Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 2

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Hetta er 10. árið Sosialurin skrivar um bilar og bil- bransjuna. Upprunin var teigurin »Út at koyra«, sum seinni varð til »Bilar«. Samstundis er hetta eisini 5. árið, at Sosialurin gevur út serblað um bilar. Hóast sølan av nýggjum bilum er minkandi í løtuni, so er áhugin stórur fyri tí sum rørir seg í bilaverðini – vit hava jú øll áhuga fyri bilum, so ella so. Bilurin er týdningarmesta flutningstólið, vit hava. Hesaferð hava við gjørt meira enn vanligt burturúr við at bjóða lesaranum við til altjóða bilaframsýn- ingina, Copenhagen Motor Show 2004 í Bella Centrinum, sum var frá 16. til 25 apríl. Ein stórur partur av myndunum í blaðnum eru tiknar í Bella Centrinum, har fleiri hundrað akfør vóru sýnd fram. Har var nógv nýtt at frætta, bilar, sum eru á veg og aðrir bilar, sum koma seinni í ár og næsta ár, um- framt fleiri konseptbilar og designstudie, sum vit tó ongantíð koma at síggja um okkara leiðir. Har vóru bilar í øllum klassum úr fleiri milliónum niður um 100.000 krónur. Fyri biláhugað er tað altíð áhugavert at síggja nógv- ar ymiskar bilar verða sýndar fram. Vónandi fær lesarin við hesum blað innlit í, hvat nýtt bilvinnan hevur at bjóða. BMW komið aftur á slóðina Norðbil í Havn hevur saman við Jens Petur Jensen og Jákupi Klein Olsen sett á stovna bila- søluna, Nordcar, ið hevur tikið yvir um- boðini BMW og FIAT, sum Bilfríðkan hevur havt seinastu árini NÝTT UMBOÐ Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað var Martin Dam Jacob- sen í Havn, sum í 1969 fekk umboðið fyri týsku BMW bilarnar – sum tann fyrsti í Føroyum. Vegna bygnaðarbroytingar millum BMW og Honda í Danmark, læt Norðbil BMW- umboðið frá sær í 1989, tá Bilfríðkan við Ludvík Peter- sen tók yvir. Nú hevur Ludvík Petersen valt at selja umboðið aftur – eisini Fiat-umboðið, sum hann tók við eftir Frits Jen- sen. Hóast tað er Norðbil, sum eigur meginpartin – 70% av nýggja felagnum, Nordcar, so er ikki ætlanin at leggja fel- øgini saman. Nordcar leigar hølini sum Bilfríðkan eigur við Velbastaðvegin, og har verður felagið næstu árini. Ætlanir eru um at byggja ein bilterminal við Oyggjar- vegin oman fyri Norðbil, har BMW, Fiat, Honda, Huyndai og Skoda skulu hýsast undir einum taki, men í hvør sínari deild. Tað er vorðið alt meira vanligt aðrastaðni, at bygdir verða slíkir bilterminalar, ið hýsa fleiri bilmerkjum – men í hvør sínari deild. Tað er Jens Petur Jensen, sum er stjóri í Nordcar. Hann eigur 20% av partapeningi- num, og Jákup Klein Olsen, sum hevur starvast sum goymsluleiðari hjá Bilfríðk- uni seinastu 13 árini, eigur 10% av partapeninginum. Nýggju eigararnir leggja dent á, at allir teir gomlu kundarnir skulu kenna seg væl, eins og at allir nýggir kundar skulu verða hjartaliga vælkomnir. Ongar broytingar eru í starvsfólkaviðurskiftu- num – uttan tann, at stjóri nú er Jens Petur Jensen. Aron Justinussen heldur fram sum verkførari og Sofus Lognberg á plátuverkstað- num. – Tað eru gjørdar stórar í- løgur í amboð til bæði merk- ini hjá okkum, eitt nú eru nýggir testarar keyptir. Vit leggja stóran dent á at verða dagførdir – og tað var sjálv- andi eisini eitt krav niðrifrá, tá vit tóku yvir umboðini, sigur Jens Petur Jensen. Fyrstu Fiatbilarnar hjá Nordcar komu í síðstu viku, og í næstu viku kemur øll BMW-serian – ella átta bilar, teirra millum ein sera spenn- andi BMW X5 við allari út- gerð. – serblað í Sosiali- num 13. mai 2004: Blaðfólk: Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo tel 216135 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo tel 216409 Myndafólk: Álvur Haraldsen Jens Kristian Vang Lýsingar: Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Umbróting: Sp/f Sosialurin Plátutilgerð: Sp/f Hestprent Prent: P/F Prentmiðstøðin Upplag: 8.200 Evstamark: 9. mai 2004 Síðani 1995 hevur Sosi- alurin havt fastan bila- teig í blaðnum. Teigurin er í blaðnum hvønn hós- dag. Endamálið er at kunna um tað nýggjasta á bilamarknaðinum, at upplýsa um bilar og bila- søgu annars, um bila- starvsgreinina og um ferðslutrygd. Síðani 2000 hevur Sosialurin einaferð um árið givið út eitt serblað um bilar, nevnt Bilar. © Sosialurin 2004 Lesarin við á altjóða bilaframsýning Skalt tú lýsa tín brúkta bil til sølu, so er at lýsa har, sum flest fólk síggja lýsing- ina. Sosialurin og Portalurin hava landsins størsta brúktbilamarknað. Lýsir tú brúkta bilin til sølu í Bilatorginum í Sosialinum sæst hann eisini á Bila- marknaðin á Portali- num BRÚKTBILASØLA Seinastu árini hevur Sosial- urin havt Bilatorgið í blað- num hvønn hósdag. Har hava bæði bilasølur og priv- atfólk lýst brúktar bilar til sølu. Hendan tænastan er nú útbygd í samstarvi við Port- alin hjá Føroya Tele. Á »Marknaðinum« á www.portal.fo er Bilmarkn- aðurin, sum Sosialurin um- situr. Lýsir tú bilin til sølu einaferð í Bilatorginum, so stendur hann á Bilamarkn- aðinum á Portalinum í eina viku. Kostnaður fyri hetta er 250 kr írkoknað meir- virðisgjald. Við at samlýsa bæði í Sosialinum og á Portalinum fær lýsarin meira burturúr. Portalurin er Føroya nógv mest vitjaða heimasíða – hann hevur umleið 10.000 vitjanir um dagin – og um ein brotpartur av teimum klikkja seg inn á Bila- marknaðin, so sæst lýsingin har sera væl. Á Portalinum liggja bilar- nir í einum dátabása, har til ber at leita bæði upp á bila- sølur, merki, lit, koyrdar kilometrar, árgang, prís o. s. fr. Landsins størsti brúktbilamarknaður Bilatorgið, sum er í Sosialinum hvønn hósdag. Nú ber eisini til at síggja lýsingarnar á Bilamarknaðinum á Portalinum Isetta vakti áhugan fyri BMW Týsdagin 11. mai vóru liðin 40 ár síðani, at Martin Dam Jacobsen stóð sveinaroynd- ina sum bilmekanikari. Hann lærdi hjá Vilhelm Nielsen. Hann fekk sær seinni egið verkstað í kjallarnum í sethúsunum í Hornabø, og í 1969 fekk hann umboðið fyri BMW. – Tað var tá Johan Even- sen, systkinabarnið, kom heim við einum BMW Is- etta og eini BMW motor- súkklu 250cc, at eg fekk hug á BMW, greiðir Martin Dam Jacobsen frá. Seinni, tá Martin Dam Jacobsen var í Danmark, keypti hann sær eina BMW Isetta. Hetta endaði við, at hann setti seg í samband við Nick Christiansen, stjóra hjá BMW í Danmark – og slapp at umboða BMW í Føroyum. Á útferð við BMW Isetta í 1968. Birgir Dam Jakobsen uppi á kúfangaranum og mamman, Sanna Jákup Klein Olsen, Ludvík Petersen, Jens Petur Jensen, Birgir Dam Jacobsen og Frits Dam Jacobsen uttan fyri bilasøluna Nordcar við Velbastaðvegin. BMW og Fiat- umboðini fara at halda til í somu hølum næstu árini, men ætlanir eru um at byggja ein bilterminal oman fyri bygningin hjá Norðbil við Oyggjarvegin Mynd: Jens Kristian Vang