Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 9

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 30. septmeber 2013 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í gjár, mikkjalsmessudag, fylti Halgir Winther Poulsen, 75 ár og vil Sosialurin nýta høvi til at ynskja honum til­ lukku við degnum. Halgir er av góðum “sjálv­ stýr­is­bergi” brotin. Pápin, Niels, var landsstýrismaður hjá flokk­i­num og abbin, Jo­ han Hendrik, var ting­mað­ur í mong ár. Mamman, Krist­i­ anna, var av Winther-fólk­i­ num á Sandi, sum eisini hev­ ur røtur sama veg. Halgir er føddu­r í Sumba, har pápin var lær­ari tá. Enn longur aft­ ur er Halgir ættaður frá amt­ mann­i­num Løbner, sum vist hev­ur fingið verri orð á seg, enn hann hevur uppiborið. Halgir fór ungur at lesa løg­frøði, og “lærutíðina” eftir út­búgv­ing­ina hevði hann hjá sjálv­um Mogens Glistrup, sum tað júst er gjørdur ein film­ur um, har hann saman við Sim­on Spies verður lýst­ ur sum “gal og genial”. Seinast í 1960-unum kom Halgir til Føroya til ad­vo­ k­a­t­virk­ið hjá Leivi Lützen og Demmu­s Hentze. Hann kom sum frá leið at yvirtaka leiðsl­una av hesum virki, sum í dag er eitt tað fremsta ad­vok­at­virk­ið í landinum. Sum løgfrøðingur hevur Halg­ir verið uppi í mongum mál­um. Eitt tað mest kenda og týdn­ingarmesta er yv­ir­ tøk­an av undirgrundini, har Halg­ir stóð fyri løgfrøðini. Hetta var roknað sum ein nær­um hopleys uppgáva frá byrj­an av, men so væl varð arbeitt, og so væl vóru før­ oysku sjónarmiðini und­ir­ bygd,­ at danski for­sæt­is­mál­ a­rá­ðharr­in Poul Schlüter at enda ikki visti onnur ráð enn at geva skarvin yvir. Hetta átti Halgir ein stóran lut í. Víst er er eingin olja funn­in enn, men hon hevur kort­ini merkt nógv í føroyska sam­ fel­ag­num síðan tá. Og so leingi trúgvin er, so er oljan fram­vegis samfelagnum til stórt gagn. Halgir hevur ikki bara havt á­huga fyri “rættvísi” í rætt­ar­sal­i­num. Hann hev­ ur eisini stríðst sum nakar fyri einum rættvísum heimi. Hetta var fyrst sum nevnd­ar­ limur og síðan sum formaður í føroysku deildini av Am­ n­esty International. Ein av hans­ara stríðsfeløgum var leg­en­dan Anette Wang. Tey bæði høvdu annars felags føð­ing­ar­dag. Í gjár vóru nevn­i­liga 102 ár síðani, at hon var fødd. Tey bæði hava ver­ ið millum tey, sum hava ver­ ið í fremstu røð at “skapa” ein Amnesty deild, sum í mun til fólkatalið kanska er tann størsta í heiminum. Í hes­ um sambandi eigur eisini at verða nevnd Maud Heinesen, sála. Halgir er giftur við Ásu , dótt­ir Elin Sofíu og Joen Elias Ell­ef­sen í Mið­vági. Tað er fáar familj­ur, sum hava havt eitt slíkt pol­itiskt fjølbroytni. Um­framt at Halgir er “gen­et­ iskt” sjálv­stýri­smað­ur Ell­ ef­sen ætt­in sa­mstund­is eitt skifti umboðað á løg­tingi av Fólkaflokkinum, Sam­ bands­flokk­i­num og Javn­ að­ar­flokk­i­num! So tað hava ver­ið lív­lig­ir føðingardagar og familj­u­sam­komur, sum tá hava verið. Ása og Halgir eiga fýra børn, Niels, Elin Sofía, Krist­ i­anna og Jógvan Elias. Trý teirra eru løgfrøðingar, og syn­irnir eru báðir virknir í Ad­vok­a­t­skriv­stov­uni hjá páp­a­num, sum eisini man vera teim­um ein góður ráð­ gevi. Víst hevur hann sum so lagt frá sær, men tá ið á stend­ur, man hann framvegis vera tøkur. Eisini hevur hann í fleiri ár verið formaður í fasta gerð­ar­rættinum, sum skal av­gera ávísar trætur á ar­beiðs­markn­að­inum. Her hev­ur hann eisini torað at ganga egnar leiðir, hóast tað kanska ikki var so væl dámt. Framvegis ger Halgir eisini við­merk­ing­ar til dagsins mál og gevur sítt íkast til al­ menna orðaskiftið, sum er ein avgerandi fyritreyt fyri fólk­a­ræð­ið. Skal sjálvur siga, at Halgir hev­ur mang­an verið góður í ráð­um, og blíð hava tey altíð ver­ið at koma inn til. Enn eina ferð: Hjartaliga til­ lukku! ó. Halgir 75 ár Í dag, 21. septembur, fyllir Katrina systir sjeyti. Hon er eitt ár og 10 dagar yngri enn eg. Eitt tað fyrsta, eg minnist um Katrinu, er, at hon sum smá­genta hevði so sera vakurt ljóst og purlut hár, men eg minnist enn betur tann dagin, tá ið óhappið hendi, og hon misti hetta prýði­liga hárið. Vit vóru nógv fólk í húsi – tvær stórar familjur – tey har Vesturi á Horn, Billa omma og vit. Henda vanlukku morg­ unin skuldi Sedea fastur tendra primussin. Sum van­ ligt stoytti hon eitt sindur av spritti í ílatið til tað sama á primuss­inum fyri at hita brennarin. Hon festi í spritti, og Katrina hugdi at, men av einari ella aðrari orsøk sprutt­aði tað brennandi spritti yvir á Katrinu og eldur kom í hana. Fastur royndi sjálvandi sum best at sløkkja. Hon bar hana út í gongina og tveitti teppið oman yvir hana og fekk soleiðis sløkt eldin. Katrina fekk ikki nakran mein sum so av hendingini, men purlurnar brendust og komu ongantíð aftur. Tá ið Katrina var vorðin vaksin, fór hon út at arbeiða. Hon arbeiddi í Piddagarði eina tíð, og hon var eisini eina tíð hjá Sáru og Jóan Paula Gregersen í Syðrugøtu. Hon fór niður á húsarhaldsskúla og var eisini eitt skiftið hjá Almu Vesturi á Horn í Havn. Sum sagt vóru vit nógv fólk í einum lítlum húsum, men tað gekk eisini, og vit vistu ikki um nakað ann­að. Eg minnist serliga, tá ið vit kappaðust at lata okk­um í um morgnarnar, og ser­liga vóru tað tveingirnir í rotu­ skónum, sum góvu okkum trupulleikar.Tvær sengur vóru inni á hvørjum kamari, og vit lógu tríggir dreingir í einari song. Tveir lógu við høvdunum á høvdalagnum, men tann triði lá við bein­ un­um á høvdalagnum, tí tey tóku minni pláss. Vit høvdu kúgv í húsinum, og tað var neyðugt, tí børnini vóru nógv. Vit vóru sjey systkin, og fastur og tey vóru átta, og harafturat kom omma, og vóru pápi og Sámal Andrew heima, og okkurt serligt var á vási, vóru vit tjúgu í tali. Øll fimtan børnini eru fødd í húsunum. Hans Kristian, tann yngsti hornamaðurin, var føddur í januar í 1950, og tað summarið fluttu tey í nýggju húsini Vesturi á Horn. Kúgvin flutti eisini vestur við, so vit máttu hvønn morgun Vestur á Horn eftir mjólk. Eg minnist ein nýggjársmorgun – tað var kalt, kavi og hált – eg fór vestur eftir mjólk. Tá ið eg rann oman Heyggin, har Ragnvald býr í dag, gleið eg og misti spannina, so hon hvølvdist. Eg so vestur aftur til fastur og kærdi mína neyð, og hon gav mær eitt sindur av mjólk, og glaður var eg, tí eg kundi ikki koma aftur við ongari mjólk. Við kúgv í húsunum og fitt av seyði, høvdu vit nógv at hoyggja, og vit børn máttu hjálpa til, tá ið vit vóru so fræg, og vit hoyggjaðu víða um, tí jørðin var so smábýtt. Kúgv høvdu tey har vesturi til einaferð mitt í fimtiárunum, men vit hava hoyggjað gerðið í Hálágerði til nú, men nú fer tað at vera í so strævið hjá okkum gomlu at rokast uppi í tí sera bratta gerðinum, so nú man vera tíð at gevast. Vit arbeiddu eisini í torvi. Tað fyrsta, eg minnist, høvdu vit torv í Góðadali.Eg man hava verið nakað lítil tá, tí einaferð minnist eg , at pápi bar meg í leypi tann síðsta teinin niðan á Háls, og eg minnist eisini, at eg sá eina haru, sum í mínum hugaheimi er størsta hara, eg havi sæð ! Seinni høvdu vit torv úti á Kambsenni, og krógvin hjá okkum er til skjals enn omanfyri har, sum bóndin hevur velt.Tað, sum vit smádreingir gleddu okkum mest til, var, tá ið vit skuldu fáa torvið heim. Vit fyltu fyrst torvið úr krónni upp í posar og bóru teir oman til vegin stutt uttan fyri Breiðá, og so fingu vit Hjalmar á Dalbø at koyra okkum sekkirnar heim, og tað var dagur í viku hjá okk­ um smádreingjum at sleppa upp í lastbilin og koyra torvið heim. Katrina er ein sera blíð og hjálpsom kona, og mangur – bæði kendur og fremmandur - hevur sitið væl inni hjá henni og Finnboga millum ár og dag. Góða Katrina ! Ta síðstu tíðina hava tit havt okkurt strikið, men eg og konan fara at ynskja tær og Finnboga alt tað besta í framtíðini, tí eftir ringar tíðir koma góðar tíðir. Hjartaliga til lukku, og takk fyri, at vit fingu høvi at vera við ! Kristin Katrina við Gjónna, Fuglafirði, sjeyti