mánadagur 30. september 2013síða 19
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
HB
6 (1)
07Vestur 0 (0)
Rólant Waag Dam
Tað er við maner, at HB hev
ur lagt seg á gullkósina. Enn
resta trý umfør. Á pappír
inum kann gullið enn fara til
Fuglafjarðar – men bara til
Fuglafjarðar. Hetta er tó bara
á pappírinum, tí níggju stig
eru eftir at telva um, og HB
er átta stig frammanfyri ÍF.
Sostatt skal sigursvandi
stóribeiggin í Gundadali tapa
tríggjar dystir á rað. Tað kem
ur sjáldan fyri í sjálvum sær,
og tá gullkrónurnar standa
upp á spæl og mótstøðuliðini
annars eita ÍF, TB og NSÍ, so
tapir HB sjálvsagt ikki allar
hesar dystirnar.
Gera teir tað, so skal ÍF
vinna allar tríggjar dystirnar,
ið eftir eru. Gott nokk hevur
ÍF bara heimadystir eftir,
men hesir eru í móti HB, NSÍ
og B36. Allir skulu vinnast –
men í gjár spældi ÍF ikki sum
eitt lið, ið spælir fyri at vinna
FM.
Meistaraspæl og met
Tað ger HB hinvegin. Teir
vístu meistarafótbólt í móti
EB/Streymi fyri viku síðani
og vunnu 4-0. Teir spældu
meistarafótbólt í gjár og
vunnu 6-0. Ein knúsandi
stórsigur, sum væl kundi
verið størri, um neyvleikin
var eitt vet frægari.
Undan kappingarárinum
var einasta spurnartekin,
sum kundi setast við HB,
hvar málini skuldu koma frá?
HB hevði ongan Arnbjørn
Hansen,
Páll
Klettskarð,
Clayton Soares ella Klæmint
Olsen. Stórsigurin í gjár var
enn eitt svar upp á henda
spurningin.
Málini
koma
allastaðni frá og frá øllum.
Í gjár taldi 6-0 sigurin fimm
málskjúttar.
Fróði
Benjaminsen
(11), Símun Samuelsen (9),
Christian R. Mouritsen (8),
Kristin R. Mouritsen (7),
Heini Vatnsdal (6), Andrew
av
Fløtum
(6),
Gunnar
Haraldsen (5) og Bárður
Heinesen (4) eru teir, ið hava
skotið flest mál fyri felagið í
ár, meðan menn sum Bárður
Olsen og Páll Mohr Joensen
hava gjørt tvey í part, og Alex
José dos Santos, Jóhan Troest
Davidsen og Hilmar Leon
Jacobsen hava gjørt hvør
sítt. Tilsamans 13 málskjúttar
og 64 mál í 24 dystum.
Sostatt kemur HB ivaleyst
eisini at seta met, tí sambært
hagtølunum hjá Faroesoccer,
so eiga HB og EB/Streymur
metið fyri flest skotin mál í
einum kappingarári, síðani
vit fóru at spæla 27 umfør
í 2005. Í 2005 skoraði HB
66 mál í 27 dystum, og EB/
Streymur gjørdi tað sama í
2011. Sostatt skulu bara trý
mál aftrat á kontoina, og so
hevur HB sett nýtt met.
Trygg verja
Í verjupartinum er HB eisini
ein flokk omanfyri hini liðini
í ár. 27 mál eru farin inn í 24
dystum. Í skrivandi stund,
er tað fimm betri enn EB/
Streymur og B36, sum eru
næsttryggast.
Samanborið
við undanfarin ár, so er tað
ikki nakað at reypa av sum
so. Her eigur B36 suverena
metið, sum varð sett í 2005,
tá 17 mál fóru í gjøgnum
hjá Jákupi Mikkelsen í 27
dystum.
Neyðugt hepni
Umframt góðu verjuna og
stinna álopið, hevur HB eisini
havt neyðuga hepnið við sær
í ár. Tað hepnið, sum ger lið
til meistarar. Næstsíðsta um
far tapir HB óvæntað fyri AB,
men tá var longu greitt, at
ÍF, sum var einasti veruligi
avbjóðarin í FM-stríðnum,
hevði tapt stórt fyri EB/
Streymi. Tá broyttist einki.
Í gjár kundi tað eisini
sæð munandi øðrvísi út,
um Gunleif Olsen hevði
rakt stongina og inn – og
ikki stongina og út eftir
bara
tíggju
minuttum.
Fyri ikki at tala um, tá Tór-
Ingar Akselsen, fyrrverandi
landsliðs- og HB-leikarin,
gjørdist púra leysur við Teiti
Gestsson, ið tó vardi væl
fyri.
Finalan í Fuglafirði
Tá 07 Vestur ikki tók av
møguleikunum, so vóru HB
eirindaleysir, tá teir fyrst
fingu hol á. Heini Vatnsdal
grundlegði sigurin við máli
beint fyri og beint eftir
steðgin, og so varð sigurin
trillaður heim, har Fróði
Benjaminsen,
Kristin
R.
Mouritsen,
debutanturin
Hilmar Leon Jacobsen og
so Bárður Heinesen eisini
sluppu upp í part.
Við tíggju málum fyri og
ongum ímóti seinastu tveir
dystirnar, hevur HB sanniliga
lagt seg í góða støðu undan
”FM-finaluni”, sum verður
í Fuglafirði sunnudagin. Tá
kann HB við einum stigi
tryggja sær føroyameistara
heitið.
rolant@sosialurin.fo
Tríggjar ferðir 16 Hilmar Leon Jacobsen
er triðji 16 ára gamli leikarin, sum sleppur
at royna seg hjá HB í ár. Seinasta umfar var
tað Heri Hjalt Mohr, og fyrr í ár hevur Bartal
Wardum eisini fingið nakrar minuttir.
HB fekk sjey stig ímóti 07 Vestur Hóast HB hevði tað leikandi lætt ímóti 07
Vestur í seinna hálvleiki í Gundadali ígjár, so gekk tað ikki bara eftir vild hjá HB ímóti
07 Vestur hetta kappingarárið. Fyrri dysturin í 5. umfari í Gundadali endaði við javnleiki
0-0, og í 14. umfari gav 07 Vestur HB ein skarpan gang, men HB megnaði at vinna ein
tepran 2-1 sigur ímóti dystarenda, og fekk sostatt sjey stig ímóti 07 Vestur í 2013.
Andras Gango
Téhé Aristide Jákup G. Joensen
Petur G. Dalbø Gunleif Olsen
Tór-Ingar Akselsen Høgni E. Nielsen
Eli F. Nielsen Jovan R-Panic
(Hørður H. Johansen, 54.)
Ibrahima Camara Jákup S. Olsen
(Hanus Nielsen, 80.)
Teitur Gestsson
Jóhan T. Davidsen Pál Mohr Joensen
(Rógvi S. Holm, 78.)
Tróndur Jensen Alex J. dos Santos
Bárður Olsen Fróði Benjaminsen
Heini Vatnsdal
Chr. R. Mouritsen Kristin R. Mouritsen
(B. J. Heinesen, 78.) (Hilmar Leon Jakobsen)
Andrew av Fløtum
HB - 07 Vestur 6-0 (1-0)
1-0: Heini Vatnsdal 41.
2-0: Heini Vatnsdal 47.
3-0: Fróði Benjaminsen br 51.
4-0: Kristin R. Mouritsen 71.
5-0: Hilmar Leon Jakobsen 85.
6-0: Bárður Johnson Heinesen 86.
Dómari: Dagfinn Forná
0 6 til 0 7 í Gundadali
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
HB fer at seta met við málskjóting í ár. Seinastu tveir dystirnar
hava teir gjørt tíggju mál, meðan einki er farið ígjøgnum. Einki lið í
Føroyum hevur so vandamikið álop og trygga verju sum HB
fótbóltur
Stórsigrandi
móti gullinum
Savnsmynd: Álvur Haraldsen
Hanus Nielsen er upp
vaksin í felagnum, og
fekk í gjár sínar fyrstu
minuttir á besta liðnum,
tá hann loysti Ibrahima
Camara av tíggju minuttir
fyri leiklok.
rolant@sosialurin.fo
Hanus fyri fyrstu ferð