mánadagur 30. september 2013síða 28
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. september 2013 · Nr. 112
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Eiler Rasmussen gjørdist
skakkur sum ongantíð áður,
tá hann í U18 dystinum mill
um B36 og KÍ, brádliga fekk
eitt tyggigummi sendandi í
andlitið.
– Eg havi upplivað nógv í
míni tíð sum dómari. Eg eri
millum annað skumpaður
um koll, men at blíva spýttur
í andlitið er tað mest nirðandi
eg havi upplivað, sigur Eiler
Rasmussen, sum til dagligt
dømir í bestu deildini.
Tað var tveir minuttir
inn í seinna hálvleik, at ein
KÍ spælari gjørdist frá sær
sjálvum, tá Eiler gav honum
seinna
gula
kortið.
Tað
byrjaði í fyrra hálvleiki, tá
KÍ spælarin tvær ferðir ikki
vildi flyta seg í samband við
fríspark.
– Eg gav honum eina ávar
ing og segði, at næstu ferð, so
verður tað til gult kort. Tveir
minuttir inn í seinna hálvleik
ger hann tað sama. Eg gevi
honum tí gula kortið, greiðir
Eiler Rasmussen frá.
Tað er eftir, at KÍ spælarin
hevur fingið gula kortið, at
hann blívur frá sær sjávum
og brúkar óhøviskan at-
burð.
– Hann brúkti óhøviskan
atburð og tí gav eg honum
seinna gula kortið. Meðan eg
skrivi tað niður spýtur hann
eitt tyggigummi í andlitið
á mær. Eg bleiv so bilsin, at
eg næstan ikki visti hvussu
eg skuldi reagera, sigur Eiler
Rasmussen.
Hava biðið
um umbering
Venjararnir hjá U18 KÍ, Erik
Nielsen og Oddur Olsen, hava
tikið frástøðu frá hendingini,
sum teir tó ikki vóru greiðir
yvir var farin fram undir
dystinum. Somuleiðis hava
spælarar á liðnum hjá KÍ
biðið um umbering fyri
hendingina,
leggur
Eiler
Rasmussen afturat.
KÍ
hevur
eisini
sum
felag
tikið
frástøðu
frá
hendingini.
trondur@sosialurin.fo
fótbóltur
Ein U18 dystir hjá dreingjum millum KÍ og B36 fekk
eina óvæntaða vend, tá ein spælari hjá KÍ spýtti eitt
tyggigummi í andlitið á dómaranum, Eiler Rasmussen
Spýtti tyggigummi
í andlitið á dómara
Leiðslan í KÍ hevur sent
soljóðandi skriv:
»Í U18 dysti ímillum KÍ
og B36, hóskvøldið varð
ein KÍ spælari útvístur.
Hann fekk tvey gul kort.
Í samband við seinna
gula kortið bar leikarin
seg ósiðiliga at í sínum at
burði.
Klaksvíkar Ítróttarfel
ag góðtekur ikki slíkan at
burð. Felagið hevur niður
skrivaðar mannagongdir í
Bláu Bók, ið skulu tryggja
at felagið verður væl
umboða í samband við
dyst.
Spælari hevur givið til
kennar yvirfyri nevndini,
at hann bar seg skeivt
at, og at hetta ikki skal
henda aftur. Klaksvíkar
Ítróttarfelag harmast al
mikið tilburðin og fer at
taka stig til, at umboð fyri
KÍ í øllum leiki, virka fyri
Fair Play andanum og eru
siðilig í sínum atburði.«
trondur@sosialurin.fo
Jákup Martin Joensen,
formaður í kappingar
nevndini, váttar at hava
fingið eina frágreiðing
um reyða kortið, men fær
einki sagt um málið, so
leingi tað er til viðgerðar.
Kappigarnevndin
fær
altíð eina frágreiðing, tá
talan er um reyð kort.
Fær møguliga
seks dystir
Verður hugt eftir veg
leiðingini á heimasíðuni
hjá FSF fyri leikbann,
so kundi verið líkt til, at
viðkomandi spælari fær
heilt upp til seks dystir
leikbann.
Soleiðis stendur um
revsing fyri serliga grovt
brot móti dómara:
»5. LEIKBANN 4-6 DYSTIR
Verður givið fyri serliga
grov brot móti leikara,
dómara ella øðrum.«
trondur@sosialurin.fo
KÍ tekur frástøðu
frá hendingini
Kappingarnevndin
fær einki sagt
Einkult
tilfeldi
Ein av royndastu monnunum
í føroyskari døming metir
ikki, at hendingar sum í
dystinum millum U18 liðini
hjá B36 og KÍ, er ein aftur
vendandi trupulleiki í U18
deildini. Heldur er talan um
nakrar fáar ungar menn,
sum ikki heilt hava tamar
hald á kenslunum, sigur
Lassin Isaksen, sum í dag er
dómaraeygleiðari.
– Talan er helst um eitt
einkult tilfeldi. Sum heild, so
haldi eg at støðan var verri
fyrr, men eg haldi ikki, at
hetta er ein afturvendandi
trupuleliki,
sigur
Lassin
Isaksen.
Hann vísir tó á, at U18, ella
unglingadeildin, er torfør at
døma, tí talan er um ungar
menn, ið ikki altíð hava
tamarhald á kenslunum.
– Hetta eru spælarar, ið
eru á veg fram. Teir hava
mangan royndir á besta lið
num og skulu vísa seg fram
á U18 liðnum. Men generelt,
so haldi eg at talan er um
nakrar fáar spælarar, ið fáa
eina heilabløðing av og á. Tað
gongur út yvir hinar, men
sum heild haldi eg ikki, at
talan er um beinleiðis ódnar
gerðir, men heldur menn
sum kóka yvir í einstøkum
løtum, sigur Lassin Isaksen,
og leggur afturat.
– Eg havi dømt í unglinga
deildini, og tað hava altíð
verið nakrir, ið hava gingið á
odda við at gera tað trupult
fyri dómararnar, men eg
haldi at talan er um spæl
arar, ið bara eru skrappir á
vøllinum. Teir eru mangan
skjótir at biðja um umbering,
tá dysturin er liðugur, sigur
fyrrverandi altjóða føroyski
dómarin.
Sum ein skúla flokkur
Lassin hevur drúgvar royndir
í døming, bæði sum dómarin
og sum eygleiðari. Hann
hevur hug at samanbera eitt
unglingalið við ein skúla
flokk.
– Tað er sum ein skúla
flokkur. Tað er altíð ein
kúllur, sum er eitt sindur
kúllaligur. Soleiðis er tað
eisini í unglingum, sigur
Lassin.
Hann vísir eisini á, at
spælarar í ungalingadeildini
eru í einum aldri, har summ
ir av teimum ikki fult tamar
hald á kenslunum og eru í
einum avbjóðandi aldri.
– Tað er torført at døma
í unglingum og tað kervur
nógv av einum dómara. Tað
er eisini torført at seta dóm
arar til unglingar, tí tað krev
ur ikki bara royndir, men
røttu persónligheitina fyri at
leiða ein unglingadyst, sigur
Lassin víðari.
– Sum heild er tað góður
fótbóltur í ungaligadeildini,
men tað eru bara reaktiónir
nar hjá nøkrum fáum spæl
arum, sum eru sterkar.
Lassin leggur eisini afturat,
at venjarar og ábyrgdarfólk
hjá unglingaliðunum hava
eina stóra ábyrgd, tá tað
kemur til at vísa spælinum
og dómarunum virðing.
trondur@sosialurin.fo
Lassin Isaksen:
– Eg havi upplivað nógv
sum dómari, men at blíva
spýttur í andlitið er tað mest
nirðandi eg havi upplivað,
sigur Eiler Rasmussen