvøld, sigur Regin og flennir. Hann kemur til Føroya í kvøld saman við Ragnar og Jóhannu, meðan Fríða fer aftur til Pólands og Súsanna til Danmarkar. rolant@sosialurin.fo Fimm systkin runnu marathon Eftir at hava fylt búkin við røstum kjøti 2. jólakvøld í fjør, sótu tey fimm systkini, Súsanna, Jóhanna, Ragnar, Regin og Fríða við Streym og bjóðaðu hvørjum øðrum av. Eitt marathon skuldi rennast í heyst – og hetta gjøgnumførdu øll fimm í Berlin í gjár Tey fimm systkini eftir at hava fullført marathon í Berlin: Jóhanna, Ragnar, Fríða, Súsanna og Regin