mánadagur 30. september 2013síða 30
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 30. septmeber 2013 · Nr. 112
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórbjørn Jacobsen
Útvarpið hevur rættiliga ment
seg við nýggju vetrarskránni, og í
Radaranum royna útvarpsfólkini
at ganda fram støðumyndina í
týdningarmiklum samfelagsmálum,
sum eru uppi í tíðini. Radarin var á
skránni fyrrapartin miðvikudagin
í hesi vikuni. Var staddur í kenda
havna- og brúgvabýnum Hamburg,
tá ið Kári Sólstein ringdi og spurdi,
um eg kundi luttaka, ella rættari
vera við, í einum innslagi, sum hann
dagin eftir skuldi gera um Tanga
fjarðartunnilin, og serliga um ráðini
frá tilmælingarbólki landsstýrisins
um at gera brúgv yvir Saltnes
grynnuni fyri at fáa fast samband
ímillum Strendur og Saltnes. Páll á
Reynatúgvu og Helgi Abrahamsen
skuldu sita í útvarpsstovuni, og eg
giti mær til, at undirritaði skuldi
umboða áhugamálini hjá maritima
umhvørvinum inni á Skálafjørð
inum. Innanfyri fjarðarmunnan.
Sjálvandi hevði eg ligið sum ein
ópolitisk lús ímillum hesar báðar
landspolitisku gigantarnar, ideo
logisku giraffarnar, Abrahamsen
og á Reynatúgvu, men kanska
okkurt evarska lítið klípi kundi
komið
higani,
táið
Runavíkar
havn varðar av 98-99 %´um av
skipaferðsluni inn og út av fjørð
inum og hesi seinastu trý árini
hevur tvífaldað sín aktivitet í
frekvensi og í inntøkukrónum.
Higartil hevur kortini ongin hildið
hugsanina
hjá
fjarðbúgvunum
ella
havnarmyndugleikanum
á
staðnum at hava nakran sum helst
týdning, og tað mundi Kári Sólstein
heldur ikki halda, tí eg hoyrdi
ongantíð nakað frá honum aftur,
hóast vit høvdu eina klokkuklára
avtalu um, at hann ringdi aftur
um hálvgum ellivu tíðina føroyska
tíð fyrrapartin miðvikudagin. Tað
kvøtti ikki úr telefonini í Sortudíki
aftur hesa ferðina, helst hevur
hann verið nøgdur við lýsingina av
málinum soleiðis, sum teir tríggir
Kjølbro, á Reynatúgvu og Abra
hamsen løgdu tekstin út. Gott tað
sama og tí hesar fáu stavir um
málið og um viðgerðina av hesum í
Radaranum í Útvarpi Føroya.
Vit, sum hava siglt nakað væl í
arktiskum farvatni, lærdu skjótt, at
ansast skuldi serliga væl eftir “sea
clutter” funktiónini á radaranum.
Við fullari ferð í sjóvarilsku, kava
ælingi og náttarniðu ráddi um,
at radaramyndin í mestan mun
var veruleikin í natúrligu kring
umstøðunum, skrúvaði man ov
nógv upp fyri “sea clutter” knapp
inum, kundi ein ósæddur ísflaki
óvarandi leypa á teg, tí at tú hevði
foykt hann burtur saman við
grómuta hvíta órógvinum inni í
miðkringinum. Soleiðis fyrikemur
mær hetta málið hjá Kjøl-bro & Co.
Landsstýrið hevur sett niður ein
tilmælingarbólk í Tangafjarðar
tunnilsmálinum, mesta serfrøðin
í landinum sigst, ein dalsaki av
desideraðum landkrabbum, sum
Páll á Reynatúgvu í Radaranum
mælti til, at vit í treytaleysari eyð
mýkt og virðing grýttu okkum
fram eftir rommum fyri. Bólkurin
er mannaður í tveimum. Arbeiðs
bólkurin: Róaldur Jákupsson, Tórir
Michelsen, Hans Albert Hansen. Og
stýrisbólkurin: Rúni Joensen, Kaj
Johannesen, Bjarni Askham Bjarna
son, Bjørgfríð Ludvig, Pól Edvard
Egholm, Petur Petersen, Marjun
Hanusardóttir og Ewald Kjølbro.
Skal eg siga mína hjartans meining,
so detti eg als ikki frameftir
grúgvu í undranarhávirðing fyri
serfrøðini hjá hesi forsamlingini
um, hvat ið Skálafjørðurin skal
brúkast til í ókomnum døgum.
Onkursvegna
tykist
tað,
sum
landsstýrið við hesum mæta herliði,
Tilmælingarbólkinum, hevur fingið
eina “sea clutter” tunnilsfunktión,
sum hevur megnað fullkomuliga
at flyta fokus í málinum frá at vera
ein tunnilsloysn til at alt kjakið
nú snýr seg um eina forðing, eina
brúgv, yvir um fjarðarmunnan á
Skálafjørðinum. Um hetta var ein
partur av arbeiðssetninginum vita
vit ikki, tí almenningurin hevur
bara sæð tilsipingar til kommisoriið
í uppritinum frá bólkinum.
Kortini kemur bólkurin við hes
um tilmælinum: “Samanumtikið
verður mælt til, at arbeitt verður
víðari við leistunum almennum
partafelagi og almennum-privatum
samstarvi (APS). Eitt, sum eigur
at verða umhugsað fyri at minka
íløguna og um váðan í verkætlanini,
er at broyta linjuføringina til at
fevna um tunnil millum Strendur
og Sund, umframt brúgv um Skála
fjørðin. Samfelagsnyttan verður
tá størri, tí tað til ber at ganga
og súkkla um eina brúgv, sparda
tíðin er minni í tunlinum, trygdin
er betri á eini brúgv, umframt at
viðlíkahaldskostnaðurin er lægri.
Harafturat er byggikostnaðurin
umleið 200 mió. kr. lægri............
Sostatt ber til at minka munandi
um samlaða váðan í verkætlanini
við at broyta linjuføringina til at
fevna um eina brúgvaloysn. Ein
brúgvaloysn kann verða framd
uttan at ávirka skipaferðsluna á
Skálafjørðinum stórvegis. Hetta er
tó ein loysn, sum fyrr hevur víst seg
ikki at hava serliga góða undirtøku
millum politikarar og borgarar í
lokaløkinum kring Skálafjørðin.”
Á einum gongutúri seinasta
sunnudag rendi eg meg í ein
pensióneraðan verkfrøðing, sum
hevur brúkt dastið av sínum virkna
arbeiðslívi hjá Landsverkfrøðings
stovninum, og sum annars ikki
hevur fýrt fyri at gera viðmerkingar
til týðandi mál í samfelagnum.
Hann helt lítið um brúgvamálið
við Skálafjarðarmunnan, og táið
vit í hesum sambandinum komu
inn á legenduna Mikkjal Helmsdal,
ið sum stjóri stovnsins megnaði
at knýta eitt heilt land saman í
undirstøðu - við vegum, brúm,
havnum og tunlum, tá helt gamli
verkfrøðingurin
fyri:
“Mikkjal
segði altíð, at tað er alt ov stutt á
leið, bert at hugsa hálvthundrað ár
fram í tíðina.” Undirstøðan er meiri
enn nakað annað høpi í Føroyum,
- fyri og eftir. Stóru visiónirnar hjá
Landsverkfrøðinginum gjørdust í
stóran mun grundsúlan undir upp
driftini, sum gjørdi Føroyar til eitt
nýtímans samfelag.
Í Radaranum sleppur so ein
málsliga hálvbrotin avloysari at siga
frá sínum visiónum í samferðslu
málum. Alt bendir á, at Ewald
Kjølbro totalt hevur yvirrulað
hendan metrosexuella tilmælingar
bólkin við sínum gamla kepphesti
um brúgv yvir Saltnesgrynnuni.
Eitt er, at hann ikki hevur ánilsi fyri
um tunnils/brúgvaloysnin verður
100 ella 200 milliónir krónur bíligari,
hann nevnir bæði tølini sum ein
møguleika, men táið maðurin við
tí stóra ingeniørkunstinum legg
ur trumfin á borðið, og heldur at
ein brúgvaloysn, sum bara rúm
ar núverandi Norrønu undir ak
breytini, er rætta loysnin, so kann
bara staðfestast, at avloysarin
hjá Helmsdal ikki hugsar ein dag
fram í tíð, hann er harvið púrasta
visiónsleysur, og tí í framtíðarhøpi
vandamikil
fyri
tað
føroyska
samfelagið. Ætlaða brúgvin hjá
Kjølbro verður 900 metrar til longd
ar, fríhæddin fyri sigling verður
51 metrar og distansin ímillum
stabbarnar verður 45 metrar til
longdar. Skip sum longu hava
vitjað Føroyar í handilsørindum
sleppa hvørki undir brúnna og
tíansheldur ímillum stabbarnar,
- ímeðan dýpið ikki er nakar
trupulleiki. Hvørji framtíðarkrøvini
vera til skipavinnuna, skipasmiðju-
og oljuvinnuna og eina møguliga
decommissioning vinnu í framtíðini
hvat brúgvahædd og vídd ímillum
stabbar viðvíkur, tað eigur nú
verandi stjórin á Landsverki onga
serfrøði í. Vit mega eisini minnast
til, at altjóða sigling flytur seg
norðureftir í hesum døgum, nú
ísurin bráðnar við Pólarnar, og tí
kann roknast við, at ein fjørður
sum Skálafjørðurin um 10-20 ár
fer at hava tørv á at hýsa skipum,
sum eru heldur trivaligari enn
júst Norrøna, sum av óskiljandi
orsøkum er vorðin snúningspunktið
í leysakastinum av argumentum
hjá harra Kjølbro, - skipið siglir
ikki inn higar á fjørðin yvirhøvur.
Kundi hugsað mær at vita hvør
kostnaðurin
av
loysnini
hjá
Kjølbro hevði verið, um fríhæddin
á brúnni var 90 metrar heldur
enn 50 metrar og víddin ímillum
stabbarnar 90 metrar heldur enn
45 metrar? Tástaðni líkist brúgvin
onkrum sum kundi brúkst í eini
30 ár fram, men verður hendan
Kjalabrúgvarloysnin tá ikki dýrari
enn upprunaliga ætlanin, sum
alla tíðina hevur ligið í kortunum,
har Tangafjarðartunnilin umvegis
eina rundkoyring fer upp á land á
Strondum og innanfyri Høganes?
Honum á baki í Radaranum
komu Helgi Abrahamsen og Páll
á Reynatúgvu. Í stóran mun var
eg fyri eina ferð skuld samdur
við øllum sum Helgi hevði at
bera fram. Sambandsmaðurin og
fuglfirðingurin á Strondum. Páll
á Reynatúgvu er framsøgumaður
Tjóðveldisfloksins í samferðslu-
málum, og bleiv lanseraður sum
slíkur í sendingini. Vanligt er í
stórum flokkum, at tingmenninir
tosa saman um málini, undir
øllum umstøðum um tey stóru
málini, og at framsøgumaðurin
síðani er talsmaður og heldur seg
til konsensus sum komið er til
innansyndis í tingbólkinum. Soleiðis
skulu vit skilja framsøgumannin
hjá Tjóðveldinum í sendingini
miðvikudagin. Í Radaranum.
Tað kann nú vera, at Kári
Sólstein helt seg hava fingið ein
somikið trivaligan politiskan kalva
á agnhaldið, at ikki var longur
tørvur á staðbundnari objektivari
(subjektivari vil onkur kanska
siga) vegleiðing og ráðum innan av
Skálafjørðinum. Hóast ávaraður av
Sólstein um, at sendingin snúði seg
um Tangafjarðartunnilin, og ikki um
aðrar farleiðir í Føroyum, so kundi
framsøgumaður
Tjóðveldisins
ikki bara sær, táið hann skjeyt
Tangafjarðartunnilin
niður
og
norður í fyrsta setninginum: “Eg
má fyrst siga tað, at tað, at gera
Eysturoyartunnilin, tað, tað, kanska
kann tykjast, ið hvussu er sæð frá
suðursjónarmiði, sum at gera eitt
marglætissjúkrahús til tey frísku. Vit
høvdu sjálvandi ynskt, at raðfylgjan
hjá landsstýrinum var eitt sindur
annaðleiðis.”
Framsøgumaðurin
tosar ígjøgnum vit-formin, og vit
er Tjóðveldisflokkurin, og hesin
flokkur er samsvarandi útsøgnini
ímóti at gera Tangafjarðartunnilin.
So vita vit tað, og so vita vit eisini,
at uppskotið hjá flokkinum, sum
liggur í Rættarnevndini, bara var
ein politiskur glantrileikur, ið hevði
til endamáls at forpurra onkra aðra
Skammlop í
republikanska
radaranum