Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 10

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 prestainnsetan Rannvá G. Fossaberg Vestmanna kirkja var full­ sett, tá 53 ára gamla Marjun í Kálvalíð í gjár bleiv innsett sum prestur í Norðstreymoy og Vágum. Tað var dóm­ próst­ur, Uni Næs, ið skipaði Marju­na í Kálvalíð í kallið. Marjun í Kálvalíð, ið bleiv prest­vígd í dómkirkjuni tann 15. september, er serstakliga fegin um løtuna í kirkjuni í gjár. - Dagurin var heilt ser­ lig­ur og deiligur, og eg hevði eina góða kenslu alla tíðina. Tað var ótrúliga deiligt við eini fullsettari kirkju, góðum kór­sangi og ikki minst, at eg hevði góð fólk rundan um meg á hesum serliga degn­ um. Tað er púra víst, at eg havi dugnaligar og fittar prest­ar sum starvsfelagar, og eg føli meg ógvuliga væl mót­tikna, sigur Marjun í Kálvalíð, ið er ættað úr Mið­ vági og hevur starvast sum sosialráðgevi, áðrenn hon fór at lesa gudfrøði. Kendi meg væl Til gudstænastuna í gjár helt Marjun í Kálvalíð sína fyrstu prædiku. - Eg havi hildið prædikur áður, tá eg las gudfrøði, men hetta var fyrstu ferð, at eg prædikaði í míni kirkju so at siga, fortelur Marju­n í Kálvalíð, sum hevði ábyrgd­ ina av einum parti av gud­s­ tæna­stuni. - Í gjár var eg fyri fyrstu ferð fyri altarinum. Bert vígd­ir prestar kunnu vera fyri altari­num, og sostatt royndi eg tað fyri fyrstu ferð í gjár. Eg kendi meg væl og borna av hugsanum og bønum, sig­ur Marjun í Kálvalíð, sum hevði fyrireikað seg væl til dagin. - Fyrst og fremst hevði eg lis­ið tekstin fleiri ferðir. Eg lesi altíð tekstin á upp­runa­ máli­num, sum er á griskum, og síðani umseti eg sjálv. Tað er eisini umráðandi fyri tekst­in at lesa samanhangin, og tí hyggi eg eftir, í hvørjum sam­an­hangi teksturin er skriv­að­ur. Eg brúki annars tað, ið fellur mær inn, og sum eg meti, hóskar til prædik­u­ na, greiðir Marjun í Kálvalíð frá. Gleðir seg Nýggi innsetti presturin sig­ ur seg síggja fram til at virka sum prestur í Norð­streym­ oyar og Vága presta­gjaldið. - Tað er eitt ótrúliga ríkt kirkjulív her í økinum, og javnan verður eisini skipað fyri ymsum øðrvísi tiltøkum í kirkjuni. Eitt nú hava tað verið konsertir, fyrilestrar, kirkju­bio, kingokór og annað, og tað er alt nakað, sum eg gleði meg at verða partur av, sig­ur Marjun í Kálvalíð. Sóknarkirkjan er í Vest­ manna, har Marjun í Kálvalíð býr, men hon skal eisini til aðrar kirkjur í sóknini. - Eg síggi fram til at koma út til tey ymsu støðini, og gleði meg til veruliga at ko­ ma í gongd við starvið. - Dagurin var heilt serligur Soleiðis sigur Marjun í Kálvalíð, sum í gjár í Vestmanna Kirkju varð skipað í kallið sum sóknarprestur í Norðstreymoyar prestagjaldi við tænastu í Vága Prestagjaldi. Eg eri ótrúliga glað fyri dagin og fegnist um, at eg hevði góð fólk rundan um meg, nú eg helt mína fyrstu prædiku, sigur Marjun í Kálvalíð