mánadagur 30. september 2013síða 27
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kyndil vann í vár kappingina um at koma í FM-
finalurnar, og longu í fyrsta dystinum vísti
liðið, at tað er ætlanin aftur hesaferð
Felagið, sum í 2009 vann føroyameistaraheitið og í
2011 steypakappingina, leitar nú aftur til byrjanina
og fer at leggja størri dent á ungdómsarbeiðið
VB byrjaði sum eitt óløgið í KÍ-høllini í gjár,
men tá avtornaði, hevði Stjørnan vent øllum á
høvdið og vunnið dystin við trimum málum
Tjaldur byrjar
umaftur
Kyndilskvinnur
væl fyri
Stjørnan
vendi tí heila
hondbóltur
Kyndil-VÍF 19-13 (11-7):
Stjørnan-VB 21-18 (11-10):
Hilmar Jan Hansen
Tá
FM-finalurnar
blivu
spældar í vár, var Kyndil
ikki bara partur av teimum,
men megnaði enntá at
noyða Neistan út í tríggjar
finalur, tí tað eydnaðist at
vinna ta næstu. Tað vísti
styrki, og henda sama styrki
sá eisini út til at vera við frá
byrjan hjá teimum grønu,
tá tær í gjár tóku ímóti VÍF-
kvinnunum.
VÍF, sum millum annað
hevur styrkt seg við Duritu
Christophersen og Duritu
Ljósstein, ið tó ikki kom á
vøllin í gjár, fekk ongantíð
ordiliga lúrt verjuspælið
hjá Kyndli av, og kom
bólturin innum, var nýggi
Kyndils-málverjin, Kristina
Griksaite, sum í fjør spældi
við Neistanum, ein sera
tryggur aftasti skansi.
Kyndil hevði ikki sama
effektivitet í álopsspælinum
sum í verjuni, men allíkavæl
munaði tað samanlagt so
væl, at Kyndil var á odda við
fýra málum í steðginum og
tilsamans vann dystin við
seks málum. Sostatt hevur
Kyndil longu nú víst í verki,
at ein FM-finalusessur er og
verður málið í vetur eisini.
Hinvegin skal VÍF royna
at fóta sær av nýggjum,
eftir at liðið í fjør var partur
av samstarvi við Tjaldri og
tá var liðið, ið tapti slagið
um at koma í FM-finalurnar
ímóti Neistanum. Lítil man
tó vera at ivast í, at VÍF
eisini fer at síggjast aftur
í myndini av kappingar
árinum, tí á liðnum er ov
nógvur kvalitetur til, at tað
ikki skal kunna hepnast.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Soleiðis sum tað koyrdi
hjá VB fyrsta korterið av
dystinum í Klaksvík í gjár,
røktist einki fyri, at Stjørnan
skuldi fáa nakað serligt
burturúr. Støðan var 8-1
til gestirnar, sum í øllum
lutum vóru við yvirlutan og
veruliga sóu út til at hava
fult tamarhald á støðuni.
Men so kom Stjørnan
spakuliga í gongd og fekk
síni ting at rigga, samstundis
sum VB meira ella minni
steðgaði
upp.
Og
longu
eftir sjey minuttum høvdu
kvinnurnar hjá Stjørnuni
etið leiðsluna hjá VB upp og
javnað til 9-9, so nú vendi
dysturin brádliga hinvegin.
Tað, sum eftir var av fyrra
hálvleiki
og
meginpartin
av seinna hálvleiki, stóð
rættiliga á jøvnum, hóast tað
fyri tað mesta var Stjørnan,
ið megnaði at halda seg eitt
lítið petti frammanfyri og
onkursvegna tóktist hava
yvirskotið, ið skuldi til fyri
at vinna til endans. So var
eisini, og Stjørnan endaði við
at vinna við trimum málum.
Hvat
væntast
kann
víðari av hesum báðum
liðunum, er enn ilt at siga,
men sigurin var kanska
eitt sindur óvæntaður, tí
hóast hesi bæði Elektron-
liðini hava styrkt seg við
útlendingum, kundi hópurin
hjá
Stjørnuni
sæð
eitt
sindur ungur og óroyndur
út. Hinvegin hevur VB ikki
havt
nógvar
møguleikar
fyri
venjingardystum,
so
tað kann vera so skjótt, at
úrslitini koma.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Í fjør var Tjaldur helvtin
av samstarvinum um liðið
VÍF/Tjaldur,
ið
skiftivís
spældi í Vestmanna og Run
avík, og hóast tað onkun
tíð í summar hevur ljóðað,
at nú skuldi talan vera um
eitt samstarv við StÍF í
bestu kvinnudeildini, er tað
ikki aktuelt hjá hondbólts
felagnum á eystara armi á
Skálafjørðinum. Besta kvin
nuliðið hjá felagnum er nú í
næstbestu deildini, 1. deild.
– Vit hava so fáar spæl
arar, at vit ikki megna at
gera okkum galdandi í bes
tu deildini, men av tí at vit
heldur ikki hava tær stóru
hallarumstøðurnar í vetur,
nú
ítróttarhøllin
verður
umbygd og nýggj fimleikah
øll bygd, valdu vit at slakka
eitt sindur av, sigur for
maðurin í Tjaldri, Andrias
Jacobsen.
– Seinnu árini hava nógv
ir útlendingar og fremmandi
spælarar annars myndað
liðið hjá okkum, men vit hava
nú tikið avgerð um, at vit vilja
raðfesta
ungdómsarbeiðið
hægri og heldur royna at
byggja upp av nýggjum.
Nú venjingarumstøður
nar eru heldur lakar, dúv
ar Tjaldur uppá at venja í
fimleikarhallunum á Glyvr
um og Toftum, umframt at
felagið hevur nakrar tímar
í ítróttarhøllini á Skála. Og
annar er eitt ávíst samstarv
millum Tjaldur og StÍF.
– Ja, vit samstarva um
onkur av liðunum í yngru
deildunum, so har vit ikki
hava spælarar til meira enn
eitt hálvt lið, fara teir spæl
ararnir upp í StÍF, og øvugt,
at tá tey ikki fáa manna eitt
heilt lið, koma teir á liðið
hjá okkum. Vit samstarva
um eini tvey ella trý lið upp
á tann mátan, og tað riggar
fínt, sigur Andrias.
– Ein trupulleiki, vit alla
tíðina renna okkum í, er at
yngru spælararnir heldur
velja fótbóltin, og tí missa vit
nógvar góðar spælarar um
16 ára aldur. Tað er ikki ein
trupulleiki, sum bara er hjá
okkum, men vit mugu so at
royna onkursvegna at gera
tað meira lokkandi at spæla
hondbólt, skal tann gongdin
steðgast og vendast.
hilmarjan@sosialurin.fo
Tjaldur hevur síðstu árini myndað toppin í føroyskum kvinnuhondbólti við bæði at vinna
meistaraheitið og steypakappingina, men nú verður bygt upp og byrjað av nýggjum
Mynd: Álvur Haraldsen