mánadagur 30. september 2013síða 16
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur fótbóltur
H E S A V I K U N A
Kristian Joensen:4
Hevði onkkurt smávegis at fáast við,
men eftir útvístingina var tað bara
onkur hissini deyðbóltur. Fær eitt
4-tal, men arbeiddi ikki serliga hart
fyri at fáa tað.
Jónhard Frederiksberg: 3
Kom ikki so væl frá fyrra hálvleiki og
virkaði lítið tendraður. Var alíkavæl
spældur í nakrar góðar støður,
men stóð millum annað tvær ferðir
rangstaddur í støðu, har hann eigur
at vita betri. Fekk eitt mál móti
endanum
Jens Joensen: 3 (▼82.)
Hevði ávísar trupulleikar í
fyrrahálvleiki og fekk eisini gult kort,
umframt at gera onnur fríspørk. Var
heppin ikki at fáa seinna gula kortið
eitt stórt korter fyri tíð.
Einar Tróndagjógv: 3
Fluttur í miðverjuna og gjørdi ein
uppspælingsfeil tíðliga í dystinum,
men hevði eisini gott skot, tá hann
kom framvið. Fekk gult kort, sum ikki
var gult kort.
Pól Jóhannus
Justinussen: 3
Lítið virkin í fyrra hálvleiki. Fekk lítið
burtur úr á vinstra bakki, men sum
dysturin gekk, so kom hann meiri við.
Var óheppin ikki at fáa mál, tá Tórður
stórbjargaði góðum stutara.
Magnus Olsen: 5
Virkin í fyrra hálvleiki og kom til fleiri
skot. Tað eina av teimum endaði
í málinum, tá hann meddaði til
uttanfyri brotsteigin. Átti lut í flestu
álopunum og vísti gott yvirblikk.
Dagsins spælari.
Sjúrður Jacobsen: 4
Virkaði sum balansan á miðvøllinum.
Fekk gult kort tíðliga í dystinum fyri
at steðga mótálopi. Var við til at
fáa NSÍ halda bóltinum koyrandi á
miðvøllinum.
Árni Frederiksberg: 5
Hevði okkurt miseydna innlegg,
men sjónligur á vonginum við fleiri
dribblingum og góðum uppspølum.
Eitt av teimum var til 2-0 málið,
tá hann hegnisliga slapp frá sínum
manni.
Jann Martin
Mortensen: 4 (▼80.)
Uttan at brúka ov nógvar nertingar
ger hann góðan mun. Bleiv skaddur í
seinna hálvleiki, men megnaði alíkavl
at skora. Átti eisini næst seinasta
fótin á 2-0 málinum.
Andy Olsen: 3
Fekk í minna lagi burtur úr, tá hugsað
verður um at NSÍ var í yvirtal. Fekk
eitt mál, men fekk annars ov lítið
burtur úr.
Klæmint Olsen: 3
Arbeiddi hart og tað órógvaði verjuna
hjá B36. Var nógv á bóltinum í
løtum, men tað bleiv ikki til nakað
mál. Skuldi havt skorað, men stóð
óneyðugt rangstaddur.
Haraldur Højgaard: (▲80.)
Kom seinastu løtuna í álopið. Ov
stutt inni til at gera eina meting.
Andras Brixen
Vágsheyg: (▲82.)
Kom inn seinastu løtuna I miðverjuni
fyri Jens, sum var á gulum korti. Ov
stutt inni til at gera eina meting.
Avrik: tøl 1 til 6
NSÍ
4 (1)
B36
0 (0)
Tróndur Arge – Við Løkin
Í 18 minuttir var B36 væl við
í dystinum móti NSÍ. Liðið
var umskipað, tí Lukasz
Cieslewicz hevði leikbann og
Súni Olsen varð fluttur fram
á framrættaða miðvøllin. Tað
riggaði væl. B36 hevði fleiri
góð uppspøl, har Súni Olsen
átti ein fót í teimum flestu.
Hann hevði eisini eitt gott
skot.
Í 18. minuttir er B36 á veg
í álop og Adeshina Lawal
er á veg í álop, tá dóamrin
bríkslar. Tað endar við, at
Róaldur Jakobsen brádliga
fær beinleiðis reytt kort.
Talan var ikki um eina fót
bóltsliga hending, men held
ur um óhøviskan atburð, ið
kosaði B36 miðvallaranum
útvísingina.
NSÍ ger alt rætt
Reaktiónin frá NSÍ var júst
sum Heðin Askham kundi
kundi ynskt sær. Meðan B36
stríddist fyri at umskipa seg,
so tók NSÍ yvir og útnyttaði
yvirtalsstøðuna til fulnar.
Á
miðjuni
tók
Magnus
Hendriksson Olsen yvir, með
an Árni Frederiksberg saman
við Jann Martini Mortensen,
Andy Olsen og Klæminti
Olsen byrjaðu at finna hvønn
annan við skjótum og góðum
spæli.
Her orkaði B36 enn at
hótta við mótálopum og
tað endaði við, at Sjúrður
Jacobsen fekk gult kort fyri
at fella Adeshina Lawal í
mótálopi.
Sum tíðin gekk nærkaðist
NSÍ. Tvær ferðir eru B36
spælarar í vegin fyri góðum
skotum, men tá ein hálvur
tími var farin gekk ikki
longur. Bólturin datt fyri
føturnar á fyrrverandi B36
miðvallaranum, Magnusi H.
Olsen. Hesa ferð fór bólturin
beint í málið, tá hann medd
aði til. Málið knekkaði B36
og gav NSÍ møguleikan at
slappa eitt sindur meiri av.
Flott avgerandi mál
Avgerandi málið í dystinum,
er málið til 2-0. Tað endaliga
staðfestur, at B36 ikki hevur
nakran møguleika. Tað kem
ur eitt korter inn í seinna
hálvleik, júst sum B36 hevur
havt kanska sína bestu løtu í
dystinum.
Árni Frederiksberg kem
ur
hegnisligan
framvið
Høgna Eysturoy og setur
kós móti málinum. Endar
stutt uttanfyri brotsteigin og
Ein sekk upp á 4-0 og møguliga
eitt Europa League pláss til 1,2
milliónir krónur. Tað var hvat
óhøviski atburðurin hjá Róaldi
Jakobsen kostaði B36, tá hann
bleiv útvístur eftir bara 18
minuttir inn í dystin í Runavík
B36 dýrt
Reytt kort
kostaR
Einki mál til Klæmint NSÍ liðskiparin
hevur skotið níggju mál í seinastu fýra
dystunum fyri NSÍ, men hesa ferð gekk ikki.
Hann fekk bóltin í málið einu ferðina, men
tá var hann hedur óneyðugt rangstaddur.