Sosialurinarkiv
Sosialurin 2013-09-30, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. september 2013síða 26

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur hondbóltur Um tað var, tí kollfirðingar eru øgiligir ella klaksvíkingar ræðuligir, skal ikki verða sagt, men sigurin hjá KÍF var í øllum førum sannførandi Tað var akkurát sum í gomlum døgum, tá gamli klassikarin í manshondbólti millum Kyndil og VÍF varð spældur í gjár Hoyvíkingar vóru betra liðið fyri steðgin, men mundu mist alt, tá strandingar av álvara gjørdu vart við seg í seinna hálvleiki KÍF legði hart út Klassikarin livir enn H71 kom afturíaftur Hilmar Jan Hansen Alt síðsta kappingarár var KÍF á odda í landskappingini, enntá sannførandi, og einki røkist fyri, at ætlanin er at gera annað henda veturin eisini. Tað gekk í øllum førum sjón fyri søgn, tá Team Klaksvík vitjaði leygardagin. Í fyrra hálvleiki sluppu klaksvíkingarnir, sum síðsta kappingarár ikki fingu so mikið sum eitt stig, bara at skjóta fimm mál og eftir steðgin átta – tað var alt! Sum so ofta, so sigur máltalvan einsamøll kanska ikki alla søguna, tí Team Klaksvík fekk rættiliga tíðliga í dystinum Dánjal Kjærbo útvístan, men allíkavæl er tað øgiliga nógv í bestu mansdeildini at tapa við 21 málum. Hinvegin er tað kanska eitt úrslit, ið sigur minst líka nógv um kollfirðingar, ið vóru skjótir at taka av, tá mótstøðan bleiv undirmannað, og heldur ikki í seinna hálvleiki bleiv slakkað nakað av, og tí gjørdist sigurin so greiður. Ein dystur er sjálvandi ov lítið grundarlag til at koma við gitingum um annað ella hitt liðið, men ábendingarnar tala í øllum førum fyri, at tað aftur í vetur fer at vera strævið hjá Team Klaksvík at fóta sær, hóast liðið á pappírinum sær út til at verða munandi frægari enn síðsta vetur, so stigaleyst verður tað neyvan. Hinvegin kann greiði sigurin hjá KÍF vera ein ávaring til fleiri av hinum liðunum um, at KÍF er har, sum liðið síðstu tveir vetrarnar hevur verið. Í øllum førum vístu kollfirðingar frá byrjan hetta kappingarárið, at greipuvinnararnir eru væl upplagdir og ætla sær at fara allan vegin. hilmarjan@sosialurin.fo KÍF-Team Klaksvík 34-13 (19-5): Kyndil-VÍF 30-29 (18-13): StÍF-H71 29-30 (15-19): KÍF vann knúsandi stórsigur á Team Klaksvík í fyrsta dystinum og sær út til at ætla sær allan vegin aftur í vetur Mynd: Álvur Haraldsen Hilmar Jan Hansen Ein nýggjur og ein afturkomin spælari vóru teir, ið avgjørdu dystin í høllini á Hálsi í gjár, tá VÍF var á vitjan hjá Kyndli. Mladen Mjerimacka eitur nýggi málverjin úr Serbia, sum er komin til Kyndil, og so er strikuspælarin Janus Einar Sørensen komin heimaftur úr útlegd. Avgerðina í dystinum áttu teir, tí Janus Einar skjeyt málið til 30-29, og Mladen hevði avgerandi bjargingar evstu løtuna, ið forðaðu VÍF í at javna. Kyndil legði annars væl út í dystinum og átti mestsum allan fyrra hálvleik og eitt fitt petti av seinna hálvleiki, áðrenn VÍF av álvara kom í gongd. Tá var Kyndil longu eini fimm mál á odda, men munurin bleiv etin upp, so hvørt sum vestmenningar ernaðust og mentust, samstundis sum Kyndil hevði ilt við at finna stevið aftur. Spenningurin kom í hæddina síðstu tveir minuttirnar, tá tað stóð á jøvnum 29-29 og allur dramatikkurin bleiv kókaður niður í eitt mál og eina bjarging, ið gjørdust ítøkiliga staðfestingin av, at gamli klassikarin boðaði frá góðum, um hetta skuldi verið standardurin fyri kappingarárið annars. Bæði Kyndil og VÍF hava sterkar hópar og verða av teimum flestu roknað sum millum liðini, ið saktans kunnu fara at gera vart við seg. Og ikki skal heldur undra, um hetta verða tvey av liðunum, ið fara at royna at forða fyri, at FM-finalurnar ikki bara eru nakað, hoyvíkingar og kollfirðingar avgera sínamillum. hilmarjan@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Síðstu tvey árini hevur H71 verið annað av FM- finaluliðunum, og burt­ur úr tí er komið eitt før­oya­ meistaraheiti, og hóast tað verri enn so alla tíðina sá so sannførandi út, kundi mangt bent á, at hoy­vík­ ing­ar eisini í vetur fara at stríð­ast fyri at koma í triðju FM-finaluna upp í slag. Men dysturin á Skála í gjár vísti somu­leiðis, at tað fer ikki upp á nakran máta at koma av sær sjálvum. Samstundis er eisini líkt til, at strandingar eru við at fóta sær aftur eftir nøkur lakari ár. Gamaní, komu teir í steypafinaluna í fjør, men annars hevur verið so sum so við teimum drúgvu løtu­ num á tindunum seinnu ár­ ini. Men í gjár fekk StÍF víst, at tað saktans kann blíva stuttligt á Skála og Strond­ um í vetur. Eftir eina javna byrjan, var H71 betra liðið í fyrra hálv­leiki og var eisini á odda við fýra málum í steðg­inum. Men í seinna hálv­leiki svaraði StÍF væl aftur og megnaði bæði at taka leiðsluna aftur og fara framum. Leingi lá tað tí til, at strandingar sak­t­ans kundu byrja hetta kapp­ing­ arárið við einum kveikjandi heima­sigri. Men so skuldi ikki verða, tí ímóti endanum kom H71 aftur­íaftur og fekk skavað stig­ini inn undir seg við at vinna við bara einum máli. Ein góður sigur hjá hoy­ víkingum, ið kanska ikki altíð fær so nógv burturúr á Skála, samstundis sum tapið neyvan bara var eitt vónbrot fyri StÍF, tí liðið fekk víst, at tað kann fara at standa seg væl í vetur. hilmarjan@sosialurin.fo