Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-05-13, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. mai 2004síða 3

‹ fyrra síða allar 42 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 90 - 13. mai 2004 Nr. 90 - 13. mai 2004 5 - Hóast stór kreppan er í ávísun vinnum, eitt nú rækjuvinnuni og alivinnuni, eiga vit undir ongum um- støðum at fara út í nýggjar studnings- skipanir. Hetta loysir ikki upp fyri nøkrum, men fer at kosta okk- um vælferð, sigur for- maðurin í Búskapar- ráðnum, Hermann Oskarsson STUDNINGUR Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formanninum í Búskapar- ráðnum dámar ógvuliga lítið, at røddir aftur eru frammi um, at studningur skal veitast ávísum vinn- um, sum ikki bera seg, soleiðis sum støðan er. – Eg haldi, at hetta er ein ógvuliga óheppin leið hjá føroyingum at fara. Síðan kreppuna fyrst í nítiárun- um, eru studningarnir minkaðir. Hetta hevur havt ógvuliga positivan týdning fyri vinnuna og fyri alt samfelagið. Aftur at dyrgja Hermann Oskarsson, sum eisini er stjóri á Hagstovu Føroya, vísir á, at vit í fyrsta lagi hava fingið eina nógv sunnari vinnu. Í øðrum lagi hevur vinnan, soleiðis sum tíðin er gingin, mist trúnna á, at tað nyttar nakað at dyrgja eftir studn- ingi úr landskassanum. Neyðugt hevur verið at gingið leiðir, sum nú eina- ferð roynast best hjá hvørj- um einstøkum skipi og virki. Heldur enn at bíða eftir studningi, hevur vinn- an seinastu árini brúkt ork- una uppá, hvussu vinnan kann gerast lønandi. – So skjótt, samtykt verð- ur at veita studning, veit vinnan, at tað loysir seg at dyrgja í landskassanum heldur enn at stýra hendan ella handan vegin, sigur hann. Formaðurin í Búskapar- ráðnum harmast um, at ávísir politikarar undan seinasta vali sendu út signalir um, at teir ikki eru so avgjørdir um studning. Í hesum sambandi vísir hann eitt nú til sitandi løgmann, Jóannes Ejdes- gaard, Jóhan Dal, sum gjørdist fiskimálaráðharri og Bárð Nielsen, sum í dag er fíggjarmálaráðharri. - Nú eru vit her, og vit eru ikki líka so negativir um studning, sum undan- farna landsstýri var. Tað er ikki bannað longur at taka orðið, studning, uppá tungu. Soleiðis skilti eg boðskapin, sigur Hermann, sum heldur, at hetta var ein ógvuliga keðilig og óhepp- in vend í føroyskum poli- tikki. Herman vísir á, at tá ið hetta var "tendensurin", er einki undarligt í, at tann parturin av vinnuni, sum klárar seg ringast, kemur við brestin. Kostar vælferðina Formaðurin í Búskapar- ráðnum uggar seg tó við, at hann enn ongan nýggjan studning hevur sæð vera samtyktan. – Fara politikararnir aftur at samtykkja studningar til vinnuna, endar hetta við stórum spilli av okkara vælferð. Hann ávarar tí staðiliga ímóti hesum hugburði. – Tað eru kapitalistarnir, sum skulu reka vinnuna, og tað eru teir, sum skulu finna út av, hvat loysir seg og ikki. Vinnan skal ikki dikterast við almennum studningum, sum aftur fer at kosta okkum vælferð. Hermann Oskarsson vísir á, at vit í Føroyum langt frá eru sloppin av við allar studningar, men hann end- urtekur, at gongdin seinastu árini og hugburðurin í hes- um sambandi hava verið ógvuliga positiv. – Hóast stór kreppan er í ávísum vinnum, eitt nú rækjuvinnuni og alivinnuni, eiga vit undir ongum um- støðum at fara út í nýggjar studningsskipanir, tí hetta loysir ikki upp fyri nøkrum. Hann vísir til rækjuflotan og rækjuálitið og sigur, at tað er einki, sum bendir á, at studningur í longdini kann loysa teir trupulleikar, sum henda vinna hevur. – Mælt verður til at stuðla vinnuni í tvey ár, men eg kenni onga studn- ingsskipan, sum frívilliga er sett úr gildi aftur. Rein propaganda Formaðurin í Búskapar- ráðnum fýlist annars á tað, sum KPMG sigur í eini talvu í samband við rækju- álitið. – Víst verður til tey 276 ársverkini, sum eru í rækju- vinnuni í 2001 og 2002. Sagt verður, at hvørva hesi ársverk, gerast tilsamans 1234 føroyingar arbeiðs- leysir. Hermann Oskarsson heldur, at hetta er rein propaganga og púrasta burtur úr vón og viti. – Eg haldi ikki, at nakað høpi er í hesi niðurstøðu, sigur formaðurin í Bú- skaparráðnum at enda. Studningur kostar í vælferðini FØROYAR OG ES Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Líkt er ikki til, at ES kortini fer at leggja verjutoll á laks, sum eitt nú verður keyptur úr Føroyum. Hetta er metingin hjá før- oysku umboðunum, sum týsdagin vóru í Brússell á fundi við embætisfólk í ES. Seinastu dagarnar hevur rættiligur ótti verið á laksa- vinnuni í Føroyum, tí óhugsandi var ikki, at ES fór at leggja eini 15% í verjutolli á laks úr Føroyum og øðrum londum uttanfyri ES. Neyvan tollur Nú føroyska alivinnan er so illa fyri, sum ongantíð áður, metti formaðurin í Havbún- aðarfelagnum, Atli Greger- sen, at eitt tílíkt stig frá ES hevði verið mønustingurin. Eftir fundin við embætis- fólk í ES, er svartskygni nú vent til bjartskygni, tí mett verður ikki, at meiriluti verður fyri at leggja verju- toll á føroyskan laks. Enn er tó ikki allar súður syftar, og bíðað verður í spenningi eftir, hvar úrslit ES kemur til í laksamál- inum. Svartskygni vent til bjartskygni Eftir fundin, sum umboð fyri føroyskar myndugleikar og alivinnuna í Føroyum høvdu við embætisfólk í ES týsdagin, er svartskygni vent til bjartskygni. Mett verður ikki, at undirtøka verður í ES fyri at leggja verjutoll á føroyskan laks - Tað eru kapitalistarnir, sum skulu reka vinnuna, og tað eru teir, sum skulu finna út av, hvat loysir seg og ikki. Vinnan skal ikki dikterast við almennum studningum, sum aftur fer at kosta okkum vælferð, sigur Hermann Oskarsson - So skjótt, samtykt verður at veita studning, veit vinnan, at tað loysir seg at dyrgja í landskassanum heldur enn at stýra hendan ella handan vegin, heldur formaðurin í Búskaparráðnum og stjórin á Hagstovu Føroya Myndin er tilvildarlig Smyril Line ætlar at bjóða upp á umfat- andi rutusigling í Skotlandi FLUTNINGUR Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Smyril Line ætlar sær at vera við í kappingini um eina umfatandi rutusigling í Skotlandi. Tað skrivar Shetland News í gjár. Tìðindastovan skrivar, at Smyril Line hevur gjørt av at vera við í kappingina um eina umfatandi rutusigling í Skotlandi. Í síðsta mánað varð gjørt at bjóða siglingina í Skotlandi út av nýggjum, sum North Link nú røkir fyri stóra felagið, P &O. North Link siglur ímill- um Hetland, Orknoyggar og Skotland og rutan er bjóðað út av nýggjum, tí hon er ov dýr. Síðani North-Link fór undir siglingina í 2000, hevur hon givið so stórt hall, at myndugleikarnir hava verið noyddir at sprænt einar 150 milliónir eyka í felagið fyri at røkja siglingina. Shetland News skrivar, at Smyril Line váttaði týs- dagin, at tað ætlaði sær at kanna møguleikarnar fyri at bjóða upp á siglingina. Men Smyril Line kemur í øllum førum at kappast við P&O um rutuna, tí skotska skipafelagið hevur eisini boðað frá, at tað verður við í siglingini. Morgan Goodlad, sum er hetlendskur lendarlimur í Smyril Line, og sum um- boðar hetlendska partapen- ingin, sigur, at Smyril Line er í løtuni við at fyrireika eitt ætlanarskriv, har teir vísa áhugafyri siglingini. Tað er eftir ein nevndar- fund um vikuskifti, at Smyril Line tók avgerðina um at bjóða seg fram í Skotlandi. – Eftir at hava umgugsað støðuna gjølliga, hava vit gjørt at av bjóða uppá rut- una, sigur hann við Shet- land News. Hann sigur, at seinast árið hevur Smyril Line havt tætt samstarv við North- Link um at samskipa ferða- fólkaflutningin av bretska meginlandinum við sigl- ingina hjá Norrønu til Hetlands. Men hann viðgongur, at tað hevur ikki eydnast so væl at fanga áhugan hjá bretsku ferðafólkunum og nú sær Smyril Line ein møguleika at samskipa so, at fleiri bretar fáast at brúka Norrønu. Henrik Old, formað- ur í vinnunevndini, sigur, at samgongan hevur avtalað at hækka flutningsstuð- ulin til fisk. Hækk- ingin verður gjørd beinanvegin FLUTNINGSSTUÐUL Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Nú skal stuðulin til at flyta fisk aftur hækkast. Tað hevur samgongan gjørt av. Henrik Old, sum er for- maður í vinnunevndini hjá løgtinginum, sigur, at samgongan hevur avtalað, at hækka flutningsstuðulin aftur. Og hann leggur afturat, at tað verður beinanvegin, at flutningsstuðulin hækkar. Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø, hevur heimild til at áseta flutningsstuðulin fyri hvørt kilo av fiski innanfyri tað játtanum, sum er á fíggjarlógini. Og tað verður eisini fyrsta dagin, at hann fer at lýsa eina nýggja kunngerð har stuðulin fyri hvørt kilo verður hækkaður, sigur Hendrik Old. Tað er dýrt hjá virkjum í útjaðaranum at flyta fisk til virkini at vera virkaðan og sostatt er kappingarførið hjá virkjunum í útjaðar- anum er nógv verri enn hjá virkjunum í miðstaðarøk- inum. Sostatt hava virkini kring landið fingið ein ávísan stuðul fyri at kunna útvega sær fisk. Verður Suðuroyggin tikin sum dømi, hevur stuðulin verið 24 oyru fyri hbørt kilo av fiski. Men seinasta summar varð hann lækk- aður niður í 14 oyru fyri kilo. – Hetta var ein dyggur smeitur fyri virkini kring landiið og í Suðuroynni hevur lítið og onki fiska- arbeiðið verið hetta síðsta árið. Í Vági er at kalla stein- deytt, í Hvalba er ógvuliga lítið arbeiðið og tað sigst av Fiskavirking á Tvøroyri, at har er arbeiðið eisini mink- að munandi. Upp aftur á tað gamla Hendrik Old sigur, at hann ivast ikki í, at ein orsøk til, at arbeiðið er minkað so nógv, er, at tann langi flutningurin ger, at virkini í útjaðaranum eru nógv verri fyri at kappast um fiskin, enn virkini í miðstaðarøki- num. – Tí er tað ein avgjørd fortreyt, at kappingarstøðan ímillum virkini verður útjavnað og tí hevur sam- gongan avgjørt at hækka flutningsstuðulin aftur, so at hann áleið kemur upp aftur á tey 24 oyruni fyri kilo, sum hann var, áðrenn hann varð lækkaður. Tað hava staðið tríggjar milliónir á fíggjarlógini til flutningsstuðul, men í fjør lækkaði samgongan upp- hæddina niður á 2,5 milli- ónir. Nú ætlaði samgongan at fáa játtanina upp aftur á tríggjar milliónir, men fíggjarnevndin hevur aftur skarvað 500.000 krónur av, so at játtanin kom niður aftur á tær 2,5 milliónirnar. –Fìggjarnevndin sigur, at tað er ikki brúk fyri meiri pengum, tí tað gekk so lítið av játtanini í fjør. Men tað hevur sína nátúrligu frá- greiðing og hon er, at ongin fiskur var at flyta. Henrik Old sigur, at nú er so nógv liðið út á árið, at í ár klárar stuðulin seg helst við 2,5 milliónum, hóast stuðulinfyri hvørt kilo nú verður hækkað. Av tí sama skilir Henrik Old ikki, hví summi hava so ilt av flutningsstuðlin- um. – Er ongin fiskur at flyta, fellur stuiðulin aftur til landskassan. Verður stuðul útgoldin, er tað tí at ar- beiðið er skapt kring um í landinum og tað kann ongin hava ilt av. Ger skjótan mun Henrik Old er sannførdur um, at tað er onki, sum hevur so stóran týdning fyri útjaðaran, sum fiskivinnan. – Tað er onki, sum kann fáa ein útjaðara so skjótt á føtur aftur sum fiskaar- beiði, tí tað ger mun bein- anvegin. Tí sigur hann, at tað er so avbgerandi fyri at fáa gongd aftur á fiskivinnuna kring um í landinum. – So má samgongan ar- beiða við, hvørji onnur til- tøk setast í verk, so við og við fyri at menna útjaðaran. Stuðulin at flyta fisk verður nú hækkaður Smyril Line ætlar at spenna seg út í Skotlandi Smyril Line ætlar at taka kappingina upp um umfatandi sigling í Skotlandi Henrik Old, formaður í vinnunevndini C M Y K 5 4