mánadagur 30. september 2013síða 23
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Jóannes Hansen
Tað restar eitt umfar í næst
bestu deildini. Tað verður á
skránni leygardagin. Longu
undan tí umfarinum er tað
greitt, at B68 og Skála fara at
flyta upp. Tað er eisini greitt,
at B68 leygardagin fer at fáa
gullkrónurnar, og at Skála
fer at vinna silvurmerkini. Í
síðsta umfari fær B68 vitjan
av B71. Eisini á Skála fer tað
at bera viðhaldsfólkunum
til á heimavølli at vera
eygnavitni til handanina av
heiðursmerkjum, tí Skála fær
vitjan av teimum næstbestu
hjá EB/Streymi.
Leygardagin vann B68
trivaligan 5-2 sigur í Streym
nesi. Jónleif Højgaard skoraði
fýra ferðir, og nú er hann
toppskjútti í 1. deild við 22
málum. Skála var á útivølli í
Leirvík, har tað eydnaðist at
vinna sannførandi 4-1 sigur.
Leygarkvøldið og í gjár
varð spurnartekin sett við
uppflytingina hjá Skála, tá
ið tað vísti seg, at spæliloyvið
hjá Jákupi Jacobsen lá í Dan
mark. Í gjárkvøldið varð stað
fest í FSF, at kærufreistir
nar fyri teir 20 dystirnar,
sum hann hevur spælt í
næstbestu deildini, er farin,
og at tað ikki verður gjørt
meiri við hetta málið. Tí
verður roknað við, at Skála
næsta kappingarár verður
partur av bestu deildini.
Meðan tað bara er eitt ár
síðani, at B68 flutti niður,
so hevur tað verið meiri
turbolent, áðrenn Skála nú
fótaði sær aftur. Eftir niður
flytingina úr bestu deildini
í 2008, flutti Skála í 2009
niður í triði bestu deildina.
Steðgurin har var tvey ár. Í
fjør var um reppið, at Skála
flutti upp, og næsta ár – eftir
at hava verið burturi í fimm
ár – verður tað aftur sunnu
dagsfótbóltur á Skála.
Fyrireikingarnar
Felags fyri bæði B68 og
Skála er tað, at liðini, sum
nú hava kvalifiserað seg at
spæla í bestu deildini, hava
havt lokalar venjarar. Øssur
Hansen, sum í síni tíð var
ein av lyklaspælarunum á
Svangaskarði, hevur verið
venjari á Toftum, og Eliesar
Olsen, sum 14. september
fylti 24 ár, hevur verið venjari
á Skála.
Fyrireikingarnar til næsta
kappingarár eru byrjaðar, nú
tað er greitt, at tey bæði liðini
kring Skálafjørðin og hvør
sínu megin NSÍ, næsta ár
skulu spæla í bestu deildini.
Felags fyri bæði Tofta
Ítróttarfelag
og
Skála
Ítróttarfelag er, at ætlanin
er, at bulurin á liðunum skal
vera spælarar, sum eru upp
vaksnir ávikavíst í B68 og
Skála, og – ivaleyst orsaka
av ringum royndum hvat tí
viðvíkur – eru fráboðanirnar
tær somu í báðum støðum, tá
ið tað verður undirstrikað, at
feløgini ongar ætlanir hava
um, at fíggjarligi bogin skal
spennast órímuliga nógv.
Bæði á Skála og á Toftum
verður ásannað, at tað er
neyðugt at styrkja um liðini,
um tað skal bera teimum til
at sleppa undan niðurflyting.
Og í báðum støðum verður
sagt, at tað hevði passað væl
til konseptið, sum tað eitur
so fínt nú á døgum, um tað
vóru lokalir spælarar, ið hesi
síðstu árini hava verið aðra
staðni, sum komu aftur at
lívga barndómsfelagið.
Einki ítøkiligt hevur enn
verið at frætta um flytingar,
men í og kring feløgini
verður tað tosað og vónað,
og dreymarnir liva sítt fríska
lív.
Útisetarnir
Á Toftum snýr tað seg um eitt
nú Harald R. Højgaard, sum
síðani í summar hevur spælt
í NSÍ, um Jann Inga Petersen,
sum nú spælir í Víkingi og
um, André Olsen, sum undan
summarsteðginum
var
í
Víkingi, men sum ikki hevur
spælt síðani, tí hann er so
skaðaplágaður.
Dreymurin og trumfurin
hevði tað verið, um Fróði
Benjaminsen nú gjørdi av, at
hann kvittaði HB og høvuðs
staðin, og at hann endaði
fína fótbóltstíðarskeiðið við
aftur at spæla fyri B68!
Fleiri evnaríkir spælarar
av Skála og Strondum hava
seinnu
árini
spælt
aðra
staðni. Eitt nú er talan um
Jónhard Frederiksberg, sum
fyri stuttum fylti 33 ár. Eftir
at Skála flutti niður í 2008,
fór Jónhard til Runavíkar
at spæla, og har hevur hann
verið síðani burtursæð frá í
fjør, tá ið hann umboðaði EB/
Streym. Ein annar er 21 ára
gamli Andrass Frederiksberg,
sum er uppvaksin hinumegin
fjørðin, men sum í fjør og
inntil eftir summarsteðgin
í ár spældi við NSÍ. Nú er
hann farin av landinum í
útbúgvingarørindum. Hanus
Thorleifsson,
sum
hevur
spælt í bæði B36 og HB, og
sum fyrr í ár umboðaði ÍF,
er eisini millum teirra, sum
vuksu upp á Skála. Síðsta
árið, hann spældi við Skála,
var í 2005.
Onkrir spælarar eru fyrr
í ár aftur farnir at spæla
við Skála, eftir at teir hava
verið burtur í nøkur ár. Her
verður hugsað um 20 ára
gamla Jákup Johansen, ið
hevur spælt á Skála síðani
í summar, eftir at hann í
hálvt annað ár royndi seg í
Fuglafirði, og um 33 ára gamla
veteranin Paula G. Hansen,
sum hevur spælt við síðani
í summar. Fyrra partin av
hesum kappingarárinum helt
hann frí frá fótbóltinum. Síð
ani Skála flutti niður í 2008
hevur hann annars umboðað
EB/Streym í fýra ár.
Jóannes Hansen
Tá ið føroyskur fótbóltur stet
laði fyrstu fetini í europeisku
liðkappingunum, var tað KÍ,
sum var fyrsta liðið at royna
seg í meistarakappingini – á
mannfólkasíðuni. Mótstøðu
liðið í 1992 var Skonto Riga
úr Letlandi, sum vann 3-1
á Svangaskarði. Málið hjá
klaksvíkingum skoraði Olgar
Danielsen.
Hetta kennist ivaleyst
eitt sindur óviðkomandi at
draga fram, tá ið tað snýr seg
um føroyskan kvinnufótbólt,
men tað er ein samanhangur
í hesum. Skonto Riga luttók
í europeisku meistarakapp
ingini í 1992, tí liðið hevði
vunnið meistaraheitið í 1991.
Hetta var fyrsta árið í langari
røð
av
meistaraheitum.
Skonto Riga vann meistara
heitið øll árini frá 1991 og
fram til 2004. Tað vil siga
fjúrtan meistaraheiti á rað.
KÍ kvinnurnar siga seg
bara hava fokus á næsta
dysti og ikki á talinum á FM
heitum. Síðani 2000 hava
tær vunnið 13 ferðir, og eftir
úrslitini í gjár er vegurin
breiður og tryggjur fram
ímóti fjúrtanda FM heitinum
á rað. Harvið hava tær møgu
leika at leggja seg upp á síð
una á meistarametinum hjá
Skonto Riga.
– Nú fokusera vit bara
upp á næsta dystin, men
vit kunnu ikki siga annað,
enn at tað nú er upp til okk
um sjálvar at gera av, um
vit skulu vinna FM eina
ferð aftrat, sigur Malena
Josephsen, liðformaður hjá
KÍ, og hon heldur fram:
– Vit eru sera fegnar um 6-1
sigurin á HB í gjár. Satt at siga
stúrdu vit eitt sindur fyri júst
hesum dystinum. Tað komst
av, at venjingin í felagnum
hevur
verið
rættuliga
óreglulig seinast vikurnar.
Tíggju av okkara spælarum
hava verið upptiknar av
landsliðsfótbólti – U19 og
a-landsliðnum. Vit hava allar
verið nógv í eldinum. HB
hevði fimm á landsliðunum
báðum, og tær spældu ikki
so nógv. Men tað gekk væl,
staðfestir KÍ liðformaðurin
og endurtekur, at tær taka
ein dyst í senn, og at einki er
liðugt fyrrenn alt er liðugt!
Í tveimum teimum sein
astu umførunum skal KÍ
spæla ímóti ÍF í Klaksvík
og ímóti AB á Argjum. EBS/
Skála, sum er einasti avbjóð
ari hjá KÍ, og sum er eitt stig
aftanfyri KÍ, hevði frí hetta
vikuskiftið. Mótstøðuliðini
hjá EBS/Skála eru B36 á úti
vølli og HB á heimavølli.
Stóra
London
felagið
Arsenal er í løtuni ovast í
bestu eingilsku deildini hjá
mannfólkunum. Eisini hjá
kvinnunum roynist tað væl.
Arsenal kvinnurnar hava
vunnið meistaraheitið níggju
tey seinastu árini. Harvið
eru Arsenal kvinnurnar tær
næstu KÍ í meistaraheitum á
rað í europeisku landskapp
ingunum. Tað ber eisini til at
siga, at Arsenal rennur aftan
á KÍ!
Í hinum báðum dystunum
í gjár gekk tað soleiðis, sum
tað út frá støðutalvuni kundi
roknast við. B36 vann 6-2
í Gundadali á AB. Har var
Guðrið Thomsen tvífaldur
málskjútti. Í grannauppgerð
ini millum Víking og ÍF vann
Víkingur 2-0.
joannes@sosialurin.fo
1. deild støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
B68
26
15
8
3
70
30
+40
53
2
Skála
26
14
6
6
71
37
+34
48
3
HB II
26
14
3
9
63
42
+21
45
4
FC Suðuroy
26
12
4
10
59
49
+10
40
5
B36 II
26
12
4
10
59
49
+10
40
6
Víkingur II
26
10
4
12
46
50
-4
34
7
KÍ II
26
9
3
14
50
55
-5
30
8
EB/Streymur II
26
8
5
13
41
60
-19
29
9
TB II
26
8
4
14
42
71
-29
28
10 B71
26
6
3
17
22
80
-58
21
1. deild kvinnur støðan
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
+ mál - mál
+/-
stig
1
KÍ
16
14
1
1
82
10
+72
43
2
EBS/Skála
16
14
0
2
58
8
+50
42
3
HB
15
9
1
5
49
19
+30
28
4
B36
16
8
2
6
25
25
0
26
5
ÍF
16
4
0
12
16
68
-52
12
6
Víkingur
17
2
2
13
6
68
-62
8
7
AB
16
1
2
13
11
49
-38
5
8
B68/NSÍ
0
0
0
0
0
0
0
0
Einki fortilfeldi við størri revsing
Ætla sær at rógva aftur á aftur
Eftir stórsigur á HB í Gundadali er vegurin breiður og tryggur hjá KÍ kvinnunum
fram ímóti fjúrtanda FM heitinum á rað og harvið metinum hjá Skonto Riga
Felags fyri uppflytararnar á Toftum og Skála er, at ætlanin er, at bulurin á nýggju liðunum í bestu deildini
skulu verða lokalir – teir sum hava vunnið uppflytingina og teir, sum síðstu árini hava roynt seg aðra staðni
B36 - AB 6-2 (3-2)
0-1: Ásleyg Súnadóttir 12.
1-1: Elisabeth Vang 30.
2-1: Katarina K. Saxov 33.
3-1: Anja M. Weyhe 37.
3-2: Tóra Olsen 39.
4-2: Vár Næs 60.
5-2: Guðrið Thomsen 77.
6-2: Guðrið Thomsen 79.
HB - KÍ 1-6 (0-5)
0-1: Sofía Purkhús 18.
0-2: Maria K. Thomsen 24.
0-3: Sofía Purkhús 31.
0-4: Annika Ragna Petersen 41.
0-5: Maria K. Thomsen 43.
1-5: Bjørt Magnussen 60.
1-6: Maria K. Thomsen 80.
Víkingur - ÍF 2-0 (0-0)
1-0: sjálvmál 66.
2-0: Jensa Olsen 88.
Sí fakta á faroesoccer.com
fótbóltur