Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 20

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Tað sigur Bartal Eliasen, liðskipari hjá ÍF, sum viðgongur, at tað verður ómøguligt at heinta átta stig inn á HB upp á tríggjar dystir. Hann ásannar eisini, at hann gjørdi skeivt, tá hann bleiv útvístur Víkingur 2 (0) ÍF 1 (1) Tróndur Arge FM vónin hjá ÍF brast, tá teir í seinna hálvleiki í gjár mistu eina 1-0 leiðslu móti Víkingi í Gøtu. Eftir tjúgu góðar min­uttir, har ÍF eisini kom á odda, so steðgaði alt upp, og luftin fór úr FM ballónini. ÍF hevði ikki eina roynd á málið hjá Víkingi í seinna hálvleiki. Endaliga stað­fest­ ingin kom, tá Bartal Eliasen stutt fyri tíð varð rikin av vøllin, tá hann fekk sítt seinna gula kort. – Til lukku, HB Bartal Eliasen, liðskipari hjá ÍF, hevur nú mist vónina um at vinna FM. ÍF skal vinna heili átta stig inn á HB upp á bara tríggjar dystir. – FM er farið. Eg ynski HB til lukku við FM-heitinum, sigur Bartal við Sosialin. ÍF er framvegis nummar tvey í føroyskum fótbólti, men spenningurin undan odda­dyst­inum í Fuglafirði, millum júst ÍF og HB, er nú burtur. – Vit fara sjálvandi eftir silvur heiðursmerkinum, og eg ivist ikki í, at vit fáa tað. Hetta hevur verið ein gott kappingarár fyri. Vinna vit silvur aftur í ár, so má ÍF roknast sum eitt av odda­ lið­num í føroyskum fótbólti, sigur Bartal Eliasen. ÍF á odda Fyrstu tjúgu minuttirnar av dystinum var ÍF omaná. teir vóru uttan Jákup Mikkelsen í málinum, sum er skaddur. Høgni Zachariasen, Ari Ó. Ellingsgaard og Jan Ó. Ellings­gaard sótu allir uttan­ fyri við leikbanni. Hóast tað, so tóktist ÍF hava geistin til at bjóða av í grannauppgerðini móti Víkingi. Málið til 1-0 kemur tíðliga í dystinum. Clayton skjýt­ur og rakar stongina, og Dánjal á Lakjuni er fyrstur á returin og skorar. Eina løtu sá út til, at ÍF fór at halda fast í FM vónini og vinna Víkingi. Tá dysturin var tjúgu minuttir gamal steðgaði ÍF upp. Álopini blivu færri og færri, meðan Víkingur bleiv vandamiklari. Einki skot á mál Kanska har var okkurt inn­ legg, ella ein lang avlevering, sum endaði inni hjá Geza Turi. Men meir enn tað hevði ÍF ikki at bjóða upp á í seinna hálvleiki. Trýstir í botn, megnaður teir ongantíð at koma úr trýstinum og Geza Turi kundi fyri tað sama fingið sær ein kaffimun. Útjavnandi málið fær lív í Víkingi. Innleggið kemur úr høgru, har Filip Djordjevic finnur Bárð Hansen, sum til dystin var umskúlaður til vinstra vong. Avgerandi málið kom nak­að seinni, tá Finnur Justinussen vendi sær inni í brots­teiginum og flúktaði bóltin í málið. Tá var einki eftir í ÍF lið­ num. Teir orkaðu ikki meiri og spældu uttan hugflog. Sostatt brast FM vónin hjá ÍF í Gøtu. trondur@sosialurin.fo Víkingur - ÍF 2-1 (0-1) 0-1: Dánjal á Lakjuni 11. 1-1: Bárður Hansen 72. 2-1: Finnur Justinussen 79. Dómari: Rúni Gaardbo At byrja við uggaði eg meg við tí, at ølirnar vóru kaldar, men so bragdaði, nú er tað meira flótt at vera Víkingafjeppari. Takk til okkara fantastisku leikarar, ið ikki vildu niður við flagginum, og ein serlig tøkk til Bárð og Finn Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki: Víkingur gjørdist samlaði vinnarin Víkingur fekk samlað seks stig ímóti ÍF hetta kappingarárið, og gjørdist sostatt samlaði vinnarin í grannauppgerðini. Víkingur vann 3-2 í Sarpugerði í 5. umfarinum, og so vunnu teir aftur 2-1 ígjár. ÌF vann sín heimadyst ímóti Víkingi, tá teir á heimavølli á vøllinum við Fløtugerði vunnu 2-1 á Víkingi í 14. umfarinum. Hallgrím dagsins maður Tað vóru fleiri á liðnum hjá Víkingi, sum spældu væl, men dagsins maður var Hallgrím Gregersen í málinum hjá ÍF. Hann stórbjargaði brotssparkinum frá Hanusi Jacobsen, og stóð annars ein framúr dyst. Ynski HB til lukku við FM Hallgrím G. Hansen Poul N. Mikkelsen Bartal Eliasen ■■ Leivur Joensen Áki Petersen Bogi R. Petersen ■ Høgni Madsen Dánjal á Lakjuni Nenad Saric (Arnold Kristiansen, 62.) Øssur Dalbúð ■ Clayton Soares ■ Geza Turi Atli Gregersen Erling Jacobsen, Hjartvard Hansen ■ Dánjal P. Lervig ■ Sølvi Vatnhamar ■ Jann Ingi Petersen ■ Hanus Jacobsen Bárður Hansen Filip Djordjevic ■ Finnur Justinussen Myndir: Álvur Haraldsen – Vit kunnu ikki vinna nakað, tá disiplinin á lið­ num er so vánaliga. Vit fáa eitt pillbýtt reytt kort. Bartal er liðskipari og skal ganga undan. Vit eru akku­ rát í holt skifta út, so Bartal kann fara fram í álopið, so fær hann eitt pillbýtt reytt kort. Vit fingu eisini reytt kort í seinasta dystinum, sigur Albert Ellefsen, óður á málinum. – Ja, FM er næstan farið. Tað eru níggju stig eftir at spæla um, so alt kann henda, men tað verður tor­ført. Nú vóni eg bara at øll, sum elska HB, kom til fugla­fjarðar til dystin í kom­andi viku, sigur fyrr­ ver­andi hjálparvenjari í HB. trondur@sosialurin.fo Tað er einki ilt millum liðskiparan hjá ÍF, Bartal Eliasen, og venjaran, hóast Albert Ellefsen var í øðini inn á Bartal eftir dystin í Gøtu. – Nei, hann skal sjálv­ andi hava lov til at siga tað, men eg haldi nú tað er hart at siga, at eg ikki gangi á odda. Tað haldi eg, at eg mangan havi gjørt, sigur Bartal Eliasen. – Eg komi framvið mín­ um mótstøðuspælari, sum hálar í meg. Eg endi so við at sláa aftur um meg og raki hann. Tað er sjálvandi býtt av mær og tað er altíð býtt at fáa reytt kort, sigur Bartal Eliasen og góðtekur revsingina. Bartal Eliasen verður nú leikbannaður til dystin móti HB. trondur@sosialurin.fo Pillbýtt reytt kort Hart at siga, at eg ikki gangi á odda Albert Ellefsen: Bartal Eliasen: