hósdagur 13. mai 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 90 - 13. mai 2004
Nr. 90 - 13. mai 2004
3
Tilboð og hjálpitól til
teirra, ið stríðast við
astma og allergi eru á
skránni, tá Ole Møller
Nielsen fer at halda
fyrilestrar í komandi
viku
FYRILESTUR
tíðindaskriv
Í døgunum 18. og 19. mai
hevur Astma & Allergife-
lagið vitjan av Ole Møller
Hansen, frá danska felags-
skapinum »Luftballonen«.
Á framsýningum og fyri-
lestrum í Havn og í Klaks-
vík fer hann at greiða frá
hvørji tilboð og hjálpartól
finnast til teirra, ið eru
fongd við astma og allergi.
Fyrilestrarnir verða hildnir
á ávíkavist Sjúkrahúsinum í
Klaksvík og á Landssjúkra-
húsinum.
Umframt at Ole Møller
Hansen fer at greiða frá um
summarlegutilboð til ung
við Astma, sum felagið
fyriskipar í Danmark og í
Hollandi, so umboðar hann
eisini
fyritøkuna
MvG
Consult í Odense, ið er
ráðgevandi innan luftviður-
skifti og umhvørvi. Og
hann fer so eisini at greiða
frá, hvønn týdning fuktur,
dust, teppir, pollen v.m.
hava fyri tilveruna hjá
teimum, sum eru fongd við
astma
og/ella
ovurvið-
kvæmi.
Framsýningarnar
og
kunnandi fundirnir eru al-
mennir, og verða sum nevnt
hildnir
á
Klaksvíkar
Sjúkrahúsi týsdagin 18.
mai, og á Landsjúkrahúsin-
um mikudagin 19. mai. Kl.
16.00 er heitið: Mytir og
fakta um inniklima, og kl.
19.00 verður greitt frá
summarskeiðum fyri børn
og ung við astma. Heitið er:
Ein øðrvísi summarfrítíð
fyri teg, ið hevur astma.
Fyrireikararnir handan
tiltakið
eru Astma
&
Allergifelagið í Føroyum,
felagið Luftballonen og
ráðgevandi verkfrøðinga-
felagið MvG Consult.
Skúlabørn menna seg
positivt, tá tey hoyra
til ein ávísan flokk,
eisini hóast tað eru
ósemjur í flokkinum.
Tað vísir ein stór
nýggj kanning, sum
Magtudredningen
hevur gjørt. Kanning-
in verður almanna-
kunngjørd í dag
SKÚLI OG
MENNING
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Tann óbundna undirvís-
ingin við bólkarbeiði og
evnisvikum er ein undir-
vísingarháttur, sum er
komin í fólkaskúlan fyri
at verða.
– Men vit eiga at ansa
eftir, at skúlin ikki gerst
eitt stórt sjálvtøkuborð,
har næmingurin bara
skiftir uppgávuna út við
eitthvørt annað, bara hon
keðir seg ella fær mót-
støðu.
At hoyra til ein ávísan
flokk og bólk er neyðugt,
fyri at børnini kunnu
mennast og gerast sosial,
ábyrgdarfull og mót-
støðufør menniskju. Ikki
minst, tá tað eru ósemjur
og trupulleikar í flokkin-
um, sum tey læra at
vinna á saman.
Hesa niðurstøðu kom
ein bólkur av granskar-
arum til í eini nýggjari
stórari kanning, sum tey
kalla, "Den vordende
demokrat — en under-
søgelse af skoleklassen
som demokratisk lære-
sted". Kanningin verður
almannakunngjørd í dag.
Leiðarin av granskara-
bólkinum, professor Bo
Jacobsen ved Køben-
havns Universitet og
Amternes og Kommun-
ernes Forskningsinstitut,
ávarar harðliga ímóti
gongdini á fleiri donsk-
um fólkaskúlum, har
fleksiblir undirvísingar-
hættir verða skiftir út við
floksundirvísingina.
– Flokkurin hevur av-
gerandi
týdning
fyri
persónligu menningina
hjá næminginum og inn-
læringina av teimum
demokratisku normun-
um, tí er orsøk at ávara
ímóti syndring av skúla-
flokkinum, sigur profess-
arin.
Kelda: Politikken
Børn hava tørv
á flokkum
»Luftballónin« vitjar í Føroyum
Ole Møller Nielsen fer
millum annað at greiða frá
teimum ytru ávirkanum,
sum kunnu gera tilveruna
trupla hjá astma- og
allergiraktum
Eftir bert einari viku
hava útvið 400 fólk ogn-
að sær vikuskiftispass til
G! Festivalin 2004. Hetta
er tríggjar ferðir fleiri,
enn selt var tilsamans í
forsølu í fjør.
G! fyrireikararnir hava
gjørt rættiliga fitt burtur
úr at gera tiltakið sjónligt
kring landið við lýsing-
arherferðum og tónleika-
tiltøkum m.a. á Torginum
í SMS og á Torginum í
Runavík. Og niðurstøðan
má verða, at tað riggar at
gera eitt sindur burturúr.
Tað hava G! Festival fyri-
reikararnir sannað eftir at
fyrsta vikan við serliga
upplatingartilboðnum til
atgongumerki er farin
afturum.
Eftir einari viku hava
nevniliga útvið 400 fólk
ognað sær vikuskiftis-
pass til G! Festival 2004.
Ella sagt á annan hátt,
400 fólk hava sett sær
vikuskiftið 16. og 17.
Juli av til at fara á tað
fyrireikararnir
sjálvir
kalla "Føroya størsta og
feitasta tónleikatiltak".
Verður hetta sæð í mun
til í fjør, tá seld vóru til-
samans 125 atgongu-
merki í forsølu, og í 2002
tá eingin forsøla var til
G! Festival yvirhøvur,
sæst veruliga ein gongd
við vaksandi áhuga fyri-
og til fyrimuns fyri G!
Festivalin.
Hóast upplatingar-til-
boðið ikki er galdandi
eftir 8. mai, eru fram-
vegis pengar at spara við
at keypa í góðari tíð.
Forsøluprísir eru nevni-
liga galdandi fram til 1.
juli.
-pop.fo
G!-sølan byrjaði væl
Frá 1. juli at rokna er
Mathea Hilduberg í
Havn sett sum
nýggjur leiðari á
Listasavni Føroya.
Mathea er 40 ára
gomul og útbúgvin
cand. merc. við ser-
grein í marknaðar-
føring
Hon hevur fyrr arbeitt við
eini verkætlan fyri lista-
savnið, har hon hevur skrá-
sett málningar sum eru
landsins ogn.
10 umsóknir vóru til
starvið, harav 7 vóru før-
oyingar. Starvið er áramáls-
sett til fimm ár.
Mathea Hilduberg er sett
sum nýggjur leiðari á
Listasavni Føroya. Saman við
stýrinum í fer hon at leggja
ætlanir um framtíðina hjá
stovninum
Mynd: Jens KristianVang
Mathea Hilduberg sett sum
leiðari á Listasavni Føroya
Ferðaráð Føroya letur
í dag upp framsýning
í SMS, sum hevur til
endamáls at fáa
føroyingar at halda
sína summarferiu í
Føroyum
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Tað er ov lítið, at bara út-
lendingar halda frí í Før-
oyum. Tað eiga føroyingar
sjálvir eisini at gera, heldur
Ferðaráð Føroya.
Sum eina mótvekt móti
teimum ferðamessum, sum
vanliga bjóða út ferðir
uttanlands, hevur Ferðaráð
Føroya í nøkur ár smaan
við SMS havt eina messu á
Torginum í SMS, har dent-
ur verður lagdur á at siga
fólki frá øllum teimum
møguleikum, sum eru fyri
ferðing í Føroyum.
Hendan árliga afturvend-
andi messan letur upp í
SMS í dag klokkan 10.00.
Í hesum sambandi hevur
Ferðaráðið givið út ein
faldara, sum vísir á nakrar
av møguleikunum, vit í
okkara egna landi eiga at
vísa ferðamanninum. Fald-
arin er ætlaður føroyingum
og er skrivaður á føroysk-
um.
Hetta er annað árið, ein
slíkur faldari verður givin
út, sigur Heri Niclasen,
stjóri á Ferðaráð Føroya.
Faldarin, sum givin varð út
í fjør, fekk góð ummæli, og
tað sama hevur hesin eisini
fingið, hóast hann júst er
komin ut millum fólk, sigur
hann.
Stjórin á Ferðaráðnum
sigur, at tað tykist nógv
lættari at fyrireika og selja
ferðir uttanlands, hóast tað,
at ferðing í Føroyum mang-
an er bíligari og í ongum
førum verri upplivilsi, enn
at ferðast aðrastaðni.
Takið er at fáa føroyingar
at síggja teir møguleikar,
vit hava. Og teir eru nógvir.
Hóast vit ikki hava lýggj-
ar, hvítar sandstrendur við
brennandi sól og andandi
loti (viðhvørt) innan av
havinum, har fólk liggja á
einum handklæði ella í
einum liggistóli og blunda,
meðan sólin snerkir búk-
skinnið, so hava vit so øgi-
liga nógv annað, sum onnur
ikki hava. Og tá nú fremm-
andafólk vilja gjalda nógv-
an pening fyri at koma
higar at síggja hetta, vit
eiga at bjóða teimum, er tað
ikki meira enn rímiligt, at
tað eisini verður boðið før-
oyingum, heldur ferða-
vinnustjórin.
Heri Niclasen sigur, at
ferðavinnan letur ikki verri
at í ár enn í fjør. serliga
hugsar hann um gistingar-
húsini, sum siga frá umleið
somu undirtøku, sum í fjør.
Men í fjør var ein lítil aftur-
gongd í mun til í fyrraárið,
sigur Heri Niclasen.
Hann fegnast um, at
møguleikarnir fyri gisting
eisini økjast í Føroyum. Eitt
gistingarhús er latið upp í
Havn, og eitt er ávegis á
Tvøroyri eisini, vísir hann
á.
Ferðist í Føroyum
Nógvir góðir møguleikar eru fyri gongutúrum í Føroyum. Náttúran stendur ikki aftan fyri tað, onnur lond hava at bjóða
Mynd: Edvard Joensen
Tímarit Morgunblað-
sins, ið er mentanar-
blað Morginsblaðsins
sunnudag, hevði
sunnudagin 3 síður
við og um føroyingar
í Íslandi. Eini 300
føroyingar, føddir í
Føroyum, búgva í
Íslandi nú, verður
mett. Millum kendu
nøvnini í blaðnum
eru Eivør Pálsdóttir
og Julian Johnsson
ÚTISETAR
Dagfinn Olsen
dagfinn@sosialurin.fo
Eykablað Morgunsblaðsins
sunnudag hevði heilar 3
síður um føroyingar í blað-
num sunnudagin. Forsíðu-
myndin er av Eivør Páls-
dóttir og Julian Johnsson og
er yvirskriftin; Føroyskir
frændur - Eivør Pálsdóttir
og Julian Johnsson hava
fest nøvn síni í huga lands-
manna.
Síðarunar í blaðnum hava
yvirskriftina, sum boðar
frá,
at
"Føroyingarnir
koma".
Fyrsta grein er samrøða
við føroyska tannlæknan
Elin Svarrer Wang, sum
eisini er forkvinna í før-
oyingafelagnum í Íslandi.
Hon sigur, at 260 limir eru í
felagnum og teir flestu eru
føddir í Føroyum, men
eisini eru nakrir "hálvir før-
oyingar". Mett verður, at
eini 300 fólk, fødd í Før-
oyum, búgva í Íslandi nú.
Síðani er grein um "Væl-
kend andlit". Bæði tey sum
nú búgva í Íslandi og nøkur
teirra, sum hava verið har,
verða nevnd. Greinin er um
sangkvinnuna Eivør og
fótbóltsleikaran
Julian.
Eisini verða nevnd Jens
Martin Knudsen, Marentza
Poulsen, Sylvia Lockey
Gunnarstein, James Olsen,
handilsmaðurin
Jákup
Olsen og Erns Olsen frá
Domino’s Pizza lýsing-
unum.
Tvær síður eru við práti
við Eivør og Julian og um
tey. Eivør sigur m.a. í
greinini, at orsøkin til
undanvindin á sangleiðini í
Íslandi er, at hon hevur nýtt
føroysku røturnar í tón-
leikinum og at hon hevur
verið trúgv mótvegis tí, at
hon er føroyingur.
Føroyingar í Morgunblaðnum
C
M
Y
K
3
2