mánadagur 30. september 2013síða 14
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur ítróttartoymi
www.ab.fo
Hetta var vánaligur dystur hjá okkum, men vit mugu bara gera okkum
klárar til leygardagin, tá vit taka ímóti KÍ.
www.b36.fo
Í føroyska hondbóltsheiminum hava neyðarróp ljóðað undan
kappingarbyrjan, tí ov fáir skikkaðir dómarar hava verið tøkir at døma
dystir í fremstu mans- og kvinnudeildunum. Somu neyðarróp hava ikki
ljóðað innan fótbóltin, men í dag fingu vit í øllum førum prógvað, at ein
staðin dómararoynd avgjørt ikki er nøkur trygd fyri skikkaðari døming.
www.nordlysid.fo
Bárður Johnsson Heinesen skifti í ár til HB, har hann hevur verið fastur
partur av Effoliðinum, sum liggur til at vinna FM heitið. Men hjarta liggur
framvegis í KÍ og HB áleyparin fjaldi ikki sína gleði, tá Páll A. Klettskarð
skoraði til 2-0 og »feiraði« málið saman við m.a. Bárði Johnsson Heinesen.
www.tb.fo
Ein sigur, sum var sera, sera kærkomin og samstundis eisini væl uppiborin!
Dysturin í dag var merktur av einum stríðsvilja frá TB, ið vistu at hetta var
ein av teimum møguleikum, ið teir noyddist at taka av og tryggja sær trý
stig.
www.nsi.fo
Málið til 3-0 var sera sjáldsamt. Jann Martin Mortesen sum hevði
stoytt saman við verjuleikara hjá B36 gekk og haltaði uttanfyri
útskiftningsbonkin hjá NSÍ klárur at vera skiftur út tí hann fekk ikki spælt
meir, men tað skuldi seg so vera at NSÍ fer í kontra og bólturin spældur
til Jann Martin. Ja hvat er so at gera, mest sum haltandi á einum beini,
bjóðaði hann B36 verjuni av, og gjørdi ikki mætari enn at seta bóltin í
netið, og harvið totalt punktera B36 liðið.3-0 til NSÍ.
Heimasíðurnar skriva:
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
Pætur Eyð.
Jensen
Rói Danielsen visti av ongum, tá hann brádliga fekk boðini um at hann
er úttikin til A-landsliðið. Boðini fekk hann umvegis sms frá mammuni
Vinnara sms'ið í Triða Hálvleiki:
■ Dion hevur latið
Splidtuna aftur
( TB - AB )
Besta sms'ið, vinnur eitt atgongumerki
til landsdystin ímillum Føroyar og
Eysturríki 15. oktober 2013
Eliesar og Øssur halda helst fram Bæði
uppflytaraliðini, Skála og B68, hugsa fyrst og fremt
um at halda fram við somu venjarunum, sum teir longu
hava. Eliesar Olsen væntar at halda fram á Skála, meðan
Øssur Hansen eisini er tætt við at hada fram á Toftum.
S
kála er nýtt lið í Effo-deildini, men spurning
urin er um teir hava nakað at gera í bestu
deildini longu nú. Skála spældi ein tann besta
fótbóltin vit hava sæð, tá teir vóru uppi í
bestu deildini fyri nøkrum árum síðani.
Síðani hava teir verið heilt har úti, sum krákurnar
venda, og eru nú aftur í bestu deildini. Sermerkt
fyri Skála er, at teir ikki hava keypt spælarar ella
venjarar í eini roynd at flyta upp. Heldur hevur Skála
skapt eitt sunt lokalt felag, har drívmegin ongantíð
er pengar.
Venjari er bara 24 ára gamli skálamaðurin Eliesar
Olsen. Hann hevur staðið á odda fyri liðnum síðani
2010. Hann er ímyndin av hvat nýggja Skála liðið
er. Eitt ungt lið, har spæligleðin og kærleikin fyri
felagnum er einasta drívmegin.
Í 2010 flytir Skála upp úr 2.deild. Í 2011 endar
Skála á fjórða plássi í 1.deild, men er heili 21 stig frá
uppflytingini. Í fjør koma so 14 fleiri stig á konto’ina
og tað røkkur til eitt triðja pláss. Í ár eru komin 48
stig á konto’ina. Tað eru færri enn í fjør, men nokk
til at flyta upp í bestu deildina. Spurningurin er, um
Skála hevur nakran áhuga í at flyta upp?
Svarið tú fær av Skála, er sjálvandi. Har eru tey
ikki í iva um, at tey eins væl og onnur feløg í Føroyum
kunnu spæla í bestu deildini. Men hvat hendir við
felagnum Skála, sum seinastu fýra árini bara hevur
havt lokalar spælarar. Velja teir at halda fram við
tí, ella skal hetta nærmast romantiska liðið nú
upploysast, tí Skála spæla spæla í bestu deildini?
1. deild for vánalig
1. deild hjá monnum er eftirhondini bara blivin ein
menningardeild hjá stóru feløgunum, meðan fá lið
eru eftir, ið kappast um uppflyting. Millum annað
samanleggingin av GÍ og LÍF til Víking, hevur gjørt,
at nú er eitt lið færri, sum kappast at koma upp í
besti deildina. Teir næstbestu hjá Víkingi stríðast
ikki fyri uppflyting, og tað ávirkar eisini áhugan fyri
1.deild.
Vit hava brúk fyri, at onnur feløg koma í 1.deild, so
talan verður um fyrsta lið, ið stríðast um uppflyting
í 1.deild.
Ein avleiðing er, at Skála nú flytir upp í bestu
deildina. Tað tykist óhugsandi, at Skála við áleið
somu manning klárar at gera nakað um seg í besti
deildini, og tí er ilt at ímynda sær nakað romantiskt
ævintýr á Skála komandi ár.
Skála er í menning og hevur helst gjørt tað ein
asta rætta við at satsa lokalt, men spurningurin er
um ikki menningin hjá Skála í verandi løtu skuldi
verið til eitt 4-5 pláss í 1.deild, heldur enn til upp
flyting, Vandin er, at lopið verður ov stórt.
Lopið millum 1.deild og Effo-deildina tykist veksa
fyri hvørt 1.deildarlið, sum er undirveitari fyri Effo-
deildina.
Skála – hjartaliga til lukku við uppflytingini og
vónandi er felagið gear’að til Effo-deildina, og søgan
frá seinast ikki endurtekur seg!
For lætt at koma
í bestu deildina
Ítróttar klumman
Tróndur Arge
Fekk sms frá mammu
Tróndur Arge
– Hetta kom úr leysari luft.
Eg visti av ongum og vildi
ikki trúgva tí. Tað var ikki
fyrr enn eg hoyrdi Lars
Olsen tosa um meg í Rás2, at
eg skilti at tað passaði, sigur
Rói Danielsen.
Rói var til arbeiðis á
Trygt, tá hann fekk eitt sms
frá mammuni, sum skrivaði,
at hann var komin á lands-
liðið.
– Tað fyrsta eg hugsaði
var, at hetta kundi ikki passa.
So eg og ein arbeiðsfelagi
tendraðu Rás2 fyri at vita
um tað passaði, greiðir Rói
Danielsen frá.
Hann er fyrsti spælarin,
sum umboðar AB, ið er komin
á A-landsliðið.
– Tað er sjálvandi fan
tastiskt. Hetta er tí tú spælir
fótbólt. Tú strembar altíð
eftir at røkka tindunum. Í
føroyskum fótbólti er tað
landsliðið, sigur miðverjin
hjá AB.
Rói skuldi av røttum niður
at lesa í summar, men valdi
at útseta tað, tí tað gekk so
væl í heimligu kappingini.
– Hetta var tí eg valdi at
verða verandi, tí tað gekk so
væl, sigur Rói fegin á mál
inum.
Rói Danielsen og Símun
Rógvi Hansen eru fyrstu
spælararnir, ið umboða AB,
sum eru úttiknir til lands
liðið. Rógvi Poulsen, sum er
uppvaksin í AB, hevur eisini
spælt á landsliðnum, men
ikki meðan hann hevur um
boðað AB.
trondur@sosialurin.fo