Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rannvá G. Fossaberg Fyri fyrstu ferð í søguni fór før­oyska tónleikatiltakið Mítt­land av bakkastokki leyg­ar­dagin. Stóri konsert­ dag­ur­in, sum fór fram á Fem­øren við Oyrasund á Amag­er, hevði ikki færri enn 22 føroysk tónleikanøvn á skrán­ni. Talan var um fleiri av teim­um kendastu fólku­ num innan føroyskt tón­ leika­lív, so sum Kim Hansen, Mar­tin Joensen, Kári P, Lena Anders­en, Kristina Bærent­ sen, Jens Marni Hansen, Evi, Hanus G og fleiri onnur. Umframt tónleik vóru eisini ymiskir básar við sølu av mati og drekka. Tiltakið byrjaði klokkan 13.30, tá Heðin Mortensen, borgar­stjóri í Tórshavnar Kom­mu­nu, við eini røðu setti Mítt­land. Og síðani var tón­ leik­ur og undirhald á stóra palli­num allan dagin og heilt fram til á midnátt, tá allir tón­leikarar og konsertgestir endaðu tiltakið við at syngja tjóð­sang­in. Fyrireikararnir meta, at umleið 2000 fólk høvdu leitað sær út á Femøren leygardagin. - Vit stúrdu eitt sindur fyri, hvussu veðrið mundi fara at verða, og hvussu nógv fólk kanska mundu fara at koma. Men tað vísti seg, at veðrið var verið av tí allarfagrasta, og eg má siga, at eg eri sera væl nøgdur við, hvussu tiltakið hilnaðist, sigur Gudmundur Djurhuus, sum longu nú er vísur í, at Míttland verður aftur næsta ár. - Undirtøkan hevur verið so mikið góð, at eg longu nú kann siga, at Míttland verður aftur um eitt ár, sigur Gudmundur Djurhuus. míttland Stóra tónleikatiltakið Míttland, sum var á Femøren á Amager leygardagin, eydnaðist so mikið væl, at tiltakið verður aftur. - Við hesari ótrúligu undirtøkuni, sum hevur verið, er tað hundrað prosent víst, at Míttland verður aftur í 2014, sigur høvuðsfyriskiparin, Gudmundur Djurhuus 2000 til føroyingaveitslu á Femøren Myndir: FriisFrame