Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 15

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge – Tórsvøllur Lars Olsen hevur úttikið lands­liðið, sum skal spæla móti Kasakstan og Eysturríki. Tvey nýggj nøvn eru at finna í hópinum. Tað er málverjin hjá AB, Símun Rógvi Hansen, og Rói Danielsen, sum spælir í miðverjuni. Teitur Gestsson spælir við U21 landsliðnum, sum skal spæla móti Týsklandi, sam­stundis sum A-landsliðið spælir móti Eysturríki. Hans Jørgensen, sum hevur verið á landsliðnum í fleiri førum, er ikki úttikin í hes­um før­ inum. Tað er ikki tí lands­ liðs­venjarin ikki trýr upp á málverjan, men tað kemur av at hann situr á bonkinum hjá HB. Góðan gongdin hjá AB hevur fingið landsliðs­venj­ aran at hyggja út á Argir, eftir einum avloysara. Valið fall á sandoyingini í mál­ inum hjá AB. Hann hevði eina misjavna byrjan upp á kapp­ingar­árið, saman við rest­uni av liðnum hjá AB, men hevur síðani summar verið grundsteinurin undir góðu gongdini hjá AB. Rói nýggjur í verjuni Hin nýggju spælarin í hóp­ inum er Rói Danielsen. Hann er stórur og sterkur, og hevur ein fyrimun í at verða vinstra beintur. Hetta nevndi Lars Olsen á tíðindafundinum fyrr í dag. Odmar Færø er fram­vegis ikki tøkur vegna skaða, meðan Atli Gregersen hev­ur leikbann til dystin móti Kasakstan. – Hetta er líka so nógv fyri at síggja hvør dugur er í teim­ um, at vit hava tikið teir út. Nú hava vit møguleika fyri at fylgja teimum til venjing, sigur Lars Olsen. Ári Mohr Jónsson er ikki úttikin til A-landsliðið hesa­ ferð. Hann hevur aldur til U21 landsliðið og hevur verið skaddur í seinastuni. Tí er líkt til, at um Ári kemur seg eftir skaðan, so verður hann við á U21 landsliðnum, sum skal spæla móti Týsklandi 15. oktobur. Símun manglar enn Símun Samuelsen er einsa­ malla »stóra« navnið, ið manglar á miðvøllinum. Allir hinir eru gamlir kenninginar. Símun Samuelsen er lang­ tíðar­skaddur og verður tí ikki við. Lars Olsen helt fyri, at tað var hugaligt at síggja Fróða Benjaminsen og Súna Olsen spæla so væl á miðvøllinum. Hinir eru allir menn, sum hava roynt seg á landsliðnum fyrr. Toppskjúttarnir við – Leif úti Í álopinum hevur Lars Olsen valt at úttaka tríggjar bein­leiðis framherjar. Páll Andrasson Klettskarð, Klæmint Andrasson Olsen og Finnur Justinussen eru allir við í hópinum hesaferð. Teir eru saman við Jóan Símuni Edmundsson úttiknir sum fram­herjar. Lars vildi ikki avsanna, at vit kunnu koma at síggja eitt føroyskt landsliðið, har onkur av teimum trimum fram­herjunum í føroysku kapp­ingini koma at byrja inni. Dystirnir móti Kasakstan og Eysturríki verða ávíkavist 11. og 15. oktobur. trondur@sosialurin.fo Sum skilst, so er tað fyrstu ferð nakrantíð, at ein spælari, ið umboðar AB, er úttikin til A-landsliðið. Talan er um Símun Rógva Hansen og Róa Danielsen Símun Rógvi og Rói skriva søgu fótbóltur Málverjar: Gunnar Nielsen, Motherwell, Skotland Kristian Joensen, NSÍ Símun Rógvi Hansen, AB Verjuleikarar: Jónas Tór Næs, Valur, Ísland Rói Danielsen, AB Erling Jacobsen, Víkingur Rógvi Baldvinsson, Bryne BK, Noreg Jóhan Troest Davidsen, HB Viljormur Davidsen, Vejle Boldklub, Danmark Atli Gregersen, Víkingur Miðvallarar: Hallur Hansson, AaB Ålborg, Danmark Fróði Benjaminsen, HB Daniel Udsen, FC Helsingør, Danmark Christian Restorff Mouritsen, HB Heini Vatnsdal, HB Súni Olsen, B36 Christian Lamhauge Holst, Silkeborg IF, Danmark Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Framherjar: Jóan Símun Edmundsson, Viking Stavanger, Noreg Páll Klettskarð, KÍ Finnur Justinussen, Víkingur Klæmint Olsen, NSÍ Rói Danielsen og Símun Rógvi Hansen eru fyrstu AB leikarar nakrantíð at umboða føroyska A-landsliðið Mynd: FSF