Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 24

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Fótbóltur Tróndur Arge Á Skála kunnu tey anda lætt­ ari aftur. Reglugerðin hjá Fót­ bólts­sambandinum sigur, at feløgini hava fimm dagar at kæra. Tí verður 1.deildarliðið hjá Skála, sum er flutt upp í Effo-deildina, ikki revsað. Tað er eftir útsetta 2. deildar dystin, millum Skála og FC Suðuroy tann 7. sep­ temb­ur, at ein kæra kemur á borðið hjá Skála, um at Jákup Jacobsen var ólógligur spælari, tí spælaraloyvið hjá hon­um liggur í Danmark hjá IFS, sum er ein undirdeild hjá FC Midtjylland. Hann hevði fram til tá spælt við í 23 av dystunum hjá Skála í 1.deild. Til hendan útsetta dystin, sum var í einum landsliðsvikuskiftið, var Jákup Jacobsen at finna á 2. deildarliðnum, sum spældi móti FC Suðuroy. FC Suðuroy kærir ólógliga spælaran og tað er einki at taka feil av. Hann hevur ikki spæl­ara­loyvið á rætta stað og tí vinnur FC Suðuroy kær­ una. Feilur frá okkara síðu Á Skála viðurkenna tey, at tey hava gjørt ein feil. – Vit skuldu sjálvandi havt kannað øll spælararloyvini undan kappingini, men tað sigur eitt sindur um støð­una, at onki av hinum feløg­unum í 1.deildur havt mis­tanka um, at hann ikki hev­ur spæli­loyvið her. Hann er upp­vaksin í Skála og hev­ ur altíð spælt her, sigur Bjørg Olsen, samskipari í fótbólts­ felagnum Skála. Tað er í august mánaði í fjør, at Jákup Jacobsen fer nið­ur á fótbóltsskúla í Ikast í Dan­mark. Tað er fyrrverandi formaðurin í felagnum, Hans Jákup Andreasen, sum flytir spælaraloyvið. Í feburar mánaði kemur nýggj leiðsla til, men ongin gevur sær far um, at spælaraloyvið hjá Jákupi Jacobsen ikki er á Skála. Hann spælir tí sum allir hinir í felagnum fram til 7. sep­tembur, tá FC Suðuroy kærir. Spælt 23 dystir Jákup Jacobsen hevur spælt 23 dystir fyri 1. deild hjá Skála í ár. Hann hevur eftir 25 um­ før spælt í 2070 minuttir. Tað er triðj mest av øllum á Skála liðnum. Jákup er tjúgu ára gamla og hevur hvørt kapp­ingar ár, síðani 2008, spælt í vaksmannadeildini hjá Skála. Skála fekk boðini um, at Jákup Jacobsen er ólógligur spæl­ari undan dystinum móti B71 í farnu viku, og tí sat hann yvir tá. trondur@sosialurin.fo Jákup Jacobsen hevur spælt 23 ólógligar dystir fyri Skála í ár. Tað var ikki fyrr enn hann spældi við 2. deild, at kæra kom ólógliga spælaran Skála: alt árið Spælt ólógligt Spælt Tað sigur Bjørg Olsen, sam­ skipari hjá Skála. Hon er lítið fegin um, at FC Suður­ oy velur at kæra ólógliga spæl­aran, tí hon metir, at Skála hevur gjørt FC Suðuroy fleiri tænastur í hes­um kappingarárinum. – Tað er bitturt, at FC Suðuroy velur at kæra ólóg­liga spælaran. Av røtt­ um skuldi dysturin ver­ ið spældur tá Summar Festival­inum var, men FC Suðuroy setti fram ynski um at flyta dystinum, tí teir ikki kundu manna lið. Hes­um gingu vit á møti. Tí er tað bitturt, at júst hes­in dysturin skuldi kosta okk­ um, sigur Bjørn Olsen og leggur afturat. – Eisini í 1. deild gingu vit teirra ynski á møti, um at býta um dyst, í samband við brúdleyp í Suðri, sigur Bjørg. Bittur at FC Suðuroy kærir Vit høvdu mannað lið Tað sigur Julius Vest Joensen, formaður í FC Suðuroy. – Hatta var ein fyri­ spurn­ingur, sum okkara spæl­arar komu við, tá teir sóu at dysturin var á Summar Festivalinum. Um dysturin ikki var fluttur, so høvdu vit mannað lið alíka­væl, sigur Julius Vest Joensen um ákoyringarnar av Skála. Hann vísir á, at hetta var ein fyrispurningurin, sum kom minst ein mánað undan dystinum, og tí var ikki talan um at FC Suðuroy var komið í neyð av spælarum. – Hetta var ikki ein fyri­ spurningur, sum vit komu við mánadagin fyri dystin. Hetta var ikki nakað, sum kom av at vit ikki høvdu fólk klár, sigur formaðurin í FC Suðuroy. Julius Vest Joensen vísir eisini á, at FC Suðuroy hevur tapt dystir, so seint sum í ár, á skrivaraborðinum. – Vit eru ikki leysir av niður­flyting og hava eisini mist stig, tí onnur lið hava kært okkum. Tá var talan um spælara, sum altíð hev­ ur spælt við okkum, sigur Julius Vest Joensen víðari. Mugu broyta mannagongdirnar Julius Vest Joensen heldur tó, at tað mugu broytingar í mannagongdirnar, tá spæl­ arar, sum hava altíð hava um­boðað eitt og sama felag, ikki hava spælaraloyvið upp á pláss. – Í okkara føri hevur tal­ an verið um spælarar, sum altíð hava spælt í FC Suður­ oy. Tað kann ikki verða meiningin, at vit skulu revsast so hart, tí teir ikki eru skrásettir. Tað er nak­að annað, tá ein spælari akku­ rát hevur skift og spælara­ loyvið liggur eftir, sigur Julius Vest Joensen, sum leggur afturat, at hetta er vert at taka upp á aðal­ fund­inum hjá FSF. trondur@sosialurin.fo Jákup Jacobsen hevur spælt 23 ólógligar dystir fyri Skála í ár Mynd: Álvur Haraldsen