hósdagur 13. mai 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
5
Ford eru nú komnir á
marknaðin við Ford
Focus C-Max Van, sum
er ein vørubilur við
stórum vørurúmi. Tal-
an er um ein kvikan og
arbeiðsvinarligan bil
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Ford Focus C-Max, sum kom
á marknaðin um árskiftið,
fæst nú eisini sum ein rúmlig-
ur vørubilur.
Vørurúmið er 150 cm langt
og 90 cm høgt. Breiddin mill-
um hjólkassarnar er 105 cm,
og bilurin lastar 650 kg.
Hurðarnar eru stórar og vøru-
rúmið arbeiðsvinarligt.
Fleiri motorar eru at velja í-
millum: 1,6 TDCi við 110 hk,
1,8i við 120 ella 125 hk, og
ein 2,0 TDCi við 136 hk. Bil-
urin fæst í útgávunum Ambi-
ente og Trend.
Bilurin er lættur at koyra,
bilførarin situr høgt við góð-
um útsýni og alt rundan um
hann er ergonomiskt rætt, t.d.
situr girstongin í instrument-
borðinum - tætt við rattið.
Hóast Focus C-Max Van er
hægri enn ein vanligur per-
sónbilur, er hann eins stúttur
og ein persónbilur at koyra.
Undirvognurin er tann sami
sum á nýggja Focus persón-
bilinum, sum kemur á markn-
aðin seinni í ár..
Ford Focus C-Max sum Van
Ford Focus C-Max Van er ein kvikur og arbeiðsvinarligur vørubilur við stórum vørurúmi
Leygardagin 15. mai
letur Bilfríðkan upp
stóra brúktbilasølu á
Hjalla við góðum
brúktum bilum saman
við SLP-Car Rent, sum
leigar bilar út. Hetta er
nakað, eg havi hugsað
um í nøkur ár, tí eingin
tílík brúktbilasøla er í
Føroyum, sigur stjórin,
Ludvík Petersen
BILFYRITØKA
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Eftir at Ludvík Petersen, sum
eigur og rekur bilfyritøkuna
Bilfríðkan, hevur latið øðrum
síni BMW og Fiat umboð, og
leigar bygningin í Smiðju-
gerði til Nordcar, hevur hann
keypt eitt øki á Hjalla við
tveimum
bygningum
til
brúktbilasølu og bilútleigan.
Grundøkið er 4.200 fer-
metrar, og í høvuðsbygningi-
num hevur fyritøkan 1.100
fermetrar at ráða yvir, og inni
á økinum er ein annar bygn-
ingur upp á 120 fermetrar.
Møguleiki er fyri at leiga
ein part av høvuðsbygningi-
num út.
Ludvík Petersen sigur, at
talan er um tvær fyritøkur,
Bilfríðkan, sum er ein brúkt-
bilasøla, og SLP-Car Rent,
sum leigar bilar út.
Bilfríðkan
verður
ein
bruktbiladepil við stórum úr-
vali av góðum brúktum bilum
og vit leggja okkum eftir at
hava nýsýnaðar bilar, sum eru
í góðum standi. Vit kunnu
bjóða eina sera lagaliga
bilfígging av okkara egnu bil-
um. Í ein vissan mun verður
eisini møguligt at selja bilar
fyri privatfólk, sigur Ludvík.
Bilarnir,
sum
SLP-Car
Rent leigar út, eru góðir
nýggir bilar og inni á heima-
síðuni: www.car-rent.fo, eru
myndir, prísir og aðrir upp-
lýsingar um hesar bilar.
Opið hús og
listaframsýning
Leygardagin verður opið hús
við kaffi og køkum og fleiri
góðum brúktbilatilboðum, og
listamaðurin Kári Svensson
hevur eina listaframsýning í
framsýningarhølunum.
Leygardagin 15. mai verður
opið frá 10-16 og sunnudagin
16. mai verður opið frá 14-
18. Listaframsýningin verður
eisini at síggja mánadagin.
Ludvík Petersen sigur, at
hann leingi hevur hugsað um
at stovna eina slíka fyritøku,
og fyri hann er hetta ein
spennandi avbjóðing. Navnið
Bilfríðkan stendur jú fyri
fríðkan av bilum, og tað verð-
ur tað, sum vit nú koma at ar-
beiða við. Brúktu bilarnir
verða settir í stand og fríðkað-
ir, áðrenn teir verða settir inn
í framsýningarhølini.
Telefonnummarið hjá Bil-
fríðkan er nú: 357300.
Bilfríðkan við nýggjum
brúktbiladepli á Hjalla
Hetta er nakað, eg havi hugsað um leingi, sigur Ludvík Petersen, sum her stendur framman fyri brúktbiladeplin, Bilfríðkan, á Hjalla. Komandi vikuskifti hevur
listamaðurin Kári Svensson framsýning hjá Bilfríðkan, sum liggur yvir av Litaval á Hjalla
Mynd: Álvur Haraldsen