mánadagur 30. september 2013síða 25
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tað sigur Virgar Hvidbro,
aðalskrivari í Fótbóltssam
bandinum.
Hann
leggur
dent á, at FSF ikki fer at biðja
Aganevndina um at hyggja
nærri at málinum, um ólóg
liga spælaran hjá Skála.
– Skála 2.deild verður
dømt at tapa dystin móti FC
Suðuroy, tann 7. septembur í
ár. Tað er endaliga staðfest
ingin, sigur Virgar Hvidbro.
Hóast Skála í 23 dystum
í 1.deild í ár hevur brúkt ein
ólógligan spælara, so fær
tað ikki fylgir fyri 1.deildar
felagið, tí kæran ikki var um
ein dyst í 1.deild. Hevði talan
verið um 1.deildar dyst, so
hevði revsingin bara verið
fyri tað eina dystin, sum
bleiv kærdur. Tað leggur
aðalskrivarin í fótbóltssam
bandinum fast.
–
Vit hava á hvørjum
ári nøkur dømi av hesum
slag. So seint sum
í fjør eru tvey
líknandi
dømi.
Eitt í 2.deild og
eitt í gentum 14-17
ár. Í báðum førum
verður liðið dømt
at
tapa
kærda
dystin, sigur Virgar
Hvidbro.
Málið verður
ikki tikið upp
M á l i ð ,
um Skála
skal revs
ast harð
ari
enn
við taptu
s t i g
unum í 2.deild, verður ikki
tikið upp. Tað er einki
fortilfeldi, ið vísur á tað.
Fótbóltssambandið
kann
heita á Aganevndina um
at taka eitt má upp, men
tað verður ikki, slær Virgar
Hvidbro fast.
Sostatt verður Skála ikki
revsað fyri at hava brúkt ein
spælara ólógliga í 23 dystum.
Kærufreistin er fimm dagar,
og verður ikki kært innan tá,
so fellur málið burtur.
Nýggj skipan
skal fyribyrgja
FSF er saman við enskari
fyritøku í holt við at menna
eina nýggja skipan, ið skal
fyribyrgja at feløg kunnu
nýta spælarar, sum ikki hava
spæliloyvið í ordan.
Hendan skipanin er tal
gild og gevur ljóð frá sær,
um ein spælari eitt nú ikki
hevur spæliloyvið í ordan,
ella hevur leikbann.
Undan
hvørjum
dysti
verða liðini skrivaði inni á
talgildan dómaraseðil. Hevur
spælari ikki spælaraloyvið á
rætta stað, so er spælarin ikki
at finna hjá liðnum, og kann
tí ikki skrivast á dómara
seðilin.
– Hetta er ein skipan,
sum vónandi verður tøk til
komandi kappingarár, sigur
Virgar Hvidbro at enda.
Fótbóltur
Kærufreistin varð sett til viks
Einki fortilfeldi
við størri revsing
Virgar Hvidbro:
Rok kundi
verið
fyribyrgt
Tróndur Arge
Tá feløgini í fjør heyst
høvdu formansfund, varð
uppskot sett fram, har bót
í ávísum førum kundi gev
ast, um talan var um vant
andi spæliloyvi.
Tað var Jákup Mørk,
sum
er
fyrrverandi
ítróttarredaktørur her á
blaðnum og núverandi
nevndarlimur í B36, sum
hevði hetta á munni, og
hann sigur í dag, at enda
málið var júst at forða fyri
tí roki, sum eitt slíkt mál
kann elva til.
– Vit hava áður havt
dømi, har kappingarár
nærum eru oyðiløgd, tá
feløg av misgávum ikki
hava verið nóg ansin
við spæliloyvum. Í 2005
vórðu B36 og KÍ koyrd
úr steypakappingini, og í
2006 var drúgva Páll Mohr
Joensen málið frammi,
har FSF ætlaði at døma
HB at tapa fleiri dystir, tí
HB ikki hevði ansað eftir,
at spæliloyvið ikki kom
aftur eftir útleigan. Og í
fjør mundu vit verið fyri
líknandi hending í B36,
tá tey í FSF høvdu verið
dekan ov skjót at skrá
seta flytingina av einum
spælara.
– Trupulleikin í hesum
er, at verandi reglur ikki
geva nakrar aðrar møgu
leikar enn frídøming ella
deyðarevsing.
Eg
veit
væl, at FSF í fleiri ár á rað
hevur biðið feløgini um
at kanna øll spæliloyvi
eftir, og sjálvandi eigur
slíkt mistak ikki at koma
fyri. Veruleikin er tó sam
stundis, at feløgini í ovur
stóran mun verða rikin av
áhugafólki og eldsálum,
sum oftast eru ovbyrjaði
í arbeiði. Og tí var tað
bara ein spurningur um
tíð, áðrenn slíkt mistak
hendir. Eg skeyt tí upp, at
ein reglugerð varð orðað,
sum gav møguleika fyri
linari revsing, tá talan
púra greitt var um óviljað
mistak. Sjálvur haldi eg, at
talan í slíkum føri kundi
verið um hampuliga stóra
bót, men ein slíkur smeitur
er hóast alt frægari enn
ultimativa revsingin, sum
verandi reglur leggja upp
til, sigur Jákup.
Enn er tó einki uppskot
um slíka reglugerð komið.
Á fundinum var annars
semja um, at umsitingin
skuldi kanna, hvussu ein
slík reglugerð kundi orð
ast, men Jákup sigur, at
hann hvørki hevur hoyrt
orð ella eið um hetta síð
ani.
– Eg haldi tað vera
spell, at tað ikki varð ar
beitt víðari við hesum
hugskotinum, tí so kundi
FSF avgreitt aktuella mál
ið endaliga, meðan ver
andi støðu letur upp fyri,
at málið kann kærast.
Eg trúgvi ikki, at nakar í
føroyskum fótbólti veru
liga ynskir, at Skála skal
burturdømast frá uppflyt
ingini, og eg hevði roknað
við, at FSF fór at brúka
5-daga
kærufreistina
sum argument. Men tann
argumentatiónin er ikki
vatntøtt, tí FSF hevur
áður sæð burtur frá somu
kærufreist, sigur Jákup
Mørk.
trondur@sosialurin.fo
Í vetur var frammi uppskot
um at geva møguleika fyri
linari revsing, tá talan er
um vantandi spæliloyvi
Tað er ikki heilt rætt, tá aðalskrivarin hjá FSF, sigur tey ongan tíð áður
hava hugt fleiri dystir aftureftir, tá mál um spæliloyvi verða viðgjørd
Í øllum førum tvær ferðir
hevur FSF nevnliga sæð
burtur frá hesum.
Fyrru ferðina var í 2005,
tá B36 varð dømt at tapa
dyst í 2. umfari í kappingini
um Løgmanssteypið. Tann
dysturin varð spældur 20.
mars í 2005, og 28. mars vísti
Sosialurin á, at spæliloyvið
hjá Eyðuni Højgaard, sum
tá spældi við B36, ikki var
í rættlag, eftir at spælarin
hevði verið í Danmark í út
búgvingarørindum.
Hóast eingin hevði kært,
so tók FSF málið upp av sín
um eintingum, og B36 varð
dømt at tapa dystin, sum
varð spældur móti júst
Skála. Og hóast B36 kærdi
úrskurðin, so broytti hetta
einki.
Árið eftir var sonevnda
Páll Mohr Joensen-málið á
lofti. Tá tvíhelt FSF um, at
HB skuldi dømast at tapa
fleiri dystir, tí felagið hevði
gloymt at fingið spæliloyvið
hjá Páll við, eftir at hann
hevði verið útlæntur til
NSÍ. Bæði kappingarnevnd
og dómsnevnd hjá FSF
staðfestu avgerðina, men
ítróttadómstólurin hjá ÍSF
– sum tá hevði evsta vald
innan spurningar av hesum
slag – ógyldaði tó hesar av
gerðirnar. Merkisvert er,
at ítróttadómstólurin ikki
fríkendi HB fyri nakað
mistak,
men
staðfesti
prosedurufeil í málsvið
gerðini hjá FSF, sum tí varð
kolldømd.
trondur@sosialurin.fo