Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 18

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur TB 2 (1) AB 0 (0) Jóannes Hansen Tað er á heimavølli, at TB vísir bestu avrikini og vinnur flestu sigrarnar. Soleiðis er tað eisini hjá AB. Einasta undan­takið hjá TB var, tá ið tað fyri stuttum eydnaðist at vinna í Klaksvík. Einasta undan­takið hjá AB var, tá ið tað fyri stuttum eydnaðist at vinna í Gøtu. TB var øgiliga kroyst und­an dystarbyrjan í gjár. Fjar­støðan til KÍ og bjarg­ ing­ina var trý stig og verri málmunur. Tí var alneyðugt hjá tvøramonnum at vinna fulla úrtøku í fyrstu av trim­ um royndum á rað ímóti høvuðsstaðarliðunum. Og tað eydnaðist. TB vann 2-0, og stóri maðurin var Ragnar Tausen, sum skoraði bæði málini. Ragnar takkaði fyri álitið At 19 ára gamli Ragnar Tausen hjá TB hevur nøs fyri at vera á rætta staðnum í røttu løtuni er einki nýtt. Tað er fleiri ferðir fyrr sætt í ár. Hann hevur skorað trettan mál, og mest umrøddu av teimum munnu vera tey trý, sum hann skoraði fyri næst­ besta liðið hjá TB, sum í vár vann 4-3 á útivølli ímóti besta liðnum hjá FC Suðuroy. Á besta liðnum hevur Ragnar oftast higartil í ár verið skiftisspælari. Í gjár ímóti AB var hann fyri fyrstu ferð á vøllinum alla tíðina. Í hinum átjan førunum, tá ið hann hevur verið á vøllinum fyri TB í bestu deildini, hevur Ragnar verið skiftur inn, ella hevur hann verið útskiftur. Ímóti AB takkaði Ragnar fyri álitið, sum Páll Guðlaugsson vísti honum. Í út­gangs­støðuni var hann í borð­inum. Miðskeiðis í 1. hálv­leiki gav venjarin boð um, at Poul Ingason, sum var einsamallur í álopinum, skuldi fara í plássið, har Ragnar hevði verið, og at Ragnar skuldi fara fram í álopið. Tað gekk bara ein lítil løta eftir, at teir høvdu skift um pláss, so var Ragnar á rætta staðnum í røttu løtuni, og so var 1-0 og eitt framúr lag í svørtu og hvítu leguni. Eftir AB álop og deyðbóltsstøðu gjørdu heimamenninir skjótt av. Nicky og Ndende vóru saman við Ragnari við at mynda álopið, sum endaði við, at Ndende við høvdinum og eftir innlegg frá Nicky stýrdi bóltin fyri føturnar á Ragnari Tausen. Hann tveitti seg fram og megnaði at stýra bóltin í málið aftanfyri Símun Rógva Hansen. Avgerandi løtan Eitt korter undan dystarenda var Ragnar Tausen aftur á rætta staðnum í røttu løt­uni. So var 2-0, og undir­mann­aða AB megnaði ikki at reisa seg aftur. Lítla løtu framm­an­ undan høvdu argjamenn havt fínan møguleika at svara aftur. Dómarin bríksl­ aði fyri brotssparki, tá ið Keita var farin um koll í brots­teiginum. Dion Splidt, sum fleiri ferðir fyrr í ár hev­ ur verið tryggur úr ellivu metr­um, misnýtti. Ivan Stojkovic bjargaði skotinum, og henda bjargingin kann væl fara at vísa seg at verða lykilin til, at TB eisini í 2014 verður í bestu deildini. TB liðformaðurin Martin Tausen, sum hesa ferð var á sen­trala miðvøllinum, var ógvu­liga fegin um sigurin: – Hugburðurin var framúr góður, og í 1. hálvleiki vóru vit omaná. Fyrstu løtuna eftir steðgin mistu vit takið. Tá fekk AB fatur á spælinum, og teir høvdu møguleikar at javna. Tíbetur vóru teir ikki neyvir í royndunum, og fyri okkum hevur tað ógvuliga stóran týdning, at Ivan bjargaði brotssparkinum. Tá høvdu teir mist ein mann, og sum tað leið fram ímóti dystarenda, fingu vit fatur á rætta endanum. Vit vunnu nærdystirnar, og vit spældu okkum til møguleikar, og fyri vánirnar at halda fram í bestu deildini var tað alt­ av­gerandi, at Ragnar eisini skoraði til 2-0. Skeivar fyritreytir Tað valdast um eygað, sum sær, plagar at verða tikið til, og soleiðis var tað eisini í hes­um førinum. AB venjarin, Sámal Erik Hentze, rósti heima­liðnum fyri framúr góð­an hugburð, sum bar úrs­ lit við sær. – Teir høvdu ryggin ímóti múrinum, og teir vóru fantastiska raskir. Ser­ liga í 1. hálvleiki vunnu teir flestu nærdystirnar, og teir vóru vandamiklir, tá ið teir sendu langar sendingar fram til fremstu menninar. Eftir steðgin varð tað í góða løtu spælt eftir okkara fyri­ treytum soleiðis, at vit megn­ aðu at spæla rundanum teir, so nærdystirnir ikki vórðu so nógvir. Vit mistu Beinir Ellefsen í 68. minutti, tá ið hann sá gult fyri aðru ferð, men vit høvdu framvegis tak á spælinum. Tíverri mis­nýttu vit brotssparkið. Um vit tá høvdu skorað, so hevði úrtøkan ivaleyst verið í hvussu so er eitt stig, men teir fótaðu sær og vunnu 2-0, sigur AB venjarin. AB skal leygardagin spæla á heimavølli ímóti KÍ: – Tað verður aftur ein stór avbjóðing ímóti illa sperdum liði. Vit fara at spæla okkara spæl, og vit vóna, at tað tá fer at eydnast okkum at tryggja okkum plássið í bestu deildini. Á Tvøroyri eru vónirnar kveiktar fyri, at tað skal eydnast at varðveita plássið í EFFO deildini: – Oyggin eigur at hava í minsta lagi eitt lið í fremstu røð. Nú skulu vit tvær ferðir í Gundadal, og vit stúra ikki, hóast tað eru B36 og HB, sum bíða okkum. Vit trúgva avgjørt upp á møguleikan, at tað skal bera til, sigur Martin Tausen. Mikukvøldið vann AB 3-1 á oddaliðnum HB. Í gjár vann TB 2-0 á AB, og harvið kann ikki sigast annað, enn at TB bíða møguleikar í Gundadali. At tað stóð nógv á heima­ monnunum, sást eitt nú í, at Páll Guðlaugsson varð vístur út um girðingina, tá ið Petur Reinert hevði bríkslað fyri brotssparki. Hann verður tískil ikki á beinkinum í Gundadali sunnudagin. – Tað fer neyvan at bila tað stóra. Vit fara at venja saman við venjaranum alla vikuna, so vit vera væl fyrireikaðir í Gundadali, heldur Martin Tausen. Hóast tapið so er lítið sannlíkt, at AB fer at flyta niður. TB ætlar sær ikki at leggja kongin. Ímóti AB vístu tvøra­menn, at tað framvegis er stiril í teimum! joannes@sosialurin.fo fótbóltur AB hevur 28 stig, og saman við KÍ hevur TB 22 stig. Skráin hjá teimum trimum, sum kappast at sleppa undan niðurflyting sær soleiðis út. AB: KÍ (h), 07Vestur (ú) og EB/Streymur (h). KÍ: AB (ú), Víkingur (ú) og 07Vestur (h). TB: B36 (ú), HB (ú) og Víkingur (h). Tvær ferðir 2-0 til TB ímóti AB Um TB verður omanfyri niðurflytingar­ strikuna, tá kappingarárið er liðugt, so hava heimadystirnir ímóti AB við Stórá í Trongisvági gjørt stóran mun. Bæði ígjár, og í fimta umfarinum gjørdist talan um 2-0 heimasigrar til TB. AB vann sín heimadyst ímóti TB í 14. umfari, tá AB úti í Vika á Argjum vann ein 2-1 heimasigur. Símun R. Hansen Morten Overgaard Rói Danielsen Jobin Drangastein Beinir Ellefsen ■■ (Hørður M. Mohr, 75.) Dmitrije Jancovic Kári Nielsen Dion Splidt Rógvi Poulsen (Karstin Højgaard, 87.) (Jónas Stenberg, 37.) Sorin Anghel ■ Ahmed Keita Ivan Stojkovic Óli Johannesen Babacar Ndiour Teitur Olsen Teitur Justinussen Rógvi Joensen Ndende A. Guéye ■ (Dan Mortensen, 87.) Ragnar Tausen ■ Martin Tausen ■ Nicholas Diverdicks Poul Ingason ■ TB - AB 2-0 (1-0) 1-0: Ragnar Tausen 28. 2-0: Ragnar Tausen 74. Dómari: Petur Reinert Dion hevur latið Splidtuna aftur Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: At AB stórt korter undan dystarenda misnýtti brotsspark, og at Ragnar Tausen lítla løtu seinni skoraði fyri aðru ferð, kann fara at vísa seg at verða munurin millum í 2014 at spæla í bestu og ikki í næstbestu deildini TB leggur ikki kongin Myndir: Áki Bertholdsen