mánadagur 30. september 2013síða 21
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Frálík fjøld KÍ hevði gjørt nógv
burtur úr og fjøldin var ógvuliga sjónlig
og mælsk. Tað setti sín serliga dám
á dystin – og fjepparafjøldin hjá EB/
Streymi vaknaði eisini av hesum.
fótbóltur
KÍ
3 (1)
EB/Str.
3 (0)
Rólant Waag Dam
Tað eru trý umfør eftir at
spæla, og av hesum trimum
dystunum fer KÍ at vinna
minst ein. Tað sigur Eyðun
Klakstein, venjari hjá KÍ, sum
hevur venjari hjá KÍ síðani 12.
juni og 13. leikumfar:
– Sjálvandi ber tað til hjá
okkum at vinna. Vit skulu
hava trý-fýra stig fyri at
tryggja okkum plássið í
deildini, og tað fara vit eisini
at gera.
Men fer KÍ at vinna
nakran dyst aftrat í ár?
– Vit fara at vinna ein dyst
aftrat í minsta lagi, sigur
Eyðun Klakstein.
Mótstøðuliðini hjá KÍ tað,
ið eftir er av kappingini, eru
AB á útivølli, Víkingur á úti
vølli og so 07 Vestur á heima
vølli.
80 sekund frá sigri
Tá
tveir
minuttir
vóru
spældir av dystinum millum
KÍ og EB/Streym, var støðan
1-0 til KÍ. Tá tíggju minuttir
vóru eftir, var støðan 3-1 til
KÍ. Tá tað einans restaðu
ein minuttur og 20 sekund
av tíðini, dómarin hevði lagt
aftrat, var støðan 3-2 til KÍ.
Kortini mistu klaksvíking
ar
sigurin.
EB/Streymur
megnaði – eins og mong onn
ur – at skora í evstu løtu.
Gert byrjaði og endaði
Faktiskt var alt, sum tað plagdi
at vera í Klaksvík leygar
dagin. KÍ legði bragdliga fyri
og Páll Klettskarð skoraði, tá
sekundvísarin hevði snarað
lítið meiri enn tvær ferðir
runt klokkuna.
Seinni hálvleikur byrjaði
upp á neyvt sama máta sum
fyrri. Tá máltalvan vísti, at 46
minuttir vóru spældir, stóð
2-0 á hesari somu talvuni.
Og seinni hálvleikur byrj
aði við buldur og brak, tí bara
tveir minuttir seinni, so hevði
EB/Streymur minkað um
munin. Tað vísir seg nevn
iliga, at KÍ ikki skal føra við
tveimum málum, tí so gongur
galið. Í fyrstu atløgu var tað
Niels Pauli Danielsen, sum
er uppvaksin í KÍ, ið skoraði
til 2-1.
Tá dysturin var ein tíma
gamal svaraði KÍ aftur. Hesa
ferð var tað sonur venjaran
Eyðun, Heðin Klakstein, ið
telist millum U21-landsliðs
leikarar okkara, ið økti til
3-1. Fjøldin fagnaði KÍ og alt
tóktist so sera gott í Klaksvík.
Men tað bleiv tað ikki.
Fyrst
minkaði
Leif
Niclasen um munin, og í
eini roynd at vinna tað, sum
vinnast kundi, varð Egil á Bø
sendur úr miðverjuni í álopið.
Hetta gav úrslit, tí í yvirtíðini
stútaði hann eitt innlegg frá
Gert Hansen í netið.
Soleiðis var tað Gert, sum
átti næstseinasta fótin á bæði
fyrsta og síðsta málinum í
dystinum, tí kollfirðingurin
átti líka stóran lut í fyrsta
málinum hjá KÍ sum Páll
Klettskarð, tá hann kom við
eini vónleysari afturlegging
til René Tórgarð.
– Ja, hvør minnist ikki
Jesper Olsen í '86, skrivaði
Gert Hansen á Facebook eftir
dystin og gjørdi harvið greitt,
at hann um nakar var greiður
um sítt stóra mistak.
Egil er egin
EB/Streymur bjóðaði annars
Egil á Bø vælafturkomnan á
liðið leygardagin. Egil hevur
ikki vant við í ár, men hevur
hjálpt til, tá tað hevur staðið
á við fólki. Síðani Dánjal
Davidsen fór avstað aftur,
eftir at hava spælt tíggju
dystir
í
summar,
hevur
Pætur Dam Jacbosen spælt
í miðverjuni hjá EB/Streymi.
Hann hevði leikbann leygar
dagin, og tí var Egil aftur at
finna undir liðini á Marna
Djurhuus, tá dysturin byrj
aði.
Aftanfyri 3-1 varð Egil
fluttur fram í álopið, har
hann fyrst legði upp til málið
hjá Niels Paula Danielsen
og so skoraði sjálvur. Tað er
imponerandi av 39 ára gamla
manninum!
Málslúkar kappast
Ein dystur í dystinum mill
um KÍ og EB/Streym var
eisini uppgerðin millum Páll
Klettskarð og Leif Niclasen.
Henda dystin vann Páll 2-1 í
málum, men eisini í arbeiðs
innsatsi var avrikið hjá Pálli
framúr gott. Maðurin ar
beiðir fyri fleiri, umframt
at skora mál og er tískil gull
verdur.
Leif Niclasen var hinvegin
ikki serliga sjónligur í dyst
inum. Tað hevur hann ikki
verið seinastu tíðina, men
kortini er hann næstan altíð
góður fyri eitt mál, og soleiðis
prógvaði norðskálamaðurin
enn einaferð sítt virði.
Spennandi
verður
at
fylgja gongdini hjá hesum
báðum næstu dystirnar, tí
teir eru ógvuliga avgerandi
fyri teirra lið. Páll fyri KÍ í
strembanini at sleppa undan
niðurflyting, og Leif fyri at
tryggja EB/Streymi altjóða
fótbólt næsta ár.
rolant@sosialurin.fo
Fimm mánaðir síðani seinast
Í Klaksvík eru nógv trúgvandi fólk, men á KÍ liðnum eru ikki nógvir mans, sum
trúgva upp á, at tað ber til at vinna ein dyst longur. Nú eru fimm mánaðir síðani
seinasta sigurin, men venjarin sigur, at KÍ fer at vinna minst ein dyst aftrat í ár
KÍ - EB/Str. 3-3 (1-0)
1-0: Páll A. Klettskarð 3.
2-0: Páll A. Klettskarð 47.
2-1: Niels Pauli Danielsen 48.
3-1: Heðin Klakstein 59.
3-2: Leif Niclasen 79.
3-3: Egil á Bø 90.
Dómari: Ransin N. Djurhuus
KÍ skal spæla tveir dystir í píkatíðini
aftaná 15. oktober
Besta SMS'ið um dystin í Triða Hálvleiki:
Fimm til EB/Streym, tvey til KÍ Hóast sundalagsmenn vóru í Klaksvík tvær
ferðir í hesum kappingarárinum, so fingu teir kortini eina rættiliga góða samlaða
úrtøku ímóti KÍ. Báðir dystirnir millum KÍ og EB/Streym í Klaksvík endaðu við
javnleiki. Leygardagin varð talan um málríkan 3-3 javnleik. Í 5. umfari spældu
liðini javnleik 1-1. Dystin í Streymnesi í 14. umfari vann EB/Streymur 4-3.
Rene Tórgarð
Egil á Bø Marni Djurhuus
Gert Hansen Rógvi E. Nielsen
Levi Hanssen Brian Olsen ■
(Arnar Dam, 64. ■)
Niels Pauli Danielsen
Leif Niclasen Hans Pauli Samuelsen
Gunnar Zachariasen
Meinhardt Joensen
Oddmar Marsten Jógvan Isaksen,
Gunnar Christiansen Heðin á Lakjuni
Atli Danielsen ■ Henry Heinesen ■■
Hjalgrím Elttør Kristoffur Jakobsen
(Ivan Joensen, 65.)
Páll A. Klettskarð Heðin Klakstein
(Tórur Justesen, 90.)
Líka so hugaligt tað var
at hoyra fagnaðarróp og
felagssang, líka so hug
stoytt var tað at hoyra
tápiligu ýlini frá ávísum
KÍ-fjepparum, tá onkur
EB/Streyma-leikari
lá
niðri við sjónligari pínu
eftir
ógvusligar
takk
lingar. Slík háðan hoyrir
ongastaðni heima.
rolant@sosialurin.fo
Keðiligir tónar
Henry Heinesen verður
vístur av vøllinum
Myndir: Álvur Haraldsen