Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 17

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Dystargongd: B36 er omaná. Súni Olsen er sjónligur og B36 hóttir, men missir eitt sindur takið móti endanum. (B36 betri) Verjan hjá B36 er illa skipað og NSÍ setir seg á dystinum. Róaldur Jakobsen verður útvístur. (NSÍ betri) NSÍ er spælistýrandi, meðan B36 umskipar seg og skiftur út. B36 tykast fjálturstungnir, men halda tætt. (NSÍ betri) B36 hóttir við tíggju monnum og hava als ikki givið upp. NSÍ skorar gott mál og er spælistýrandi. (NSÍ betri) NSÍ hevur fult tamarhald á dystinum og spælir B36 av vøllinum. Blívur heitt á vøllinum og Høgni Midjord og Jens Joensen hepnir ikki at fáa seinna gula fyri taklingar. (NSÍ betri) NSÍ staðfestur sigurin við málum til 3-0 og 4-0. B36 hevur ikki meiri orku og NSÍ vinnur. (NSÍ betri) spæl­ir Jann Martin, ið prikar bólt­in víðari til Andy Olsen, sum skorar. Eitt flott mál, sum lýsir støð­una hjá NSÍ væl. Teir eru í einum góðum stima og nærkast bæði heiðursmerki og Europa League fótbólti. Jann Martin haltaði bóltin í mál Tíggju minuttir fyri tíð fekk NSÍ eitt sermerkt mál. Jann Martin Mortensen fekk ikki spælt og gekk bara og haltaði á vøllinum. Brádliga fekk hann bóltin í vinstru og so vótu NSÍ tríggir móti einum. Tað endaði við, at Jann Martin haltandi rak bóltin inn í brotsteing og skoraði. Hetta var helst ein bland­ ing av at B36 trýsti, og at teir undirmettu støðuna hjá Jann Martini. Reyða kortið avgerandi Tað er ongin ivi um, at reyða kortið er avgerandi fyri gongd­ina í dystinum. NSÍ skal tó hava rós fyri at spæla dystin rætt, tá teir vóru í yvir­tal. Hóast B36 fram til ein hálvan tíma fyri tíð var við, so spældi NSÍ fótbólt, sum gjørdi tað torført hjá B36 at halda høvdinum høgt. B36 liðið er ikki tað liðið, ið hevur mest av renniorku. Tað sást eisini aftur, men tað er heldur ikki lætt hjá einum ungari verju, sum hevur ein 19 ára gamlan og ein 20 ára gamlan miðverja, at standa ímóti einum tendraðum NSÍ, sum luktar blóð. NSÍ hevur nú kós móti heiðurs­merkjum og Europa League. NSÍ hevur bara eitt stig fleiri enn EB/Streymur og tvey stig frammanfyri B36. Fýra stig eru upp til ÍF, sum hevur HB komandi um­ far – og síðani NSÍ. trondur@sosialurin.fo Seks til NSÍ og trý stig til B36 NSÍ var sannførandi ímóti B36 á heima­ vølli, og B36 var sannførandi ímóti NSÍ á heimavølli. Við tveimum heima­ dystum hetta kappingarárið eydnaðist tað NSÍ at fáa seks stig ímóti B36 í ár. Í 5. umfari gjørdist talan um ein tepran 1-0 sigur, og ígjár gjørdist talan um ein 4-0 stórsigur. Í 14. umfari vann B36 3-1 á NSÍ á ovara vølli í Gundadali. Tórður Thomsen: 3 Kundi helst havt vart fyri fjóða málinum. Vísti ótryggleika í nøkrum støðum við útspørkum. Hevði eisini eina bjarging í heimsflokki, tá Pól Jóhannus stútaði eftir innlegg. Høgni Eysturoy: 3 Var millum betri spælararnar hjá B36. Tóktist meiri róligur á bóltinum enn liðfelagirnir í verjuni, men bleiv millum annað avsettur í 2-0 málinum. Vísti styrki rennidystunum við NSÍ áleyparnar. Hørður Askham: 2 Hevði fleiri feilir í uppspælinum, sum kundu havt kostað dýrst. Royndist sum altíð væl í nærdystunum, men hesa ferð var avrikið ikki nóg gott. Robert Heðin Brockie: 2 Somuleiðis fleiri uppspælingsfeilir, og tóktist ikki eins avgjørdi, sum hann hevur verið fyrr. Hevði eisini onkrar trupulleikar við at plasera seg rætt. Ámund Nolsøe: 1 (▼40.) Kom illa frá byrjan og tað ávirkaði sjálvsálitið á unga mannium, sum bleiv útskiftur stutt fyri hálvleik. Treivst illa í trýstinum, sum NSÍ legði á bakkarnar hjá B36. Róaldur Jacobsen: 1 Hvat skal tú siga um ein so royndan mann, sum fær reytt kort fyri óhøviskan málburð í fyrra hálvleiki. Samdur ella ikki í útvísingini, so er talan um eitt 1-tal. Evrard Blé: 2 Var í løtum B36 góður, tá hann megnaði at venda spælinum og halda upp á bóltin, men sum dysturin gekk so fánaði hann burtur og orkaði ikki at renna aftaná. Súni Olsen: 3 Kann hálast upp á eitt 3-tal, men tað er við góðari vælvild, tí hann hevði eisini trupulleikar við at fylgja við í løtum. Hevði nakrar góðar fríspælingar og skot tíðliga í dystinum, men samanlagt var tað undir miðal. Høgni Midjord: 2 (▼70.) Skuldi verið útvístur tjugu minuttir fyri tíð, tá hann fyrst fekk gult fyri at reagera eftir takling, og síðani takla Árna hart aftaná frá. Bleiv stutt seinni útskiftur. Gilli Sørensen: 2 (▼70.) Byrjaði á vinstra vongi, men slapp sjáldan til nakað, og var fluttur á vinstra bakk í seinna hálvleiki. Tykist hava mist geistin, ella verður ov illa uppspældur í mótálopunum. Adeshina Lawal: 4 Besti B36’arin á vøllinum. Stríddist allan dystin og vann eina rúgvu av bóltum, líka mikið hvussu torførar umstøðurnar vóru hjá honum. Jákup á Borg: 2 (▲40.) Kom inn stutt fyri hálvleik og eina løtu megnaði B36 at hava bóltin og hótta í einstøkum førum. Men fánaði eisini úr dystinum í takt við at NSÍ setti seg á tingini. Benjamin Heinesen: 2 (▲70.) Kom inn á vinstru síðu, men dysturin var longu taptur tá, og so skuldi bara verjast fyri. Rasmus Dan Sørensen: 2 (▲70.) Kom á høgru síðu og royndi at brúka ferðina til sín fyrimun. Tað mundi eydnast einar tvær ferðir. Avrik: tøl 1 til 6 Nýggja graslíki. Nýggi vøllurin gevur NSÍ ein møguleika at vísa hvørjar tekniskar dygdir teir hava. Avgjørt til fyrimun fyri NSÍ, sum spældi frálíkan fótbólt – tó undir serligum fortreytum vegna reyða kortið. Róaldur Jakobsen. Kostaði B36 sigurin, tá hann bleiv útvístur. Hetta er ikki honum líkt og helst verður hann fyrigivin, men setti sín keðiliga dám á dystin. Tórður Thomsen Hørdur Askham Robert H. Brockie Høgni Eysturoy Ámund Nolsøe (Jákup á Borg, 40.) Evrad Ble Róaldur Jacobsen ■ Høgni Midjord ■ Gilli Sørensen (Karl M. Danielsen, 70.) (B. Heinesen, 70.) Súni Olsen Adeshina Lawal Kristian Joensen Jens Joensen ■ Einar Tróndargjógv ■ (Andras B. Vágsheyg, 82.) J. Frederiksberg Pól J. Justinussen ■ Sjúrður Jacobsen ■ Magnus Olsen Árni Frederiksberg Jan Martin Mortensen (Haraldur R. Højgaard, 80.) Andy Olsen ■ Klæmint Olsen NSÍ - B36 4-0 (1-0) 1-0: Magnus Olsen 29. 2-0: Andy Olsen 60. 3-0: Jann Martin Mortensen 80. 4-0: Jónhard Frederiksberg 90.+3. Dómari: Páll Augustinussen Myndir: Álvur Haraldsen Ikki eg stúri, tí tikarin fór í búrið Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: reytt kort Reyða kortið til Róald Jakobsen fyri óhøviskan málburð tíðliga í fyrra hálvleiki, kostaði helst B36 sigurin 1 0-15 2 46-60 1 16-30 2 61-75 1 31-45 2 76-90