mánadagur 30. september 2013síða 31
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mánadagur 30. septmeber 2013 · Nr. 112
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ætlan. Fólk eru í heila taki farin at
spyrja nær hasin flokkurin seinast
var fyri nøkrum, kanska hevur tað
máttloysi nú forplantað seg til, at
flokkurin er farin at taka undir
við og er fyri at leggja eina lága
sperru um tann frægasta fjørðin
í landinum.
Framsøgumaðurin sum ikki sær
upp um girðingarnar í sínum egna
lítla sandkassa, fer síðani undir at
tosa um útbúgvingarskipanina
í Norðurlondum (?), og ræsso
nerar síðani, at vit út frá henni
mega hava alra størstu virðing
fyri serfrøðini, í hesum førinum
Tilmælingarbólkinum, í tunnilis
málinum undir Tangafirði. Hann
sigur seinri: “Um brúgvahæddin
og man fagurfrøðiliga fær sameint
brúnna við verandi landslag,
hvis man hevur tey atlitini inni,
so haldi eg, at man í hvussu er
eigur at skeita eftir um man kann
vinna 100 ella 200 milliónir, tí tað
eru hóast alt nógv økir í føroyska
samfelagnum, sum kundu fingið
stórt gagn av at fingið tilført 100
ella 200 milliónir krónur.”
Grand finalan hjá Pálli er lík
henni hjá hinum totalt visións
leysa Kjølbro. Helgi og Páll verða
spurdir um teir taka undir við
eini brúgvaloysn, Helgi svarar
umgangandi og kategoriskt nei,
ímeðan
famsøgumaðurin
hjá
Tjóðveldisflokkinum endar kjakið
við hesum troystarleysu og sera
fátæku orðum: “Um Norrøna siglir
undir, so vera tað nokk øgiliga fá
skip sum ikki kunnu sigla undir
brúnni !” Útgangspunktið undir
setninginum er, at brúgvin verður
veruleiki í hansara og floksins
optikki, væl at merkja um nøkur
loysn finst á málinum yvirhøvur.
Hava fólk skilt sjónarmiðini hjá
Tjóðveldinum rætt í Radaranum,
so tekur flokkurin als ikki undir
við at fremja verkætlanina: Tanga
fjarðartunnilin.
Onkur veit kanska, at eg havi
verið nakað knýttur at hesum
flokkinum, sum Páll á Reynatúgvu
umboðaði í ÚF-Radaranum, og tí
royndi eg beinanvegin at fáa at
vita frá leiðsluni í flokkinum, um
hetta var støða floksins í máli
num, sum Páll á Reynatúgvu hevði
borið fram á torg. Nú politiska
arbeiðsvikan er farin aftur um bak
er ongin almenn avsanning komin
og metropolistiski Matrjosjka-
vongurin, sum annars ger seg
klókan uppá alt sum finst ímillum
Himmal og Jørð, hevur heldur ikki
gjørt vart við seg, tí kann eg í kvøld
bara sláa fast, at flokkurin akslar
síni skinn við framsøgumannin,
ið ætlar at steðga øllum menn
ingarmøguleikum á fremsta fjørði
Føroya – Skálafjørðinum, í tíðini
sum liggur framman fyri okkum.
Tað sum eg helt vera eitt
skammlop í republikanska radar
anum hjá Tjóðveldisflokkinum
var eftir øllum at døma ein væl
umhugsað og væl orðskift niður
støða, sum allur flokkurin og øll
tingmanningin stendur aftanfyri,
og tað hevur sett undirritaða í
eina heilt nýggja politiska støðu.
Flokkurin
við
verandi
ting
manning er ikki flokkurin sum
eg helt meg vera ein part av, og
í
Tangafjarðartunnilsmálinum
hevur flokkurin spælt fullkomu
liga fallit. Í hvussu er fossar blóðið
úr æðrunum á sterka kastalinum
og bastiónini hjá Erlendi Paturs
son: Eysturoynni.
Trupult er at ynskja visións
leysum fólki ein blíðan byr,
men tað ber kanska til at vera
breyðpolitikari nakað frameftir
í heimastýrinum, við at hóva
gummikekkar upp úr einum tóm
um landskassa.
Framsøgumaðurin
hjá
Tjóðveldinum, og harvið flokk
ur hansara, hevur enn ikki skilt,
at Tangafjarðarloysnin er ein
verkætlan og hartil ein for
rætning í sær sjálvum. Vónandi
megnar
landsstýrið,
kanska
saman við Javnaðarflokkinum,
at loysa málið soleiðis, at tær
stóru fólkakonsentratiónirnar í
Føroyum verða samanbundnar,
og at hin í maritimum høpi unikki
Skálafjørðurin at kalla sleppur
at liggja soleiðis sum Skaparin
legði hann til okkara forfedrar,
okkara og okkara eftirkomarar
at brúka í samskiftinum við
flótandi og siglandi eindir og fólk
á heimshøvunum.
Tunnil av Strondum
til Kollafjarðar
– kanska besta íløgan fyri Eysturoynna?
Sámal Matras
Kristiansen
Tað verður í løtuni kjakast nógv
um hvussu Suðurstreymoy og
Eysturoy best verða knýtt nærri
saman infrakervisliga. Tvey av
uppskotunum snúgva seg um at
binda Suðurstreymoy fast við
ávikavist eystara og vestara arm á
Skálafjørðinum. Triðja uppskotið
er munandi øðrvísi. Her verður lagt
upp til at knýta Kollafjørð saman
við vestara arm á Skálafjørðinum
og síðani at knýta eystara og vest
ara arm á Skálafjørðinum saman –
helst við einum tunli.
Øll uppskot hava sínar vansar
og fyrimunir, men eg vil her nýta
høvið til at vísa á fyrimunirnar
við at fremja seinasta uppskotið –
tað hjá J. P. Gregoriussen – í verki.
Hetta er ikki ein støðutakan til
ítøkiligu verkætlanina, men til
prinsipellu vegaføringina. Undir
øllum umstøðum skal hetta vera
ein áheitan um at viðgera hesa
vegaføring seriøst, evt. við nøkrum
tillagingum. Alt hetta eru sjálvandi
einans hugleiðingar um framtíðina,
tí samfelagsmenning byggir á
nógvar ymiskar fortreytir, ið kunnu
hava við nógv onnur viðurskifti enn
fast samband at gera. Tískil havi eg
valt at orða meg varliga.
1) Skjótari frá eystur
økjunum vestur í Vágarnar
Mest eyðsýndi fyrimunurin er
sjálvandi, at farleiðin frá eystur
økjunum vestur í Vágarnar verður
stytt. Við hesum verður stytri av
Skálafjørðinum vestur á flogvøllin
– við øllum teimum eyðsýndu
fyrimunum, tað viðførir. Um tunnil
verður gjørdur frá Skálafjørðinum
til Havnar, verður framvegis sera
tvørligt hjá eysturoyingum og
norðoyingum at koma vestur í Vág
arnar, eins og J. P. Gregoriussen
vísti á í Degi og Viku í farnu viku.
Við einum tunli millum Skálafjørð
og Kollafjørð verður ivaleyst eisini
grundarlag fyri beinleiðis snar
bussi av Skálafjørðinum vestur á
flogvøllin.
2) Stytri og bíligari frá
eysturøkjunum til Havnar
Leiðin frá Skálafjørðinum til Havnar
verður við hesum eins og frá Hósvík
til Havnar. Teinurin er harvið nakað
longri enn hann vildi verið, um hann
gekk beint frá Skálafjørðinum suður
til Havnar, men umvent verður
íløgan munandi bíligari, eins og
brúkaragjaldið harvið kann gerast
munandi lægri. Hvør ágóðin verður
av hesum tunlinum er ikki einans
ein spurningur um kilometratal ella
tíðarnýtslu, men eisini um heildar
kostnað fyri koyringina. Best hevði
tó sjálvandi verið, um einki brúk
aragjald var á hesum teininum yvir
høvur – eiheldur á nøkrum øðrum
undirsjóvartunli.
Tað er eisini avgerandi, at vit tosa
um prís fyri heildarverkætlanirnar,
ikki einans um hvat sjálvir tunlarnir
koma at kosta. Í viðgerðini av mál
inum eiga allir atkomuvegir og
tillagingar annars at takast við í
metingina og vera ein partur av
verkætlanini. Við øðrum orðum
skal eitthvørt skálafjarðartunnils-
projekt síggjast sum ein integratión
í verandi infrakervi – soleiðis at alt
kervið kemur at virka optimalt og
ikki gerst t.d. ein byrða fyri ávísar
kommunur.
3) Runavík styrkir sína
miðstaðarstøðu
Verður
Skálafjørðurin
knýttur
beinleiðis at Havnini, fáa vit vænt
andi eina centralisering, ið kann
hugsast spakuliga at drena serliga
Runavík (men eisini restina av
Eysturoynni og Klaksvík) fyri tæn
astuvirksemi, meðan íðnaðurin hin
vegin verður fluttur norðureftir.
Við øðrum orðum er ikki ósannlíkt,
at Skálafjørðurin kemur at uppliva
eina “kollafjarðisering”, tvs. verður
ein ídnaðarforstaður til Havnina.
Kemur tunnilin hinvegin at ganga
inn á Kollafjørð, varðveitir og styrkir
Runavík harvið sína miðstaðar
støðu, við tað at økini norðanfyri
og vestanfyri fáa ein alternativan
miðstað at dúva upp á. Við øðrum
orðum verður ein slíkur tunnil sera
góður fyri bæði Norðurstreymoy
og Vágarnar, men vil eisini styrkja
um tænastuvinnurnar í Runavík.
Serliga áhugavert er, at kollfirð
ingar og hósvíkingar fáa stytri tein
til Runavíkar, men færri munnu
geva sær far um at, eisini vágafólk,
kvívíkingar
og
vestmenningar
harvið fáa stytri tein til Runa
víkar enn til Havnar! (ella á leið
líka langan tein, alt eftir hvussu
konkreta vegaføringin verður). Tá
fer Runavík beinleiðis at kunna
kappast við Havnina um at fáa
kundar, arbeiðsmegi o.a. frá Útnyrð
ingsføroyum, samstundis sum hon
varðveitir
Landnyrðingsføroyar
sum uppland.
4) Landsynnings-
Eysturoy verður styrkt
Loysnin hjá Kára P. Højgaard mót
virkar eisini beinleiðis saman
sjóðing av eystara og vestara armi
av Skálafjørðinum, meðan hinar
báðar loysnirnar, ið innibera farleið
(tunnil ella brúgv) um Skálafjørðin
vilja skapa møguleikar fyri at ser
liga Strendur, Runavík og Toftir
koma at virka sum ein veruligur,
samanhangandi býur uttan forð
ingina at skula koyra allan vegin
norður í Skálabotn fyri at koma
yvir um. Og tað verður eisini enntá
eisini stytri hjá nógvum á eystara
armi at koyra norður til Skálabotn
og harvið til Norður-eysturoy – og
umvent. Man kann undrast yvir,
hví strandaumboðið á tingi, Helgi
Abrahamsen, ikki talar fyri einari
beinleiðis farleið millum Strendur
og Runavík.
Sum nú er fer munandi meiri
menning fram á eystara armi á
Skálafjørðinum enn á vestara
armi. Um tunnil gekk frá vestara
armi yvir á Kollafjørð, hevði hetta
styrkt landsynnings-Eysturoynna
munandi, eins og avsíðis liggjandi
bygdir sum Selatrað og Morskranes
høvdu komið til sín rætt. Sum nú er
er hetta økið stórliga afturútsiglt,
men við einum tunli yvir á Kolla
fjørð vil hetta sólríka og vakra økið
sannlíkt fara at uppliva vøkstur.
Er tunnilin fyri alt
norðurøkið – ella bert fyri
økið kring Runavík?
Tann avgerandi spurningurin í
øllum hesum er hvørt hesin tunnilin
skal vera eitt menningarprojekt
fyri alt norðurøkið (og partvíst
vesturøkið við), ella um tað heldur
skal síggjast sum eitt projekt serliga
fyri runavíkingar og toftafólk v.m.,
tvs. lokalu veljararnar hjá Kára P.
Højgaard, Alfred Olsen o.ø.
Um ein verkætlan í stíl við ta
hjá Kára P. Højgaard verður gjøg
numførd, so er hetta fyrst og
fremst ein verkætlan, ið vil gagna
lokaløkið hjá honum. Fyrimunirnir
fyri norðoyingar og eystur-eystur
oyingar vilja verða nógv minni, tí
tað framvegis vil vera eitt langt,
knortlut strekki at koyra frá Skipa
nesi suður til Runavíkar. Og skal
hetta strekkið betrast, so kemur tað
at kosta óneyðuga nógvan pening.
Hinvegin vil loysnin við tunli frá
Strondum (og antin til Havnar ella
til Kollafjarðar) lata upp fyri einari
nógv gagnligari íløgu í ein tunnil úr
Skálabotni inn í Gøtudal. Harvið
vilja bæði landsynnings-Eysturoy og
Sundalagið verða betri knýtt at m.a.
Klaksvík og útbúgvingardeplinum
á Kambsdali.
Tað er eingin ivi um, at ein betri
samanbinding av Eysturoy og
Streymoy vil vera avbera gagnlig
fyri bæði økini – og onnur øki við.
Men eg sakni, at hugt verður eftir
hvør loysn vil skapa ta størstu
heildarmenningina
av
Norður
Føroyum.
Í staðin hevur man start seg
blindan á eina loysn, ið er sera
snævurt og lokalt hugsað, og sum
í longdini møguliga vil vera til líka
stóran skaða sum gagn fyri Skála
fjørðin. Við einari so breiðari og
munandi bíligari loysn hava vit
eisini munandi betri møguleikar
fyri at minimera brúkaragjaldið –
ella kanska at fáa tað heilt burtur.